Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum
Uppskot til samtyktar
Løgtingið staðfestir:
– at føroyska loftrúmið í dag er lagt til aðrar myndugleikar at umsita,
– at føroyskir myndugleikar hava einki innlit í ella ávirkan á, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – eitt nú við ólógligum flutningi
– at stórar broytingar fara fram á loftferðslu- og loftrúmsøkinum í bæði Evropa og í Norðuratlantshavi,
– at bæði arbeiðspláss, faklig og tøknilig menning, umframt møguligar inntøkur eru at vinna við at hava egið ræði á loftrúminum, og at gera avtalur við onnur lond og altjóða felagsskapir viðvíkjandi loftrúminum
– at føroyskir myndugleikar eins væl sjálvir kunnu samráðast um samstarvsavtalur og byggja sær upp fakligan og tøkniligan førleika á økinum
Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka øll neyðug stig til at fáa umsitingina av føroyska loftrúminum á føroyskar hendur og sjálvt at samráðast við teir myndugleikar, sum í dag virka í føroyskum loftrúmi
Almennar viðmerkingar
Umsitingin av føroyska loftrúminum er í dag løgd til íslendskar myndugleikar at umsita.
Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og danskar myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av loftrúminum.
Samstundis eru stórar broytingar í ferð við at henda innan Evropasamveldið, har nýggjar navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um, at samskipa umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa.
Lond sum Ísland og Noreg hava longu fyrireikað seg til nýggja veruleikan í Norðuratlantshavi og hava orðað ætlanir og strategiir fyri, hvussu tey kunnu fáa ein virknan leiklut í tí tómrúminum, sum hevur tikið seg upp, eftir at hernaðarligu samskiftis- og eftirlitsskipanirnar verða niðurlaðaðar.
Sostatt verður nú beinagrindin sett saman, ið fer at binda saman alla umsiting, inntøkur og tøkniliga menning á loftferðsluøkinum og í loftrúminum í okkara parti av heiminum.
Eingin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm. Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra ætlan fyri leikluti Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram.
Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata.
Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum og síðani hava okkara egna leiklut við samráðingarborðið. Á henda hátt vinna vit okkum samtundis innlit og vitan um, hvussu loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri Føroyar. Vit vinna okkum altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur samráðingarpartur – og vit kunnu fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir til frama fyri føroyska samfelagið.
Metingar um gjøld o.a.
Ógjørligt er í løtuni at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu takast frá flogførum í føroyskum loftrúmi.
Greitt er, at ICAO-sáttmálin ásetir, at gjøld skulu byggjast á rakstrar- og íløguútreiðslur fyri ta tøkni og tey starvsfólk, ið krevjast fyri at umsita lofrúmið og veita tænastur.
Men greitt er ikki, hvat júst hetta fevnir um.
Í hvussu er kann staðfestast, at ymiskt er, hvussu høg gjøld tey ymsu londini í Evropa taka fyri flúgving gjøgnum síni loftrúm.
Eitt nú tekur Bretland eitt lutfalsliga høgt gjald, ið gevur rættiliga stórar inntøkur tilsamans. Inntøkur, ið tykjast vera væl størri enn kostnaðurin at hava eftirlit við loftrúminum.
Tjóðveldisflokkurin hevur útvegað sær upplýsingar til eina meting, ið sjálvsagt skal takast við størsta fyrvarni og fyrst og fremst skal lýsa, hvussu gjøld verða roknað út aðrastaðni.
Í talvuni niðanfyri verður víst, hvussu gjøld verða ásett aðrastaðni, og eitt roknidømi er gjørt fyri Føroyar.
Ein eindarprísur verður ásettur í mun til slag av flogfari og í mun til vekt. Síðani verður goldið eftir, hvussu langan tein eitt flogfar ferðast í loftrúminum.
Vit hava sett talið av flogførum í føroyskum loftrúmi í mun til talið av flogførum í íslendskum loftrúmi – og hava varilsiga mett, at 74.000 flogfør eru í føroyskum loftrúmi árliga.
Eindarkostnaðurin í Evropa liggur millum 55-70 Euro (Bretland er tó hægst við 81,83 Euro), og vit hava tí varisliga sett ein eindarkostnað uppá 60 Euro.
Síðani hava vit býtt sundur millum trý sløg av flogførum, ið hava ymiskan eindarprís.
Sambært hesum metingum kunnu vit í minsta lagi sláa fast, at eingin trupulleika skuldi verið at fíggja eina egna loftrúmsumsiting við íløgum, arbeiðsplássum og tøkni.
Og vónandi kann Løgtingið nýta hesar metingar til at útvega sær neyvari upplýsingar í nevndararbeiðinum.