Uppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Løgtingið heitir á landsstýrið um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og í hesum høpi:
1.) tryggja neyðuga játtan á fíggjarlógini 2007;
2.) skipa neyðugu karmarnar fyri ætlaðu meistaraútbúgvingina;
3.) skipa karmar fyri gransking innan føroyska løgfrøði;
4.) lata arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini halda fram sum stjórnardepil;
5.) tryggja "Føroyskum Lógarriti" neyðugar og haldgóðar umstøður.
Viðmerkingar :
Felags fyri øll lond við vilja at menna seg stjórnarliga er, at tey fáa sær ræði á egnari løgfrøði. Bæði Noreg og Ísland fingu tíðliga í lag eina stjórnarskipan, egna løgfrøði og egnar dómstólar, sum altavgerandi lið í sjálvræðisstremban og stýri landanna.
Ísland fer í 2008 at hatíðarhalda hundraðáradagin fyri stovnan lógskúlans. Tann dagin mega Føroyar kunna senda umboð fyri føroyska lógskúlan til hátíðarhaldið, soleiðis at støðan ikki verður líka frábreðgin sum í 1874, táið íslendingar fingu egna stjórnarskipan, ímeðan føroyingar sættaðust við og sessaðust um Kongaminnið.
Valla gongur dagur, har vit varnast, at løgfrøðin ikki er ment soleiðsni, sum hon átti. Almenna kjakið verður sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, upplýst av óheftum greiningum, tingstarvið fær ikki íblástur frá samberandi frøðingum, fyrisitingin hevur ikki granskarar at heita á og lógaruppskot sakna úrslit av fakligum eftirmetingum av galdandi lógum og venju.
Øll tjóðin, frá vintru til høgru, frá sambandi til tjóðveldi, hevði havt fyrimun av óheftari løgfrøðiligari gransking og undirvísing.
Tørvurin kann eyðvitað bert nøktast, um løgfrøðin verður raðfest hægri. Stutt eftir at Grundlógarnevndin hevði tikið upp virkið sítt, varð hetta ítøkiliga málið viðgjørt í Mentamálastýrinum, sum tað róptist tá. Í 2000 og 2001 var málið serliga ovarlagað á breddanum, har nógv fundarvirksemi var við omanfyrinevndu nevnd og Fróðskaparsetrið, um at fáa í lag lógskúla á Debesartrøð. Politiski viljin var serstakliga sterkur. Hetta hevði við sær, at játtaninar til Setrið hækkaðu bæði hesi árini. Ávikavíst við hálvari aðru og góðum tveimum milliónum krónum. Onki kom tó burturúr hesum virksemi og játtanunum. Akademiski viljin hevur kanska ikki verið líka sterkur sum hin politiski viljin. Ella hava raðfestingarnar á Fróðskaparsetrinum verið øðrvísi enn tær hjá teimum, ið tá ráddu fyri borgum. Í hvussu er varð endin tann, at peningurin ikki varð brúktur, og harvið bíðar tjóðin framvegis eftir sínum neyðturviliga lógskúla. Tað hevur verið nógv kjakað um hendan spurningin síðani, í mongum fora, men á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 sæst ongin farvegur eftir lógskúlanum. Tað man vera nóg illa, at uppskotna játtanin liggur innanfyri vanligan lønarvøkstur. Tí er umráðandi, at Løgtingið tekur sær um reiggj, og hækkar játtanina soleiðsni, at møguligt verður at seta lógskúlan, ella eitt juridiskt fakultet, á stovn í komandi ári. Er lærustovnurin framvegis ikki sinnaður at skipa hesi viðurskifti samsvarandi politiska signalinum, eigur játtanin at setast á eginkontu undir Fróðskaparsetrinum.
Fróðskaparsetur Føroya hevur tó gjørt ítøkiliga menningarætlan, harið føroysk løgfrøði hevur týðandi lut. Ætlingin er at skipa fyri útbúgving á meistarastigi (master). Lesandi kunna taka hesa útbúgving sum sjálvstøðuga útbúgving á hægri støði, men eisini skal bera til at taka fak sum stakgreinalestur. Hugsandi er, at fleiri bólkar av lesandi fara at taka nám innan løgfrøði, eitt nú:
• lesandi við grundútbúgving (bachelor e.l.) ið vilja taka lóg sum yvirbygnað;
• lesandi á útlendskum stovnum (oftast donskum cand.jur., cand.scient. e.l.), sum ígjøgnum NordPlus kunna taka hálvt ella heilt ár á Fróðskaparsetri Føroya, t.d. við at fáa vegleiðing til serritgerðir – avtalur um hetta samstarv sigast longu vera fingnar í lag;
• lesandi, sum starvast í føroyskari fyrisiting og hava viðkomandi útbúgvingar ella royndir og hava tikið grundskeið í lóg, vilja taka útbúgvingina ella partar av henni sum eftirútbúgving;
• løgfrøðingar, ið vilja taka útbúgvingina ella einstøk fak sum eftirútbúgving;
• útlendsk lesandi, ið vilja lesa ella granska samanberandi lóg.
