Lýsing

Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja fram løgtingslógaruppskot um heildarætlan fyri undirstøðukervi í Svínoy.

Viðmerkingar:
Støðan í útoyggjum Føroya er bara versnað. Er versnandi. Mangastaðni er støðan so úr lagi, at álvarslig átøk mega gerast, skal hugsingur vera um menning aftur. Landsstýrið frá 98-02 setti í verk greiningararbeiði, bæði viðvíkjandi økjunum uttan fyri meginøkið og fyri útoyggjarnar. Bóklingurin – útoyggjaálitið – var ein partur av hesum virksemi.

Flestu staðni er fólkatalið komið at teimum mørkum, at lítil vón nú tykist vera fyri, at gongdin kann vendast. Skal hon tað, má politiska skipanin taka lógvatak saman fyri at venda støðugt hóttandi gongdini. Ymiskt er, hvussu oyggjarnar liggja fyri í mun til meginlandið, harvið er tað ymiskt, hvat ið er til ráða at taka í hvørjum einstøkum føri.

Í Norðoyggjum er útoyggjaproblematikkurin loystur í stóran mun. Í fyrsta lagi er Borðoyggin knýtt upp í meginøkið ella øvut, og Kunoyggin og Viðoyggin eru aftur knýttar at natúrliga miðdeplinum í økinum Klaksvík – við byrgingum og tunlum. Kalsoyggin er bjargað, eftir at tær almennu Føroyar hava gjørt neyðugu íløgurnar í bergholini, og serliga eftir at ferjulegan á Syðradali varð veruleiki, og fólk og farmur kundu flytast soleiðis, sum nútíðarsamfelagið krevur tað.

Sæð í hesum ljósinum eru Svínoy og Fugloy dragnaðar í mun til menningar-møguleikarnar í hinum oyggjunum, sum eru íkomnir, eftir at undirstøðukervið er vorðið so frægt, sum tað nú einaferð er. Og verður uppaftur betri, tá ið tunlarnir Norð um Fjall og Viðoyartunnilin einaferð verða skotnir ígjøgnum samsvarandi almennu raðfestingunum, sum nú liggja í kortunum.

Landafrøðiliga kemur Fugloyggin altíð at hava tann trupulleikin, hon nú einaferð hevur frá náttúrunnar hond. Harfyri átti og burdi hon kunnað verðið ment í ferðavinnu og øðrum samanhangi, har ferðslan fyri tað mesta má vera loftvegis við tyrlu.

Svínoyggin liggur øðrvísi fyri og kann á mangan hátt samanberast við Kalsoynna fyri vestan. Upplandið er stórt. Tað er áður prógvað, at vinnumøguleikar eru bæði í landbúnaði og aling. Trupulleikin er sambandið til og frá oynni. Øll hesi árini, fólkatalið er minkað, hava svínoyingar víst á, at tað finnast møguleikar fyri at venda gongdini, um almenni myndugleikin ger neyðugu íløgurnar í undirstøðukervið, sum við optimalu loysnini kundi broytt fyritreytirnar somikið, at hon í møguleikum var ájøvn Kalsoynni. Sum skilst eru forkanningarnar til hesa loysnina um at vera lidnar.

Flestu eru samd um, at einasta leiðin at ganga er, at vegur og berghol verða gjørd úr bygdini og út í Havnir, har ferjulega samstundis verður gjørd, og fer hetta at hava við sær, at farleiðin millum Hvannasund og Svínoynna verður á leið 12 minuttir, og at lendingarviðurskiftini verða trygg í oynni. Harvið er tað bara ein raðfestur frekvensur, sum ávirkar menningarmøguleikarnar.

Hetta uppskotið hevur til endamáls, táið tað er samtykt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, ella møguliga landsstýrismaðurin, sum til eina og hvørja tíð varar av útoyggjunum, ger eina heildarætlan fyri verkætlanina um undirstøðukervið viðvíkjandi Svínoy. Hugskotið, sum nú verður umrøtt, og sum øll halda vera skilabestu loysnina, er eftirhondini tríati ára gamalt, og eigur nú at vera sett á lunnar. Landsstýrismaðurin leggur ætlanina og fíggjarheimildina í eina verklagslóg, ið hann síðani leggur fyri tingið, so skjótt sum tað er verkligt møguligt.

Á Løgtingi, 27. februar 2007

Høgni Hoydal

Tórbjørn Jacobsen
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad