Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging
Ár 2006, 3. mars, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging
§ 1
Í løgtingslóg nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging, verður gjørd hendan broyting:
1) § 1, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
”Helvtin av partapeninginum er ogn landsins, hin helvtin ogn tryggingartakaranna."
2) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Helvtin av partabrøvunum verður latin felagnum hjá tryggingartakarunum, Ognarfelagið Lív, sum er felag við avmarkaðari ábyrgd, stovnað tann 28. oktober 2005.", og stk. 2 verður hereftir stk. 3.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Tá ið Løgtingið í desember 1999 samtykti uppskot frá Føroya Landsstýri um at umskipa Føroya Lívstrygging til alment partafelag, var sera ivasamt, um Føroya Landsstýri hevði ognarrættin til Føroya Lívstrygging. Fyri í mest møguligan mun at verja rættindini hjá tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging, fyri at kunna skapa tryggar karmar um neyðug framstig á eftirlønarøkinum og fyri at umganga ognartøku, mæla uppskotsstillararnir Løgtinginum til at samtykkja hetta uppskot. Samstundis fær Føroya Landsstýri hildið sínar avtalaðuskyldur um at geva tryggingartakarunum og teim feløgum, sum umboða hesar, neyðuga ávirkan og innlit.
Í sambandi við at Føroya Lívstrygging bleiv stovnað í 1966, legði lógarnevndin fram álit, har greitt var frá, at endamálið við upprættanini av Føroya Lívstrygging var at gagna uppsparingini í landinum. Eisini verður sagt í álitinum, at Føroya Lívstrygging skuldi vera ein sjálveigandi stovnur.
Úrslitið bleiv, at Føroya Lívstrygging bleiv stovnað við løgtingslóg nr. 64 frá 10 oktober 1966 og kom at virka frá 1. januar 1967.
Føroya Landsstýri rindaði ongan pening til Føroya Lívstrygging í sambandi við stovnanina.
Gjøgnum øll árini hevur Føroya Lívstrygging selt sínar tryggingar til fólk og mótvegis fakfeløgum m.a. við tí grundgeving, at tað vóru tryggingartakararnir, sum áttu allar ognirnar í Føroya Lívstrygging.
Eftir gerðarrættardóm tann 25. juni 1991 í einum gerðarrættarmáli millum BLF o.o. feløg í móti Føroya Landsstýri tók Føroya Landsstýri til eftirtektar, at limirnir hjá fakfeløgunum hava fullan ognarrætt til eftirlønina, sum sambært sáttmálunum verður goldin av teimum og Føroya Landsstýri.
Í semju millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara frá 15. februar 1993 hevur Føroya Landsstýri bundið seg til at virka fyri, at lóg um Lívstrygging fær slíkt skap, at felagið fær innlit og ávirkan. Hetta er ongantíð gjørt.
Í drúgvum skrivi til Føroya Landsstýri, dagfest 31. oktober 1997, hevur Føroya Lívstrygging boðað frá, at hon og advokatur tess eru komin til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging er ein sjálveigandi stovnur, og at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging. Men í sambandi við umskipan av Føroya Lívstrygging í desembur 1999 fekk Løgtingið ongantíð upplýsingar um hetta skriv. Tvørturímóti boðar Vinnumálastýrið frá, at løgfrøðisligar kanningar eru gjørdar, og at niðurstøðan er greið, nevniliga, at Føroya Landsstýri eigur Føroya Lívstrygging.
Í sambandi við umskipanina av Føroya Lívstrygging í desember 1999 framdi Føroya Landsstýri onga hoyring av fakfeløgunum ella tryggingartakarunum.
M.a. vísandi til, at tað er sera ivasamt, um Føroya Landsstýri hevur ognarrættin til Føroya Lívstrygging, er tað alneyðugt at gera framstig á eftirlønarøkinum soleiðis, at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, og fyri at umganga ognartøku og annars í mest møguligan mun at verja rættindini hjá tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging mæla uppskotsstillararnir Løgtinginum til at samtykkja hetta uppskot til samtyktar. Samstundis fær Føroya Landsstýri hildið sínar avtalaðu skyldur um at geva feløgunum/tryggingartakarunum ávirkan og innlit.
