Lýsing

Sálarligur harðskapur skal kriminaliserast

Í Føroyum er sálarligur harðskapur ikki revsiverdur. Tí hevur Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, lagt uppskot fram um at kriminalisera sálarligan harðskap.

Sum revsilógin er í dag, er sálarligur harðskapur bert revsiverdur, um hann fer fram saman við øðrum harðskapi. 

Kvinnuhúsið hevur seinastu árini fingið yvir 300 áheitanir um sálarligan harðskap árliga og kanning, sum Lóður gjørdi í 2021 vísti, at heili 19% av teimum spurdu, hava upplivað okkurt slag av sálarligum harðskapi.

“Sálarligur harðskapur er skaðiligur og niðurbrótandi. Tað er eingin haldgóð orsøk fyri, at sálarligur harðskapur ikki skal kriminaliserast. Hetta eigur at vera eitt mál, har tað ber til at finna semju – so vit í nógv betur mun kunnu verja tey, ið hava verið úti fyri sálarligum harðskapi. Eg eri eisini vís í, at standa vit saman um hetta, kann tað senda eitt sterkt signal og viðvirka til eina neyðuga hugburðsbroyting á økinum,” sigur Hervør Pálsdóttir.

Í fleiri av grannalondum okkara, m.a. í Danmark og Noregi, eru revsilógirnar broyttar soleiðis, at sálarligur harðskapur er kriminaliseraður. Uppskotið varð lagt fram á tingfundinum í dag og kemur til viðgerar í næstum.

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad