uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Ár 2006, 15. august, legði Hergeir Nielsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka stig til at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni, soleiðis at altjóða sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi frá 1993 verður hildin.
Viðmerkingar:
Altjóða sáttmálabundnar skyldur at verja náttúruna og at tryggja fyrisitingarligar, skilagóðar og vælgrundaðar avgerðir náttúruni viðvíkjandi hvíla á Føroyum.
Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Sáttmálin er sera víðfevndur. Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi.
Innlendismálaráðið hevur ikki gloymt hesa avtalu, tí so seint sum í 2004 skrivaði Innlendismálaráðið "Miljøhandlingsplan 2005-2008" saman við øðrum Norðurlondum.
Har stendur:
"Det nordiske samarbejde skal indrettes på en sådan måde, at den negative udvikling, når det gælder tab af arter og bestande inklusive deres levesteder, stoppes med det formål, at tabet af biologisk mangfoldighed standses senest i 2010"
og
"Arbejdet med at standse tabet af biologisk mangfoldighed senest i år 2010 vil have høj prioritet".
Lívfrøðingar í Føroyum halda gongdina í náttúruni sum heild vera sera negativa, og at ongar veruligar kanningar verða gjørdar, sum lýsa hesa afturgongd, ella hvat gerast skal fyri at støðga henni.
Í Føroyum vita vit m.a.:
– at 74 plantusløg og 54 fuglasløg eru møgulig evni til at koma á ein reyðlista fyri Føroyar,
at reyð várhagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni eru útdeyð í Føroyum,
at hiplingur og skógspurvur, hvítravnur og havørn eru horvin,
men at
bládúgvan í Føroyum verður roknað sum rein (ikki kynblandað) dúgva, og
at 90% av heimsbúfjøldini av Drunnhvíta er í Nolsoy.
Hesar og aðrar sermerktar reinar føroyskar stovnar er okkum sera umráðandi at verja.
Umframt altjóða skyldur, so hevur Innlendismálaráðið eina fyrisitingarliga skyldu til at røkja náttúruna so væl sum gjørligt.
Føroyska samfelagið, ið burturav livir av tí, sum náttúran kastar av sær, átti at verið undangonguland á hesum øki.
Tíverri eru týðiligar ábendingar um, at einki røkist fyri, at vit í heila tikið ætla okkum at halda altjóða skyldur okkara á hesum øki. Tað tekur fleiri ár at savna neyðuga vitan hesum viðvíkjandi, og einki røkist fyri, at fakligur førleiki verður settur av til hetta arbeiðið.
Náttúrugripasavnið fekk játtan frá Innlendismálaráðnum í fleiri ár til at savna inn viðkomandi taltilfar, men í 2006 støðgaði Innlendismálaráðið hesi játtan, og er tað neyðuga fyrireikandi arbeiðið tí støðgað.
Í 2002 vóru 165.000,- kr. játtaðar til forkanningar til at fara undir at skráseta lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum
Frá 2003-2005 varð arbeitt við fylgjandi trimum punktum:
Menning av dátustovni og GIS-skipan og harumframt skráseting av nýggjum dátum.
Planlegging og feltarbeiði og royndarfeltarbeiði av fáum úrvaldum sløgum í sambandi við framleiðslu av reyðlista fyri plantur og fuglar.
Framleiðsla av fyribils reyðlistum út frá verandi innsavningum hjá Náttúrugripasavninum.
Í 2003 vórðu 320.000 kr. játtaðar, í 2004 vórðu 444.000 kr. játtaðar og í 2005 vórðu 350.000 kr. játtaðar, meðan søkt varð um 528.000 kr.
Í 2006 varð als eingin játtan latin til hetta sáttmálabundna arbeiðið.
Ein munnligur fyrispurningur á tingi til landsstýrismannin í innlendismálum varpaði ljós á málið í apríl 2006.
Viðgingið varð, at tað gekk alt ov seint og var ein spurningur um fígging. Tað tekur fakkunnleikanum fleiri ár at lýsa málið og staðfesta, hvussu støðan er, og tástani kann farast undir at staðfesta afturgongdir.
Hóast hesa niðurstøðu so loyvdi landsstýrismaðurin sær at ivast í, um støðan var so hættislig, sum frásagt varð.
Umráðandi er, at Løgtingið fær at vita frá landsstýrismanninum, um hann góðtekur, at støðan er so hættislig, sum lýst er frammanfyri, men kortini ikki heldur tað standa so illa til, ella hann ikki góðtekur, at støðan er so, sum frá er sagt, men hevur eina aðra meting sjálvur.
Sáttmálin um Lívfrøðiligt Margfeldi, sum er góðkendur av Løgtinginum, áleggur eitt miðvíst arbeiði til at kenna náttúruna í teimum einstøku londunum.
Vit eru eftirbátur í mun til ES, londini rundan um okkum og samstarvsfelagar okkara í grannalondunum.
Krøvini gerast fleiri og avleiðingarnar av ikki at fylgja teimum gerast meira ítøkiligar. Hvørt ár, har vit bíða við at játta pening, elvir til, at øll tey komandi árini gerast nógv dýrari.
Hóast sera lítil, er føroyska náttúran sera illa lýst. Tey flestu plantu- og djórasløgini, sum vit kenna í Føroyum, stava frá einaferðs kanningum, sum útlendingar hava gjørt. Sostatt hava nógvar verkætlanir ikki lagt nakran kunnleika eftir sær, einans eina uppteljing av sløgum.
Landsstýrismaðurin í innlendismálum bíðar eftir nýggju náttúru-, umhvørvis-, og lendisumsitingini, men henda nýggja fyrisiting fær tíverri ikki virkað uttan neyðugt hagtalstilfar.
Umsitingin skal gera lógir og kunngerðir við støði í hollari ráðgeving um føroysku náttúruna. Uttan hesa vitan fæst eingin tílík ráðgeving, og tá verður ofta hugt eftir, hvussu gjørt verður aðrastaðni, og tá serliga í Danmark.
Verður henda leiðin troytt, fáa vit lógir og kunngerðir, sum ikki kunnu brúkast til at umsita føroyska náttúru eftir.
Umsitingin kemur m.a.at taka støðu til, um loyvi skulu gevast til inntriv av øllum møguligum slag. Sum er, verða loyvi givin uttan nærri vitan um, hvør náttúra hvørvur.
Verður hetta broytt, so at tað áliggur byggiharranum at vísa á, hvør náttúra hvørvur, ber til við støði í hesi vitan at siga nakað um, hvat hetta inntrivið kemur at merkja fyri føroyska náttúru sum heild.
Eitt nú tekur Yvirfriðingarnevndin støðu til øll størri byggimál, men eftir bestu sannføring kunnu niðurstøðurnar hjá Yvirfriðingarnevndini ikki brúkast til nakað í náttúrufrøðiligum høpi. Tær byggja á persónligar metingar, sum einki fakligt støði hava í náttúrufrøðiligum kanningum.
Umframt nógva beinleiðis gransking, sum henda játtan førir við sær, vísa dátur sum tær, sum fáast við arbeiði sum hesum, seg altíð at avdúka nýggja vitan um samanhangir í náttúruni og loysa upp fyri nýggjum granskingarmøguleikum.
Ofta hevur monitering (áhaldandi innsavnan av dátum) ikki verið roknað sum gransking, men hetta broytist. Vit síggja fleiri og fleiri dømi um, at dátur, sum hava verið innsavnaðar við onkrum einføldum eygleiðingarendamáli, vísa seg at vera sera áhugaverdar vísindaliga.
Ongastaðni á jørðini er tað so heitt so norðarlaga sum um okkara leiðir. Nú veðurlagsbroyingar eru farnar at gera um seg, kemur hetta at ávirka náttúruna.
Bara við at savna data nú ber til at samanlíkna og granska í hesum um 10 ár. Fyri 100 árum síðani hugsaði eingin um globala hitan, men nú verður granskað óført í einføldum gomlum veðurmátingum o.s.fr.
Føroyska náttúran er heilt serstaka væk egnað, tá tað kemur til náttúrugransking. Í Føroyum hava vit eina "lítla", einfalda, avmarkaða náttúru, sum ger, at vit sera lætt kunnu kenna sera nógvar faktorar.
Mælt verður til at játta 1 mió.kr., soleiðis at ein plantu- og ein djórafrøðingur verða settir at arbeiða við øllum teimum uppgávum, sum liggja á láni.
Ein orsøkin til, at landsstýrið ikki megnar at røkja hesar sáttmálabundnu skyldur sínar, er, at náttúruøkið hoyrir undir Innlendismálaráðið, meðan Náttúrugripasavnið hoyrir undir Mentamálaráðið.
Innlendismálaráðið hevur altjóða sáttmálar um náttúru so sum lívføðiligt margfeldi (biodiversitetsáttmálan) sum málsøki, og teirra trupulleiki er, at teir vilja ikki gjalda til eitt mál, sum ikki verður roknað undir teirra umsiting.
Bráðneyðugt er tí, at Løgtingið tekur um endan og fær hesi viðurskifti í rættlag. Roknað verður við, at 1 mió.kr. árliga til Náttúrugripasavnið er nóg mikið til at fáa verkætlanina Lívfrøðiligt Margfeldi lagda í fasta legu.