Lýsing

Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar

Ár 2006, 14. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at greina livikorini og fremja tiltøk at bøta um støðuna hjá familjum við einsamøllum uppihaldarum við:

– beinanvegin at seta í verk eina kanning av livikorunum hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum – eitt nú tá ræður um fastar útreiðslur, nýtslumøguleikar, útbúgvingarmøguleikar, sosialt netverk, forsyrgjaraskyldur og møguleikar hjá børnunum sum heild, og

– við støði í kanningini at skjóta upp neyðugar lógarbroytingar og tiltøk til tess at bøta um fíggjarligu og sosialu møguleikarnar hjá teimum familjum, ið eru fyri vanbýti

Viðmerkingar

Tjóðveldisflokkurin vil politiskt raðfesta sosialu korini hjá teimum samfelagsbólkum, ið detta burturímíllum í sosial- og fíggjarpolitikki landsins og í samfelagsgongdini sum heild.

Talan er um sosialar bólkar, ið fáa øktar fíggjarligar byrður av fíggjar- og búskaparpolitikki landsstýrisins, og ikki eru millum tey, ið kunnu taka lut í nýggjum lánitilboðum, avdráttarskáum, partabrævaíløgum og mongum øðrum tilboðum, sum floyma í almenna miðlaheiminum í løtuni.

Nevnast kunnu tildømis:

– familjur við lágum inntøkum kring landið (ið hava reallønarlækking í løtuni)

– pensjónistar, ið bert hava fólkapensjónina at dúva uppá

– fólk við lægstu fyritíðarpensjón

– fólk við skerdum førleika

– og familjur og einstaklingar við sosialum trupulleikum sum heild.

Ein av hesum gloymdu bólkum, ið er í vanda fyri at gerast enn meira marginaliseraður, er uttan iva einsamallir uppihaldarar.

Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum.

Uppskotið fall á tingi, men er nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot.

Samstundis vil Tjóðveldisflokkurin seta ljóskastaran á sosialu og fíggjarligu støðuna sum heild hjá einsamøllum uppihaldarum, og heitir tí á landsstýrið um beinanvegin um at gera eina neyva livikorskanning av hesum samfelagsbólki og at skjóta upp ítøkiligar lógarbroytingar og tiltøk, ið kunnu bøta um sosialu og fíggjarligu møguleikarnar

Ongi hagtøl um sosialu støðuna

Tey vantandi sosialu hagtølini í Føroyum gera, at tað er nærum ógjørligt at siga nakað greitt um sosialu og fíggjarligu støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum.

Ein bólkur av lesandi á Roskilde Universtitetscenter hevur sambært Sosialinum 3. februar 2006 gjørt eina sonevnda kvalitativa kanning (gjøgnum samrøður) av støðuni hjá sjey einsamøllum mammum í Tórshavn

Teirra niðurstøða er greið: At hesar familju liva undir fátækramarkinum, hava vónleys bústaðarútlit, fáa ónøktandi málsviðgerð frá sosialu myndugleikunum og eru undir sálarligum trýsti, orsakað av sosialu støðuni. Víst verður eisini á, at familjan hjá kvinnunum er sera týdningarmikið sosialt trygdarnet.

Eisini er vert at nevna, at ein sjálvboðin arbeiðsbólkur hevur skotið upp at stovna serliga ráðgeving fyri einsamallar uppihaldarar út frá royndum, ið siga, at tørvurin er alstórur.

Hvat eigur ein livikorskanning at fevna um?

Uttan iva er skeivt at tosa um ein einsháttaðan sosialan bólk. Inntøkugrundarlagið er sjálvsagt ymiskt eins og aldur, útbúgvingarstøða, netverk, barnatal, bústaðarmøguleikar, bústaður í landinum og sosial støða annars.

Enn er ongin “kvantitativ” kanning gjørd av støðuni hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum, og tí eigur ein livikorskannning í minsta lagi at fevna um hesar spurningar:

– Hvussu nógv fólk er talan um?

– Hvat er aldurs- og kynsbýtið?

– Hvar búgva tey í landinum?

– Hvussu kunnu tey bólkast sosialt – t.e.hvørji støðu eru tey í fíggjarliga, og hvussu eru tey býtt á inntøkubólkar?

– Hvat er eftir at liva fyri hjá familjunum hjá einsamøllum uppihaldarum í ymsum inntøkubólkum, tá fastar og neyðturviligar útreiðslur eru goldnar?

– Hvørji tilboð og rættindi fáa tey frá almennum skipanum?

Politiskar metingar – ein bólkur fyri stórum vanbýti

Meðan bíðað verður eftir úrslitunum av eini livikorskanning, ber til at gera sær nakrar politiskar og samfelagsligar metingar um støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum:

Dagsins samfelag byggir í nærum øllum lutum á kjarnufamiljuna (við tveimum foreldrum, børnum og stórum familjunetverki) sum karmurin um inntøku, bústað, sosiala støðu, trivnað, samleika og menning hins einstaka.

Allir møguleikar í samfelagnum tykjast vera beinleiðis samanskrúvaðir til familjur við tveimum uppihaldarum og fleiri inntøkum.

– Møguleikarnir at fíggja egnan bústað og fáa lagaliga fígging frá peningastovnunum eru aloftast treytaðir av tveimum inntøkum

– Møguleikarnir at átaka sær eyka arbeiði ella at útbúgva seg/eftirutbúgva seg eru treytaðir av at fleiri uppihaldarar eru hjá børnunum

– Møguleikarnir at tak lut í sosialum lívi og mentanartilboðum í gerandisdegnum eru treytaðir av at fleiri eru um børnini

Kortini eru krøvini til familjur við einsamøllum uppihaldarum nett tey somu, sum til kjarnufamiljuna. Eitt nú:

– at skapa eitt heim og tryggleika til børnini

– at uppala børnini

– at taka lut og stuðla í skúlalívi og frítíðarlívi barnanna

– at útvega børnunum mat, klæði og materiellar hentleikar

– at fíggja frítíðarlív og framtíðarmøguleikar hjá sær sjálvum og børnum

Umframt at sosiallóggávan í Føroyum ongantíð hevur fingið veruliga politiska raðfesting, kann staðfestast, at familjurættarliga lóggávan í Føroyum er vónleyst afturúrsigld. Ásetingar um barnapening, uppihaldspening og rættindi hjá børnunum til bæði foreldur eru mál, sum eru danskt málsøki og tykjast vera heilt fremmandur lutur í føroyskum politikki.

Við hesum metingum sum grundarlagi kann neyvan ivi vera um, at einsamallir uppihaldarar er ein bólkur, ið er fyri stórum vanbýti í føroyska samfelagnum.

Vónandi kann hetta uppskot gerast eitt av íkastunum til at skipa ein veruligan sosialpolitikk í Føroyum – í eini tíð, har teir veikastu bólkarnir eru í stórum vanda fyri at glíða enn longur niður á sosialu rókunum.

1. viðgerð 23. februar 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina

Deil hesa grein umvegis
468 ad