Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
Ár 2006, 28. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar
Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við EFTA um limaskap og fyrireikar lógaruppskot um at taka ræði á hesum 12 málsøkjum:
1. Flogferðsla
2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum
3. Ídnaðarhugverksrættur
4. Upphavsrættur
5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit
6. Ársroknskaparøkið
7. Elektronisk undirritan
8. Felagsskapsrættur og grunsrættur
9. Fíggjarrættur
10. Mát og vekt
11. Sakførarastarvssemi
12. Sjórættur
Viðmerkingar:
Upplýst er av løgmanni í fyrispurningi 100-19/2005, at treytin fyri limaskapi í EFTA er, at vit hava málsræði á tólv ávísum málsøkjum:
1. Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar)
2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
3. Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur)
4. Upphavsrættur (frælsi fyri vørur)
5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri likamligar persónar)
6. Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital)
7. Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, likamligar persónar og løgfrøðiligar persónar)
8. Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
9. Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur)
11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur)
12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar)
Málsræði á hesum økjum kostar okkum minni enn 20 mió. kr. sambært viðløgdu meting, ið er gjørd á Løgmansskrivstovuni.
Uppskotið er, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð.
Fylgiskjal: Meting frá Løgmansskrivstovuni