Henda ætlan eigur at gerast veruleiki nú, annars er vandin, at tann granskingarførleiki, ið leingi hevur bíða eftir at sleppa til verka, møðist av at svimja kring seg sjálvan og leitar sær á onnur bit, fyri at nýta og kýta sínar knotur. Hesi fólkini, sum í eina tíð hava skipað grundskeið í lóg, ið er nakað so sjáldsamt, sum sjálvfíggjað ótvungin almenn tænasta, fara ivaleyst at troyttast av tómum lyftum. Roknast kann við, at tey stinga í sekkin, um politiska skipanin og Fróðskaparsetur Føroya ikki taka sær um reiggj og fáa hesi viðurskifti í rættlag.
Hægri útbúgving er fyri onki at rokna uttan gransking, tí má fígging eisini fáast í lag til gransking í løgfrøði. Tey flestu kenna bøkurnar "Færøsk bygderet" og "Ein føroysk bygd" hjá ávikavíst Bjørk og Poul Petersen. Hesar eru dømi um gransking, ið tíanverri ikki er vorðin latin upp í undirvísing. Vit mega áhaldandi granska føroyska tilfeingislóg, føroyska fyrisitingarlóg, føroyska stjórnarlóg og allar smærri og størri spurningar ið hanga uppi við hesum høpum. Sum dømi kann nevnast, at arbeiðsmarknaðurin hevur tikið stig til at savna kunnleikan til føroyska arbeiðsmarknaðarvenju á www.fg.fo. Slíka kunnleikasavnan og greining og ágrundaða undirvísing mega vit fáa á øllum føroyskum rættarøkjum. Á sjálvstøðugari universitetsdeild, sum er sjálvsagdur lutur í sjálvstøðugum lógdømi, sum Føroyar nú einaferð eru.
Sum tað mest upplagda í hesum høpi er at nevna arbeiðið hjá Grundlógarnevndini (nú Stjórnarskipanarnevndini), ið hevur savnað tilfar og bøkur sum ongantíð áður í menningini av føroyska stýrislagnum. Formaður nevndarinnar, ið nú eisini er rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur sambært vælvitandi keldum søkt um, at játtanin til stjórnarskipanarnevndina heldur fram í nøkur ár frameftir, til tað, at samheilur stovnur skal vera hjá løgmanni og løgtingi, eins og fólki og miðlum, at heita á, nú stjórnarskipanin skal viðgerðast, samtykkjast og síðani fylgjast upp og eftirmetast. Vónandi verður hendan umsøknin gingin á møti, allari tjóðini at gagni.
Til endans skal nevnast, at frægasti glottin innan føroysku løgfrøðina seinru árini hevur verið "Føroyskt Lógarrit", ið nú á sætta ári lýsir og kunnar um føroysk rættarviðurskifti. Hetta samtak, ella stovnur, ið verður rikið av sjálvbodnum ungum lóg- og stjórnarkønum føroyingum, sigst nú at hava ætlanir um at hýsa ráðstevnu komandi vár, um mannarættindi í stjórnarskipanum, við støði í uppskotinum til føroyska stjórnarskipan. Henda ætlan og virksemið kring "Føroyskt Lógarrit" eigur at fáa neyðuga stuðulin, soleiðsni at virksemið teirra kann halda fram, ótarnað av fæleysum umstøðum.
Samanumtikið kunna uppskotsstillararnir bert taka upp eftir íslendingum, sum siga at løgfrøði er sjálvræði. Vilji fólksins er lóg landsins. Skula føroyingar ráða í Føroyum, er alneyðugt at fólkið í landinum hevur ræði á og kennir sínar egnu lógir til fulnar, og hesum máli røkka vit bert, um lógskúli verður skipaður á einasta lærda háskúlanum vit eiga – á Fróðskaparsetri Føroya.
á Føroya Løgtingi, 01. november 2006
Tórbjørn Jacobsen