Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering"
Ár 2005, 2. november, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna seg sjálvi fram soljóðandi uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”)
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:
“Anordning om delvis ikrafttræden af lov om ændring af borgerlig straffelov og lov om forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering)
§ 1
I henhold til § 4, stk. 1 i lov nr. 357 af 3. juni 1987 om ændring af borgerlig straffelov og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse:
I § 266 b ændres ordene “eller tro” til: “,tro eller seksuelle orientering”.
§ 2
Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið.”
Viðmerkingar:
Í 1987 varð samtykt á Fólkatingi, at mannamunsgreinin (antidiskriminasjónsgreinin) 226 b skuldi víðkast soleiðis, at hon eisini fevndi um “kynsliga orientering”. Tað var ikki fjalt fyri nøkrum, at høvuðsorsøkin til broytingaruppskotið var støðan hjá samkyndum í Danmark tá.
Hóast nógvir fólkatingslimir um tað mundi søgdu seg ivast nógv í rættleikanum av at lóggeva á slíkan hátt, var ein meiriluti fyri. Bert táverandi Fremskridtspartiet og Kristiligt Folkeparti atkvøddu ímóti.
Undir viðgerðini mest sum dystaðust fólkatingslimir um at finna upp á umberingar fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Onkur var ræddur fyri, at slúsan bleiv latin upp soleiðis, og at nú fóru so teir fyrstu 10-15 bólkarnir at koma aftaná fyri at sleppa upp í somu lógargreinina. Onkur nevndi tey brekaðu, onkur tey AIDS-raktu, onkur annar aðrar sjúkrabólkar o.s.fr. Tó tosaðu tey ivasomu mest um tað, at slík lógaráseting kundi fáa avmarkandi týdning í mun til tali- og skrivifrælsi. Og varð her hugsað mest um, at fjølmiðlarnir fóru at hava trupulleikar av at skriva og tosa um hesi viðurskifti, og kanska eina mest, tá tað snúði seg um at bera ymiskar útsagnir viðvíkjandi samkyndum víðari. Flestu, sum valdu at lata vera við at atkvøða í málinum, søgdu møguleikarnar fyri skerdum tali- og skrivifrælsi vera høvuðsorsøkina. Tó vóru so at siga øll fólkatingsumboðini hinvegin samd um, at tað skal ikki bera til at gera mannamun og happa nakran, heldur ikki tey samkyndu. Og tað var í veruleikanum tann hugsanin, sum vann í hesum máli. Tey, sum ikki atkvøddu fyri, tey atkvøddu heldur ikki ímóti, júst tí tey vóru grundleggjandi samd við uppskotsstillarunum. Bert fáu fólkatingslimirnir í Fremskridtspartiet og Kristeligt Folkeparti atkvøddu sum sagt ímóti. Heldur ikki tey vóru ósamd í grundhugsanini, men valdu at siga nei av øðrum orsøkum.
Uppskotsstillararnir hava sjálvandi størstu virðing fyri skrivi – og talifrælsinum, hinvegin hevur tíðin síðan 1987 víst, at lógarbroytingin hevur ikki darvað donskum fjølmiðlum í at viðgera hesi viðurskifti á fullgóðan hátt.
Uppskotsstillararnir eru fult greiðir yvir, at ein hvørki kann lóggeva ella revsa mannamun og happing úr føroyska samfelagnum. Hinvegin eru uppskotsstillararnir ivaleysir í, at almennu Føroyar eiga at koma við greiðum og ivaleysum boðum um, at mannamunur og happing als ikki verður góðtikið. Heldur ikki, tá tað snýr seg um samkynd.
Uppskotsstillararnir halda í einum og øllum við tí fólkatingsliminum, sum 1987 segði soleiðis:
”Vit kunnu ikki lóggeva okkum burtur úr mannamuni og happing. Vit kunnu ikki revsa okkum burtur úr mannamuni og happing. Eg haldi, at eykavinningurin av tí, vit samtykkja í dag, er nógv størri, nevniliga at orðaskiftið á tingi um mannamuns- og happingargreinina, orðaskiftið, sum fer at koma úti millum manna , kann gera sítt til, at vitanin um samkynd økist, at tolsemið økist, og at fólk fara at hugsa øðrvísi og meira viðkomandi um samkynd.”
