Uppskot um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum
Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum
§ 1. Felagsskapir, sum á almenngagnligum grundarlagi reka og viðlíkahalda eldri føroysk skip og bátar og á tann hátt varðveita føroyska mentanararvin á sjónum, kunnu fáa almennan stuðul, tá tey lúka treytirnar í hesi lóg.
Stk. 2. Skipini og/ella bátarnir skulu vera minst 50 ár fyri at hava rætt til stuðul, og skulu harumframt lúka nøkur serstøk krøv um siðsøgulig eyðkenni, sum verða nærri ásett við kunngerð.
§ 2. Studningur verður veittur eftir umsókn. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi, harundir hvussu og nær studningurin kann verða veittur.
§ 3. Treytin fyri at søkja um stuðul er, at viðkomandi felagsskapur frammanundan hevur fingið góðkenning sum stuðulsøkjandi felagsskapur.
Stk. 2. Í sambandi við umsókn um stuðul skal felagsskapurin senda viðtøkur sínar fyri stovnan og rakstri til góðkenningar
Stk. 3. Í viðtøkunum skal m.a. verða lýst stjórnarskipan, virkisøki og virksemi hjá felagsskapinum.
Stk. 4. Møguligur roknskapur við rakstrarúrsliti og fíggjarstøðu skal somuleiðis sendast landsstýrismanninum til kunningar.
§ 4. Landsantikvarurin hevur eftirlit við stuðulssøkjandi felagsskapunum, sum eiga og umsita eldri skip og bátar, og veitir teimum hjálp og leiðbeining.
Stk. 2. Stuðulssøkjandi felagsskapur sendir landsantikvarinum ársroknskap við frágreiðing um viðlíkahald, íløgur og ætlanir um keyp av bátum/skipum til fakliga góðkenning. Landsantikvarurin sendir landsstýrinum tað til fíggjarligar góðkenningar við tilráðing síni, áðrenn studningur verður veittur eftir hesi lóg.
Stk. 3. Gevst ein stuðulsmóttakandi felagsskapur sambært hesi lóg við virki sínum, ella ognir tess fella í órøkt, ger landsantikvarurin av, hvussu gripir tess skulu varðveitast, til annar felagsskapur aftur verður góðkendur innan avvarðandi virkisøki, og hvussu skyldur tess annars skulu røkjast.
Stk. 4. Bátar, skip við tilhoyrandi reiðskapi og útgerð, sum góðkendur felagsskapur eigur, mugu ikki verða latin av hondum aftur uttan góðkenning.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann treyta studning av, at landið fær veð í skipinum og/ella bátinum, sum trygd fyri afturgjaldi av studninginum, um so er, at skipið/báturin verður seldur í stríð við reglurnar í hesi lóg.
§ 5. Landið letur góðkendum felagsskapi í studningi 75% av útreiðslum til viðlíkahald og ábøtur, umframt keyp av góðkendum skipi ella báti.
Stk. 2. Rakstrarútreiðslur og aðrar útreiðslur, sum ikki koma undir studningsendurgjald, verða hildnar av avvarðandi felagsskapi sjálvum.
§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.
Almennar viðmerkingar:
Í ásannani av, at Føroyar eru ein fiskiveiðitjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum, verður hildið avgjørt neyðugt at taka øll neyðug stig til tess eisini at fjálga um og varðveita henda part av okkara mentanararvi.
Ein týðandi partur av hesum mentanararvi eru tey skip og bátar, sum ymsir áhuga-felagsskapir kring landið hava tikið seg saman um at varðveita og viðlíkahalda.
Sluppirnar Jóhanna og Westward Ho eru t.d. partur av hesum ómissandi arvi og okkara samleika sum fólk.
Tað eru eisini onnur skip og bátar, sum hava stórt siðsøguligt virði, sum ósjálvsøknu eldsálirnar, sum mynda hesar felagsskapir í veruleikanum hava bjargað, til stóra gleði fyri bæði einstøku bygdirnar og samfelagið.
Hóast sjálvboðin arbeiðsmegi og offurvilji er til staðar, so hevur hetta til tíðir ikki verið nógmikið til at halda hesar flótandi forngripir viðlíka. Skip og bátar farast skjótt í tí harðrenda umhvørvi, har tey frá náttúrunnar hond mugu búleikast. Tískil er stórur tørvur á áhaldandi og mangan kostnaðarmiklum umvælingum, har privata initiativið og peningur ikki røkkur. Av somu orsøk er neyðugt, at tað almenna trínur inn á henda pall og rættir eina hjálpandi hond eins og við forngripum á landi.
Skotið verður í hesum sambandi upp, at tað almenna kann veita stuðul við upp til 75 % av kostnaðinum til umvæling/viðlíkahald umframt møguligt keyp av tílíkum skipum og bátum. Á henda hátt verður privata medábyrgdin av hesum virksemi varðveitt, samstundis sum tað almenna tryggjar, at neyðugi fíggjarligi førleikin til tess at viðlíkahalda hesi fornminni framhaldandi er til staðar.
Tá tað er umráðandi, at neyðugi fakligi førleikin hevur ein leiklut í viðgerðini av málinum, verður mett skilagott, at landsstýrismaðurin ráðførir seg við landsantikvarin, tá felagsskapurin verður góðkendur við rætti til tílíkan stuðul. Eisini verður mett neyðugt, at landsantikvarurin gevur sítt ummæli í hvørjum einstøkum føri, tá umsóknir verða viðgjørdar, og stuðul verður veittur sambært hesi lóg. Í førum har almennur peningur verður nýttur, verður eisini hildið neyðugt, at stuðulsmóttakandi eindirnar eru undir ávísum eftirliti uttan harvið at missa sín sjálvsavgerðarrætt.
Settar verða tískil reglur fyri, hvussu farast skal fram, um so er, at ein felagsskapur, sum hevur móttikið stuðul, dettur niður fyri, ella í øðrum lagi hevur í hyggju at selja ognir sínar.
Landsstýrismaðurin kann tá sum eftirlitsmyndugleiki taka tey stig, sum eru neyðug til tess at tryggja almennu áhugamálini.
Mett verður, at hóskandi er fyri fyrst at seta av uml. 1 mió. kr. á fíggjarlógini til hetta endamál. Nevnda upphædd skuldi fyribils verið nógmikið til, at okkara flótandi fornminni ikki fara fyri skeyti.
Viðmerkingar til einstøku greinirnar:
ad. § 1. Dentur verður lagdur á, at talan er um felagsskapir, sum virka á almenngagn-ligum grundarlagi og ikki reka privat vinnuvirksemi við inntøku sum endamáli.
Lógin fevnir bert um føroysk skip og bátar, sum eru eldri enn 50 ár. Hetta er grundað á, at neyðugt er at avmarkað vavið á teimum bátum skipum, sum hava rætt til stuðul, umframt at tað í flestum førum eru tílík før, sum hava siðsøguligan áhuga og mentan-arligt virði.
Tað eru ei heldur øll før, sum eru eldri enn 50 ár, sum hava rætt til stuðul sambært lógini. Eyðsýnt er, at stuðul bert verður veittur, um so er, at skipið/báturin umboðar nakað serstakt og hevur søguligt virði. Tískil verða meira nágreiniligar treytir hesum viðvíkjandi fyriskipaðar við kunngerð út frá nøkrum serstøkum eyðkennum, ásettar av serkønum á økinum.
ad. § 2. Studningur verður bert veittur sambært umsókn. Nærri reglur hesum viðvíkjandi verða ásettar í kunngerð. Her verða m.a. settar reglur fyri, nær og hvussu studningurin kann verða veittur. Vanliga mannagongdin er í tílíkum førum, at studningur bert verður veittur móti dokumenteraðum útreiðslum til ætlaða endamálið.
ad. § 3. Ein natúrlig treyt fyri at søkja um stuðul er, at felagsskapurin er viðurkendur og harvið lúkar fortreytirnar í lógini um rætt til almennan stuðul. Tískil er neyðugt, at viðtøkurnar, sum eru galdandi fyri felagsskapin, frammanundan eru góðkendar av avvarðandi myndugleika. Eru ongar formligar viðtøkur galdandi fyri felagsskapin, sum eigur og rekur skip, fevnd av hesi lóg, so er neyðugt, at viðkomandi felagsskapur, fær formligu viðurskiftini í lagi, áðrenn søkt verður um stuðul.
Tá stuðul sjálvsagt er treytaður av, at felagsskapirnir sýna fíggjarliga ábyrgd og skynsemi, skal rakstrarroknskapur og fíggjarstøða sendast myndugleikunum til kunningar.
ad. § 4. Tá tað er umráðandi, at fakligi førleikin er partur av avgerðartilgongdini, verður skotið upp, at landsantikvarurin hevur eftirlit við teimum stuðulssøkjandi felagsskapunum. Landsantikvarurin skal sostatt koma við sínum tilráðingum og antin frá- ella viðmæla eini ætlan, áðrenn studningur verður veittur eftir hesi lóg. Tað kann eisini henda, at ein stuðulsmóttakandi felagsskapur heldur uppat við virksemi sínum ella ognirnar falla í órøkt. Í slíkum førum ger landsantikvarurin av, hvussu gripir tess skulu varðveitast, og hvussu skyldur tess annars skulu røkjast. Heldur ikki mugu bátar og skip verða latin av hondum aftur uttan góðkenning. Tað má vera eitt sjálvsagt krav, at tann, sum hevur veitt stuðul, má hava møguleika fyri at tryggja sær, at tey áhugamál, sum studningur er latin til, ikki verða undirgravað og tileinkisgjørd við eini møguligari sølu av skipinum. Tí verður skotið upp, at landsstýrismaðurin kann treyta studning av, at landið fær veð í skipinum sum trygd fyri afturgjaldið av studninginum í teimum førum, tað skuldi hent, at skipið/báturin verður seldur í stríð við reglurnar í hesi lóg.
ad. § 5. Mett verður, at hóskandi studningsupphædd er 75% av útreiðslum til viðlíkahald og ábøtur, umframt keyp av góðkendum skipi ella báti. Útgangsstøðið er, at latin verður stuðul, grundað á staðfestar útreiðslur, sum próvfast tæna tí endamáli, studningurin er ætlaður til.
25 % av viðlíkahaldsútreiðslum og nýíløgum til skip ella bátar mugu sostatt útvegast við eginfígging. Rakstrarútreiðslur mugu harvið í síni heild rindast av viðkomandi felagsskapi sjálvum.