Lýsing

Bíðtíðin bara veksur í Barna- og ungdómspsykiatriini

Tað standa 211 børn á bíðilista, og bíðitíðin er 18 mánaðir!

Tað var eitt ræðandi, svar eg fekk frá landsstýrismanninum í dag. Og tað ger bara støðuna enn verri, at bæði bíðitíðin og talið á børnum, sum bíða, er hækkandi.

Avbjóðingin er stór –  tað er tó ikki ein undanførsla ikki at fremja loysnirnar
Hetta er ein stór og samansett avbjóðing, sum krevur, at vit øll standa saman um ymiskar loysnir. Tað er ongin ivi um, at partur av loysnini eisini liggur uttanfyri psykiatriina. Her hugsi eg um Sernám, Gigni, skúlar, stovnar og onnur, sum eru um børnini. Eitt er betri samskipan, annað er, at nógv størri dentur má leggjast á fyribyrging. Men hvussu leingi skulu vit blíva við at siga og skriva um tað. Hví verður hetta ikki gjørt? Eftirhondini føli eg, at eg fái sama svar hvørja ferð, eg spyrji. Alt meðan bíðilistin bara veksur- og børnini betala prísin.

Í ørkymlandi svarinum frá landsstýrismanninum stendur m.a. eisini, at;

samanumtikið verður mett, at sálarliga støðan hjá børnum og ungum als ikki er góð í dag”

“at støðan er versnandi hjá fleiri børnum og ungum, og langa bíðitíðin ger støðuna enn truplari fyri tey og teirra avvarðandi”

“at nógv dømi eru um, at avbjóðingarnar og niðursetti trivnaðurin hjá børnunum ongantíð er lýstur áður, og tí hava tey ongantíð fingið nakran stuðul og hjálp, áðrenn tey møta teimum í Barna-og ungdómspsykiatriini. Hetta hóast avbjóðingarnar hava verið týðiligar í fleiri ár”.

Hesar útsøgnir kunnu ikki sleppa at standa ósvaraðar. Her má politisk handling til í stundini. Børn og familjur líða.
Tað var fyri nøkrum árum síðan stórur kritikkur av umstøðunum í barnapsykiatriini og tað við røttum. Tá bleiv ein røð av átøkum sett í verk. Millum annað settu vit eina barnapsykiatriska dagviðgerðardeild á stovn. Á deildini skuldi eisini vera møguligt at innleggja børn. Tað hevur eisini verið ein góð avgerð, men nú frættist í svarinum, at børn aftur verða innløgd saman við vaksnum, tí støðan er so álvarsom. Her eru sostatt alt ov nógv tekin um, at støðan hjá børnunum krevur handling her og nú.

Hetta kann ikki góðtakast
Tað kann ikki góðtakast, at so álvarsamt svar verður givið, uttan at vit síggja ítøkiliga handling aftanfyri.
Vit í Tjóðveldi eru til ein hvørja tíð til reiðar at samstarva um hetta álvarsmál.
Ongin okkara kann liva við støðuni. Barnalívið skal ikki brúkast á bíðlista.
Viðgerðartrygdin hjá børnunum hevur neyvan nakrantíð verið longri burtur.

Umleið 550 dagar.
Tað verður ikki góðtikið.

Sirið Stenberg tingkvinna fyri Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad