Uppskot til samtyktar um borghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
Uppskot til samtyktar
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um, at farið verður undir fyrireikingar at gera berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv, og í tí sambandi at seta neyðugan pening av á fíggjarlógini 2008 ella í eykajáttanarlóg í 2007.
Viðmerkingar:
Allir føroyingar, sum lurta eftir útvarpinum í vetrarhálvuni, eiga at vita um trupulleikarnar, sum fólkið norðuri við Gjógv búleikast undir, tá ið tað ræður um flutning til og frá bygdini. Ávaring er um ring, vandamikil ella eingi koyrilíkindi næstan hvønn dag í hálendinum har norðuri.
Á vári 2002 samtykti Løgtingið at gera forkanningar til bergholsgerð ímillum Funning og Gjógv og ímillum Øravík og Fámjin. Hálv millión varð sett av, men sambært roknskapi landsins fyri 2002 vóru bara brúktar kr. 211.000 til endamálið.
Gjáar Kommuna (sum tá var sjálvstøðug kommuna) var á fundi við Landsverk á sumri 2003, har løgd varð fram ein fyribils ætlan og útkast til tunnilsføring ímillum grannabygdirnar báðar, Funning og Gjógv. Landsverk gjørdi á fundinum vart við, at nærri kanningar máttu gerast av lendinum, og hetta skuldi gerast við trimum kjarnuboringum, ið skuldu vísa dygdina í tilfarinum, har ætlanin var, at bergholið skuldi vera.
Umboðini fyri táverandi Gjáar kommunu tóku fult undir við hesum, og avtalað varð síðani, at Landsverk skuldi heita á játtandi myndugleikarnar, at fáa neyðuga peningin (umleið kr. 300.000) settan av á fíggjarlógini til endamálið.
Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 varð einki sett av til endamálið, og í 2005 varð heldur einki sett av. Hartil er at siga, at andstøðutinglimir fleiri ferðir hava roynt at sett málið á skrá, eisini í fíggjarlógarhøpi, men higartil er tað fallið hvørja ferð. Tó við vaksandi undirtøku. Seinast, fyri jól 2006, fall tað knípið, við atkvøðunum 14-18.
Hendan verkætlanin má og skal raðfestast. Hon er alneyðug, skal Gjáar bygd verða lív lagað. Ferðsluviðurskiftini eru ótolandi ein alt ov stóran part av árinum. Bygdin er annars, sum tey flestu vita, eitt støðugt vaksandi ferðamannamál, bæði fyri føroyingar og útlendingar, í so máta ein perla, bæði á sumri og vetri. Vandin og óttin, sum er um hesa farleið á vetrardegi, eru ikki hóskandi í nútíðarsamfelagnum, og ger tað næstan ómøguligt, at reka skipað vinnulív í bygdini, soleiðis sum gjáarfólk annars hava roynt tað á ymsum vinnumótum.
Í skrivi til Gjáar kommunu skrivar Oyvindur Brimnes hin 15. desember 2004, at peningurin, sum varð ætlaður til forkanningarnar í 2002, ikki varð nýttur, harvið fall hann inn aftur í landskassan, tvs. at fyri hesa verkætlanina var hann burtur. Annars boðar hann í sama skrivi frá, at soleiðis sum hendan samgongan tá raðfesti, so vóru eingi útlit fyri nøkrum tey næstu 5 árini. Hvaðani hann hevur hesa raðfestingina, vita vit ikki, men hann staðfestir í hvussu er, at sambært hesi raðfesting verða ongar kanningar gjørdar í bergholslinjuni ímillum Funning og Gjógv.
Sambært skitsuprosjektinum, sum gjørt er um sambandið ímillum grannabygdirnar, snýr verkætlanin seg um 960 metrar av vegi í Funningi, 1800 metrar av bergholi og 1150 metrar av vegi Heimi í Dal, gjáarmegin. Ætlanin er, at tunnilin verður tvísporaður, tað er einasta rætta loysnin í dag, og fyribilsmetingin um kostnað er umleið 90 – 110 milliónir krónur. Tá er hædd tikin fyri øllum galdandi trygdarkrøvum.
Neyðugt er í fyrstu atløgu, at Løgtingið samtykkir hesa áheitanina á landsstýrismannin, soleiðis at hann fær sett neyðugu játtanina á fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, ella fyri tað á eykajáttanarlóg, fyri at neyðugu kanningarnar av jarðfrøðini í økinum kunna gerast, soleiðis at greiði fæst á, hvar kjarnur skula borast. Eftir tað ber til at kortleggja jarðfrøðina neyvari, fyri at endaliga kann farast undir at leggja linjuføringina og gera verkætlanina, sum eigur at fáa fyrstu raðfesting, nú tá ið samferðsluætlan verður gjørd fyri allar Føroyar.
Vónandi tekur Løgtingið undir við uppskotinum, sum átti eina játtan inni á fíggjarlógini fyri nógvum árum síðani, men sum ikki varð brúkt, og harvið varð burtur. Nú er tíðin komin til at endurjátta hesa upphæddina, sum í fyrstu atløgu snýr seg um fyrireikingar til eina verkætlan um tunnilsgerð ímillum bygdirnar Funning og Gjógv í Eysturoy.
Annars liggja øll skjølini, sum eru fingin til vega ígjøgnum alment innlit í málið frá Landsverki, við uppskotinum sum fylgiskjøl.
Skjøl:
1. Skjalainnlit frá Landsverki
2. Kort
3. Kort
Á Løgtingi, 27. februar 2007
Tórbjørn Jacobsen