Uppskotið, sum fimm tingfólk løgdu fyri tingið til samtyktar 20. februar 2002 um Føroya Lívstrygging, var soljóðandi:
Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging soleiðis, at Føroya Lívstrygging ístaðin verður skipað sum sjálveigandi stovnur ella á annan hátt, ið kann tryggja áhugamálini hjá øllum tryggingartakarunum um ávirkan og innlit.
Ásannað verður, at um finnast skal fram til røttu skipanina av Føroya Lívstrygging, er neyðugt, at Føroya Landsstýri, áðrenn broytingaruppskotið verður orðað, tekur upp samráðingar við umboðini fyri teir løntakarar, sum hava eftirlønaruppsparingar í P/F Føroya Lívstrygging.
Miðað verður eftir, at broytingarnar kunnu fáa gildi frá 1. juli 2002.
Á fundi við umboð fyri tryggingartakararnar 22. november 2004 gav eitt samlað landsstýri lyfti um, at tryggingartakararnir fáa í boði 50% av partabrøvunum í LÍV ókeypis. Landsstýrið helt seg við hesum hava ”livað upp til løgtingssamtyktina um LÍV”, sum tað er orðað í frásøgnini frá fundinum. Á fundinum 22. november 2004 varð eisini sagt, at miðað varð ímóti at leggja uppskotið um hetta fyri tingið eftir ólavsøku 2005.
14. desember 2004 sendir landsstýrið samráðingarbólkinum fyri tryggingartakarunum skriv, har sagt verður frá, at áheitanin um at víkja frá vanligum fyrningarreglum í samband við møguligt rættarmál um Føroya Lívstrygging verður gingin á møti. Skrivið frá 14. desember 2004 kann ikki skiljast á annan hátt, enn at landsstýrið staðfestir avtaluna frá 22. november 2004, og at landsstýrið er sinnað at fylgja henni og teimum tíðarfreistum, sum eru ásettar í avtaluni.
Tað er Ognarfelagið LÍV, sum skal hava og eiga tey 50% av partabrøvunum í LÍV. Ognarfelagið skal hava status og rættindi sum tann, ið eigur helvtina av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging. Fyribils eru tað teir fimm persónarnir, sum hava mannað samráðingarbólkin hjá tryggingartakarunum, ið manna umboðsráðið í Ognafelagnum. Tá øll viðurskifti eru avgreidd, skal nýtt umboðsráð veljast sambært §§ 7-12 í viðtøkunum fyri Ognarfeløgini LÍV.
LÍV varð stovnað 1966 sum sjálvsognarfelag. 1999 varð lógin broytt soleiðis, at LÍV varð umskipað til partafelag við landsstýrinum sum einasta partaeigara, men var málsviðgerðin bæði mangulfull og ivasom. Í 2002 samtykkir ein stórur meiriluti í Løgtinginum, at Føroya Lívstrygging verður umskipað soleiðis, at tryggingartakarunum verður tryggjað ávirkan og innlit. Á fundi 22. november 2004 gevur landsstýrið umboðum fyri tryggingartakarunum lyfti um, at hesir skulu fáa 50% av partabrøvunum í LÍV ókeypis. Landsstýrið váttar hetta í skrivi 14. desember, har játtað verður umboðum fyri tryggingartakararnar, at fyrningarfreistin í samband við møguligt rættarmál verður flutt eitt ár.
Einki røkist tó fyri, at landsstýrið ætlar at halda løgtingssamtyktir, givin lyftir o.a. Tí hava uppskotsstillararnir valt at leggja hesa lógarbroyting fyri tingið, soleiðis at tingfólk fær høvi til at seta seg inn í málið og síðan siga sína hugsan.
Mett verður ikki at uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Tað skal í hesum sambandi verða ført fram, at verandi áseting um, at partapeningurin allur er ogn landsins, hevur sera ivasamt grundarlag.
Skjøl:
Frásøgn frá fundi 22. november 2004.
Skriv frá 14. desember 2004
Stovningarviðtøkur hjá Ognarfelagnum Lív.