Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Ár 2006, 14. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005,
verður í § 2, stk. 1 orðingin ”5.500 kr. treytað” broytt til ”5.500 kr., fyri einsamallar upphaldarar tó 11.000 kr., treytað”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Viðmerkingar til broytingar í løgtingslóg um landsskatt um dupultan barnafrádrátt til einsamallar uppihaldarar
Hetta uppskot verður lagt fram í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin.
Samstundis leggur Tjóðveldisflokkurin fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at greina livikorini hjá einsamøllum uppihaldarum sum heild og at skjóta upp lógarbroytingar og onnur tiltøk, ið kunnu bøta um fíggjarligu møguleikarnar og sosialu støðuna hjá hesum samfelagsbólki.
Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum.
Uppskotið fall á tingi, men verður nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot.
Tjóðveldisflokkurin heitir eisini á kommunurnar kring landið um at taka sama táttin upp og veita einsamøllum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt.
Uppskotið um dupultan barnafrádrátt rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum.
Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður krónuupphæddin í frádráttinum ein lutfalsliga stór broyting í tøku inntøkuni.
Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava
kr. 11.000 afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, samsvarar hetta eini hækking í tøku inntøkuni á 8%.
1. viðgerð 23. februar 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. mars 2006 legði fram soljóðandi
Álit
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 23. februar er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2. og 9. mars 2006.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Hagstovnuna, Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmann.
Uppskotið er ætlað at geva støkum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt. Hetta hugtak er ikki allýst í uppskotinum.
Upplýst fyri nevndini er, at umleið 53% av nýføðingum hava ógift foreldur.
Øll, sum Fíggjarnevndin undir viðgerðini hevur havt fund við, hava víst á, at tað ikki tykist møguligt við hjálp av verandi almennum skráum at fáa hugtakið ’stakir uppihaldarar’ allýst.
Verandi skipan við barnafrádrátti verður givin við atliti til børn undir 18 ár. Hetta er ein skipan, sum stórt sæð koyrir sjálvvirkandi uttan nakra umsiting.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og
Lisbeth L. Petersen) heldur, at óansæð hvussu trupulleikin viðvíkjandi áseting um, hvør skal verða umfataður av hesum uppskoti um dupultan barnafrádrátt, verður loystur, so fer hetta at krevja munandi umsiting. Hóast meirilutin ikki vil avvísa, at nógvar góðar grundir eru fyri at gera tiltøk fyri summar stakar upphaldarar, heldur meirilutin seg ikki kunna taka undir við eini skipan, sum fer at áleggja skattavaldinum ein munandi vøkstur av umsiting, serliga tá talan í veruleikanum er um eina uppgávu, sum má metast at vera eitt almannamál. Tá er skattavaldið ikki rætti myndugleikin.
Meirilutin heldur, at um landið skal veita stuðul til stakar uppihaldarar, eigur hetta at vera ein partur av almannalóggávuni og ikki skattalóggávuni.
Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) hevur tikið til eftirtektar, at tað kan vera ringt at fáa hugtakið ’stakur uppihaldari’ allýst og tí trupult at fáa teir ’røttu’ perónarnar at verða umfataðir av uppskotinum. Minnilutin heldur tað verða óheppið, um hetta verður lagt til Toll & Skatt at umsita, men hinvegin sær minniluti ikki teir stóru trupulleikarnar í at lata almannaverkið umsita eyðmerkingin av, hvørjir persónar skula verða umfataðir av rættinum til dupultan barnafrádrátt.
Minnilutin tekur tí undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.