Uppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir
Ár 2006, 31. januar, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður o.fl. vegnaTjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar
Løgtingið staðfestir:
– at føroyingar eru tjóð við óskerdum tjóðarrættindum
– at bert Føroya fólk kann taka avgerð um rættarstøðu Føroya og støðu Føroya í altjóða samfelagnum
– at tað er ikki í samsvari við sjálvsavgerðarrætt og tjóðarrættindi føroyinga, at danskir myndugleikar hava sent einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir um danska fólkatingslóg og danska grundlóg Føroyum viðvíkjandi
Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at tryggja, at Sameindu Tjóðir fáa boð um støðu Løgtingsins.
Viðmerkingar
Danska Uttanríkisráðið hevur sent eina einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir (ST), dagfest 7. november 2005.
Í henni verður fráboðað, at ein donsk fólkatingslóg um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga sambært altjóða rætti. Danska fólkatingslógin við viðmerkingum er partur av hesi fráboðan.
Í fráboðanini verður m.a. sagt:
– at føroyingar hava ikki sjálvstøðugar heimildir mótvegis øðrum tjóðum
– at føroyingar bert kunnu gera avtalur við onnur lond sum samrunnin partur av Danmark undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”
– at danska grundlógin setir mørkini fyri, hvørji rættindi føroyingar og føroyskir myndugleikar hava
– at ein donsk grundlógarbroyting er neyðug, um føroyingar skulu hava nakrar sjálvstøðugar heimildir
– at føroyingar hava ongar heimildir viðvíkjandi verju- og trygdarpolitikki
– at føroyingar kunnu ikki gera avtalur, ið ganga móti áhugamálunum hjá danska ríkinum
– at føroyingar kunnu ikki gerast limir í altjóða felagsskapum, har Danmark frammanundan er limur.
Hetta er gjørt, uttan at Føroya fólk er spurt, og tíansheldur er Løgtingið kunnað um hesa einvísu fráboðan. Kortini verður sagt í fráboðanini, at hetta er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga.
Henda fráboðan stendur í andsøgn til alt tað, sum Løgtingið og allir flokkar á tingi hava hildið fast um viðvíkjandi tjóðarrættindum føroyinga – fram til 2005.
Ein av fremstu serfrøðingum í altjóða rætti, Guðmundur Alfredsson, professari, hevur víst á, at hetta kann hava skaðiliga ávirkan og kann virka til at staðfesta danskt vald í Føroyum í enn størri mun enn áður.
Hann mælir til, at føroyingar boða ST frá síni støðu.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hava báðir sagt alment, at teir taka ikki undir við donsku sjónarmiðunum, sum send eru ST, men at avgerandi er at halda fast um føroysku fatanina av viðurskiftunum.
Tískil verður mælt til at, Løgtingið beinanvegin ger støðuna greiða og tryggjar, at føroysku sjónarmiðini verða fráboðað ST.
1. viðgerð 8. februar 2006. Málð beint í uttanlandsnevndina