Uppskotsstillararnir meta í einum og øllum, at málið snýr seg ikki um nakað kynsligt sum so, ella um hvør kynshugur er rættur ella skeivur, málið snýr seg um at tryggja einum bólki nøkur mannarættindi. Málið snýr seg um, at vit í Løgtinginum eiga at verja ávís fólk móti mannamuni og happing. Nú eru tey nógv, sum siga, at tey samkyndu í Føroyum eru ikki fyri ágangi, tey verða ikki happað, og at mannamunur verður ikki framdur mótvegis teimum. Hesum eru uppskotsstillararnir ikki samdir í. Og kann millum annað vísast á ymist, sum hendi í samband við, at samkynd skipaðu fyri ráðstevnu í Havn í august í ár. Um danska versjónin av grein 226 b í revsilógini var galdandi í Føroyum tá, vóru fleiri enn eitt av átøkunum, sum vórðu framd móti teimum samkyndu, revsiverd.
Tey eru eisini nógv, sum siga, at í Føroyum nýtist okkum ikki at hugsa um at verja samkynd við lóggávu og øðrum. Hetta tí, her eru so fá samkynd í landinum. Til hetta er at siga, at tað uttan iva eru lutvíst líka nógv samkynd í Føroyum sum í øðrum londum. Samkynd í Føroyum eru heldur einki øðrvísi enn hini. Hava vit ilt við at fáa eyguni á okkara samkyndu, so er tað tí, tey velja at fjala sín kynshug, ella tí tey heilt einfalt hava valt at liva hann aðrastaðni, helst orsakað av vantandi virðing og tolsemi. Tey eru heldur ikki fá, sum siga, at “kynslig orientering” kann snúgva seg um so nógv annað enn samkynd. Onkur hevur nevnt pedofili. Til hetta er stutt at siga, at uppskotið bert snýr seg um “kynsliga orientering”, sum ikki er revsiverd. Tað er ikki revsivert at vera samkyndur, meðan tað er rættiliga revsivert at vera pedofilur. Annars meta uppskotsstillararnir tað vera primitivt og niðurgerandi at samantvinna samkyndleika og pedofili. Tvey fyribrigdi, sum als einki hava við hvørt annað at gera.
Av tí at dómsvald okkara er danskt, døma vit eftir donskum lógum. Tó eru revsilógirnar í Danmark og í Føroyum ikki púra eins. M.a. er umrødda grein øðrvísi í Føroyum, enn hon er í Danmark. Hetta tí greinin sum sagt varð víðkað í Danmark 1987, meðan ein roynd at fremja somu víðkan í Løgtinginum í 1988 fyrst elvdi til samgonguslit og síðan miseydnaðist, tí bert ein atkvøða var fyri, tá til stykkis kom.
Tað tók eisini sína tíð at búna danskar politikarar soleiðis, at meiriluti kundi fáast fyri at víðka grein 226 b í revsilógini. Tá mannamunsgreinin varð samtykt á Fólkatingi í 1971, vórðu fleiri royndir gjørdar fyri at fáa tey samkyndu uppí, men vann hetta ikki frama, og komu tey tí ikki við tá. 16 ár seinni fingu tey samkyndu so rúmd í greinini. Fyrsta royndin á Løgtinginum var í 1988, nú 17 ár aftan á vóna vit, at uppskotið fær eina betri móttøku. Harumframt hevur ST fyri langari tíð síðan ásett, at tað skal vera revsivert at gera mannamun móti og at happa samkynd. Hesa ST áseting hevur Føroya Landsstýri staðfest. Tað er sambært heimastýrislógini álagt okkum at virða og liva sambært øllum fyri okkum galdandi altjóða reglum og ásetingum.
Uppskotsstillararnir vita væl, at semja er ikki í nøkrum flokki um at víðka nevndu lógargrein, men vóna tó, at ein meiriluti kann fáast fyri uppskotinum allíkavæl.
Fyrst varð roynt at gera eina serføroyska mannamuns- og happingarlóg, sum skuldi gera hesi viðurskifti revsiverd, men vann hetta ikki frama hjá viðkomandi myndugleikum, tí ávís grein í Heimastýrislógini forðar hesum. Tí verður broytingaruppskotið lagt fram sum ríkislógartilmæli.
Neyvari almennar viðmerkingar og viðmerkingar til greinina, tá ið uppskotið varð lagt fram, orðaskiftini undir viðgerðini í Fólkatinginum og nevndarálit eru at finna í Fólkatingstíðindum 1986-1987 á hesum blaðsíðum:
Fremsat skr 12/2-87 FF 7062
Lovf som fremsat Till. A 4169
1.beh 27/3-87 FF 9683
Betænkning 30/4-87 Till. B 1543
2.beh 5/5-87 FF 11185
3.beh 8/5-87 FF 11474
Lovf som vedt Till. C 587
Hjálagt skjal:
Forslag til lov om ændring af borgerlig straffelov, kriminallov for Grønland og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering)
1. viðgerð 18. november 2005. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 1. desember 2005 legði fram soljóðandi
Álit
Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk hava lagt málið fram tann 2. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 18. november 2005 er tað beint rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 28. november 2005.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya landfúta, landsstýrismannin í innlendismálum og Tormóð Stórá, psykiatara. Frá landsstýrismanninum í innlendismálum hevur nevndin fingið svar upp á spurningar, settir undir nevndarviðgerðini, um altjóða sáttmálar galdandi á økinum og um norðurlendsku revsilógirnar á økinum.
Meirilutin í nevndini (Alfred Olsen, Sverre Midjord, Marjus Dam og Bill Justinussen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.
Føroysk lívsáskoðan og mentan loyvir ikki at happa ella gera mannamun á fólkið, og tí metir meirilutin tað vera óneyðugt og ivast stórliga í rættleikanum í at lóggeva á slíkan hátt fyri ein ávísan bólk.
Men hendir tað kortini, at fólk ella bólkar verða happað, og mannamunur framdur, so er lóggáva neyvan tann rætti mátin at fyribyrgja slíkum, men heldur økt tilvitan millum fólk um virðing fyri tí einstaka menniskjanum og lívsvirði teirra, og tað er eisini eftir hesi áskoðan, fleiri feløg og áhugabólkar virka millum børn og vaksin í Føroyum í dag.
Uppskotið kemur at skerja talu- og skrivifrælsi, men hvar markið gongur, er ógjørligt hjá ákæruvaldinum at siga. Tó siga uppskotsstillararnir, “at var danska ásetingin í § 266b galdandi í Føroyum í summar, so vóru fleiri enn eitt av átøkunum, sum vóru framd móti teimum samkyndu, revsiverd”. Meðan Ákæruvaldið ikki metti tað vera revsivert ella brot á talu- og skrivifrælsi, sum var sagt og skrivað í sambandi við ráðstevnuni hjá teimum samkyndu í Havn í summar.
Hetta merkir, at uppskotsstillararnir seta eitt mark fyri talu- og skrivifrælsi í Føroyum, sum skerjir talu- og skrivifrælsi meira í Føroyum enn í Danmark og kann tí vera í stríð við § 266b.
Rættarnevndin hevur spurt og fingið at vita frá Innlendismálaráðnum, at eingir altjóða sáttmálar eru, sum kunnu binda Løgtingið og landsstýrið í hesum máli, og at Europeiski Mannarættindasáttmálin, sum er settur í gildi við lóg, regulerar ikki umrøddu viðurskifti beinleiðis.
Meirilutin er samdur við uppskotsstillarunum um, at “vit hvørki kunnu lóggeva ella revsa mannamun og happing úr tí føroyska samfelagnum”, og tí eiga vit í staðin at økja tilvitanina um menniskjavirði og lívsvirði hjá tí einstaka. Meirilutin mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin í nevndini (Kristian Magnussen, Poul Michelsen og Finnur Helmsdal) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 13. desember 2005. Uppskot til ríkislógartilmæli, §§ 1 og 2 fullu 12-0-20. Málið avgreitt.