Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili

Ár 2005, 16. august, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja skúladepil í Marknagili í Havn. Skúladepilin skal fevna um Føroya Studentaskúla & HF-skeið, Tekniska Skúla Tórshavn og Føroya Handilsskúla. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 297 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

1. Endamálið við lógini

Endamálið er at fáa eina breiða viðgerð av málinum og síðan røkka eitt politiskt støðufesti, áðrenn nýggjur skúladepil í Marknagili verður bygdur. Harumframt at tryggja, at teir tríggir skúlarnir, Tekniski Skúli Tórshavn, Føroya Studentaskúli & HF-Skeið og Føroya Handilsskúli, fáa góðar og tíðarhóskandi karmar um virki skúlanna. Víst verður til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár. Við tílíkari lóg ber til hjá landsstýrismanninum at leggja til rættis virksemið fyri fleiri fíggjarár.

Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja felags skúladepil til teir tríggjar útbúgvingarstovnarnar. Útreiðslur landskassans í sambandi við byggingina verða í mesta lagi 297 mió kr. Innan henda lógarásetta karm kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur komandi fíggjarár. Hetta verður gjørt í tann mun, tað er neyðugt fyri at fáa so góðar sáttmálar um bygging sum til ber. Gerst sáttmálakostnaðurin dýrari, enn lógin ásetir, má lógarbroyting gerast, um tað almenna undirskrivar sáttmála við arbeiðstakara. Tó eru útlit fyri, at byggingin kann fara fram innan ásetta fíggjarkarmin. Viðurskftini í sambandi við byggingina taka støði í tí arbeiði, sum áður er gjørt innan bygging í Marknagili og frágreiðing við skipanarverkætlan, sum bygginenvdin hevur latið landstýrismanninum 28. november 2003.

2. Gongdin í málinum

Teir tríggir skúlarnir hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður, og tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. Í 1998 kom landsstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at byggiætlanirnar áttu at verðið samskipaðar í ein felags skúladepil, og á heysti í 1999 varð útskrivað hugskotskapping um tílíka bygging við Marknagilsvegin í Havn.

Fyrireikingarnar steðgaðu í eina tíð, men á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 vórðu settar av 500 tús. kr. til tað framhaldandi arbeiðið, og landsstýrismaðurin setti síðani bygginevnd við umboðum fyri teir tríggjar skúlarnar við tí arbeiðssetningi at leggja til rættis yvirskipaðu karmarnar fyri skúladeplinum og hava eftirlit við projektering og bygging.

Bygginevndin hevur tann 28. november 2003 latið úr hondum frágreiðing við tilmæli og niðurstøðum. Saman við frágreiðingini er uppskot til skipanarverkætlan.

3. Um byggingina

Í frágreiðingini hjá bygginevndini er uppskot til skipan av øki og bygningum. Uppskotið er grundarlagið undir framhaldandi fyrireiking og projektering, og byggir á ætlaða næmingatalið og tann hølistørv, sum skúlarnir hava sett upp hvør sær. Gólvvíddin í skúladeplinum er mettur at verða umleið 16.900 fermetrar, og kostnaðarmetingin hjá bygginevndini var 290 mió. kr. Tá hendan kostnaðarmeting hevur nærum tvey ár á baki, og generelli prísvøksturin síðani er 2,364 er metta kostnaðarmetingin nú 297 mió. kr.

4. Tíðarætlan

Miðað verður ímóti at leggja projekteringina soleiðis til rættis, at skúlarnir skulu kunna taka teir fyrstu partarnar av byggingini í nýtslu í skúlaárinum 2007-2008. Tíðarætlan er gjørd, sum metir, at byggingin kann standa liðug við skúlaársbyrjan 2009, um alt gongur eftir vild.

Um hetta uppskotið verður samtykt í seinnu helvt av 2005, kann væntast, at byggingin verður forskotin tvey ár fram í tíðina.

5. Nágreinilig lýsing

Víst verður eisini til hjálagda uppskot til skipanarverkætlan, sum Bygginevnd Mentamálaráðsins hevur gjørt, og til frá frágreiðing frá bygginevndini. Ì hesum arbeiði er nágreinilig lýsing av uppskotinum til nýggjan skúladepil fyri Føroya Studentaskúla og HF-skeið, Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla Tórshavn.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

1. Fíggjarligu avleiðingarnar

Bygginevndin, sum sat, kom við hesum fíggjarligu avleiðingunum:

”Afturat játtanini fyri 2003, ið er 500 tús. kr., verður fíggjartørvurin 6 mió. kr. í 2004, 19 mió. kr. í 2005, og frá 2006 til og við 2009 verður fíggjartørvurin í miðal 66 mió kr árliga.”

Um hetta uppskotið verður samtykt í seinnu helvt av 2005, verður mett, at gongdin í byggingini verður forskotin tvey ár fram, og at generelli prísvøksturin, sum verið hevur síðani november 2003, kemur at hækka upphæddirnar samsvarandi.

Mett verður, avsetta upphæddin í 2005 á 5,6 mió. kr. og ætlaða avsetingin í 2006 á 22 mió. kr. eru nøktandi fyri hesi árini.

2.Umsitingarligar avleiðingar

Dagliga umsitingin hjá skúlunum skal samskipast í felags depilsráð.

3. Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur lítlar avleiðingar fyri umhvørvið.

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða reglur og avtalur

5. Sosialar avleiðingar

Fyri skúlarnar má uppskotið metast at hava positivar avleiðingar.

6. Ummæli

Einki at viðmerkja

Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinirnar

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at taka stig til, at nýggjur skúladepil verður bygdur í Marknagili í Havn, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu verða 297 mió. kr. Útreiðslurnar til forkanningar og projektering eru íroknaðar upphæddina.

Til § 2:

Einki at viðmerkja.

Skjøl:

Skjal 1: Frágreiðing frá bygginevndini november 2003

Skjal 2: Uppskot til skipanarverkætlan november 2003
1. viðgerð 8. september 2005. Málið beint í mentanarnevndina

Deil hesa grein umvegis
468 ad