Lýsing

Nú er nóg mikið Javnaðarflokkurin!

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava gott samstarv í Løgtinginum, men samstundis góðtekur leiðslan í Javnaðarflokkinum, at aðrir politikarar í Javnaðarflokkinum leggja eftir Tjóðveldinum og navngivnum politikarum í Tjóðveldi og skuldseta hesi fyri at siga ósatt, manipulera osfr.

Í politikki eru vit ósamd, og tað er eisini í lagi.

Men álit er grundarlagi undir góðum politiskum samstarvi. Í løtuni kundi mítt álit á Javnaðarflokkin verið betri.

Henda kósin hjá Javnaðarflokkinum, har tey hava the good guy og the bad guy, tá tað snýr seg um Tjóðveldi, er ikki júst álitisvekjandi.

Javnaðarflokkurin skal vita, at eg havi míni mørk – eisini við Javnaðarflokkinum.

Beinta Løwe
Løgtingskvinna
Tjóðveldi

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad