Nærleiðslu heldur enn fjarstýrda leiðslu
Vit mugu tora at eftirmeta sjálvan bygnaðin, ikki minst leiðslubygnaðin, á okkara umsorganarøkjum og ikki bara hyggja at sjálvum bygningunum, um vit skulu bøta um starvsfólkatrotið á vælferðarøkjunum, vísir Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, á í hesi greinini
Á tiltakinum “Vælferð í vanda”, ið Tjóðveldi skipaði fyri á Finsen í Havn 9. mars, segði Gissur Patursson, sum ígjøgnum fleiri áratíggju hevur verið avvarðandi, nakað soleiðis um, hvussu hann upplivdi broytingarnar á eldraøkinum: Fyrr visti tú, hvør var leiðari, tey vóru har og tingini blivu gjørd; tú visti, hvønn tú skuldi venda tær til, men nú upplivi eg, at man er farin frá “nærleiðslu til fjarstýring.”
Ikki til fjarleiðslu, men til fjarstýring!
Eitt er at leiða, annað er at stýra.
Útsøgnin er so rámandi. Við nærleiðslu fært tú nærveru. Tað er alt avgerandi fyri menning, tryggleika og trivnað. Hóast hesa vitan so sær tað út til, at fjarleiðslur hava vunnið fram seinnu árini. Leiðarar verða settir fyri fleiri stovnar og mugu tí í ávísan mun fjarstýra. Tað skapar fjarstøðu. Ikki tí at alt var betri fyrr, men okkurt var. Júst tá ið tað um leiðslu ræður, eiga vit at rógva afturáaftur og tryggja nærleiðslur. Tað gevur nærleika, nærdemokrati og tryggleika.
Her verður ikki hugsað um allar leiðslur á øllum økjum, men um leiðslur á dagstovnum, ellis- og røktarheimum, á bústovnum hjá Almannaverkinum og øðrum umsorganarstovnum.
Nógv ymisk átøk skulu til fyri at bøta um starvsfólkatrotið á vælferðarøkinum. Landsstýrið hevur nú gjørt ein bókling ,“Í góðum hondum”, har ymisk átøk eru nevnd. Fleiri góð átøk eru, eitt nú at útbúgva fakfólk og at arbeiða meira fyribyrgjandi. Tíverri eru starvsfólkaviðurskifitini so sum løn, arbeiðstíðir, brøkar og normeringar ikki umrødd. Heldur ikki hava fakfeløgini verið við í arbeiðinum.
Eitt átak, sum er nevnt sum tað, ið kann gera, at tørvurin á starvsfólki minkar, er at byggja størri eindir. Í løtuni eru nógvar smáar eindir, sum hava dýran rakstur við sær. So uttan iva er tað rætt í fleiri førum. Tó so, tað veldst um, hvørji fólk skulu brúka eindirnar. Alt stórt er ikki bara gott. Støddin má taka støði í tørvinum hjá tí einstaka bólkinum. Men uttan iva er tað skilagott við størri eindum í fleiri førum.
Niðurstøðan er, at størru eindirnar minka um starvsfólkatørvin. Ergo, ein broyting í bygnaðinum viðførir eina minking í starvsfólkatørvinum. Tá ið man nú sær bygnaðarbroytingar sum part av loysnini, so er tað meira enn undarligt, at man ikki hevur hugt at starvsfólkabygnaðinum í dag, men bert eftir bygningum. Tað er eisini alneyðugt at fara undir miðvíst at eftirmeta verandi bygnað. Vit hoyra javnan um fleiri leiðsluløg og tungan og stirvnan bygnað. Tí mugu vit eisini tora at kanna eftir, um øll leiðisluløgini eru neyðug, og um ikki partur av leiðsubygnaðinum kundi farið til starvsfólkaorku “á gólvinum.” Hesin spurningurin er alneyðugur at seta.
Fjarleiðsla er ikki bara langt frá borgarunum, hon er eisini langt frá starvsfólkunum. Arbeiðsgongdin verður stirvin, býrokratisk og dýr. Dagliga samskiftið við leiðsluna hvørvur ígjøgnum fleiri løg av fólki, og nærleikin verður burtur.
Vónandi kunnu vit eisini fáa eitt gott og sakligt kjak um hendan partin av vælferðarøkinum. Onkuntíð krevst dirvi at hyggja inneftir, at eftirmeta og broyta. Tí mugu vit áhaldandi seta spurnartekn við, hvussu vit skapa bestu umstøður fyri tey, sum vit skulu hjálpa.
Sirið Stenberg
tingkvinna fyri Tjóðveldi