Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um ferðslu
Ár 2006, 2. mars, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar
Løgtingið tekur undir við, at nevndin, sum arbeiðir við broytingum í ferðslulógini, fer undir at kanna skipanir við klippikortum fyri brot á ferðslulógina við tí fyri eyga at seta eina slíka skipan í verk í Føroyum. Heitt verður á landsstýrið um síðani at leggja frágreiðing fyri Løgtingið við uppskoti til broyting í løgtingslógini um ferðslu, sum setir í verk eina slíka skipan.
Viðmerkingar
Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt, sæð og lisið um skipanina við klippikorti í ferðsluni, sum m.a. danir hava sett ígildi. Royndirnar við hesi nýggju og rættiliga øðrvísi skipan eru so gott sum bara positivar. Tað halda tey, sum umsita hana, og tey, sum skipanin verður nýtt í mun til, nevniliga tey, sum koyra dagliga á vegunum. Hildið verður, at skipanin virkar fyribyrgjandi soleiðis at skilja, at fólk yvirhøvur hava fingið eitt nógv meira og betri ment medvit um ferðsluvandarnar, og at fólk eisini hava fingið størri virðing fyri hesum.
Uppskotsstillarin bað her fyri umsitingina hjá Løgtinginum um at tilevna uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, hetta við atliti at seta skipan við klippikorti í ferðsluni í gildi í Føroyum. Men eftir at hava kannað málið, boðaði sama umsiting frá, at hetta kundi ikki lata seg gera soleiðis í eini handavending. Eitt slíkt uppskot er so kollveltandi, at tað ávirkar so nógvar tættir í lógini og hugburðin annars, at lógarsmíðið verður víðfevnt, orku- og tíðarkrevjandi.
Hóast tað, heldur uppskotsstillarin, at vit eiga at fremja slíka lógarbroyting, og heiti tí við hesum á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka avgerandi stig hesum viðvíkjandi. Hetta sum eitt stig á leiðini móti 0-loysnini, ið vit hava sett okkum sum høvuðsmál, hvat ferðslutrygd viðvíkur.
Uppskotsstillarin er vitandi um, at danir hava ikki brot á regluna um at nýta trygdarseðlar við í teirra klippikortskipan. Hetta av ymsum orsøkum. Tó heitir uppskotsstillarin á landsstýrismannin um at hava trygdarseðlarnar í huga, tá eitt føroyskt uppskot skal tilevnast. Hetta tí trygdarseðlar tykjast hava ein rættiliga avgerandi týdning í ferðsluni, og ikki minst tí, at tað ferð eftir ferð hevur verið víst á, at vantandi nýtsla av trygdarseðlum í føroysku ferðsluni, hevur elvt til álvarsamar løstir og fleiri deyðsføll.
1. viðgerð 15. mars 2006. Tingmálini nr. 85 og 73/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina