Lýsing

Ballið er búið, Jørgen

Fíggjarligi ruðuleikin má ruddast fyri at lækka skattin

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi formaður fólkafloksins, Jørgen Niclasen, var skjótur upp úr politiska høvdatrognum við gyltum vallyftum. Ein skattalætta til mín og til tín, tað er einasta bjargingin móti príshækkingum.

Rætt hevur Jørgen Niclasen í tí, at besti og beinraknasti heilivágurin móti sviðanum av príshækkingum, er at taka minni inn frá arbeiðandi fólkinum.

Trupulleikin hjá landskassanum er tó tann fullkomni ruðuleiki, vanstýringin hjá Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni í Fíggjarmálum hevur havt við sær.

Í allarbestu tíðum, við buldrandi búskapi, galloperandi inntøkum og fólkavøkstri, hevur Jørgen Niclasen ongantíð so mikið sum megnað at fingið eina krónu at lopið av í landskassan.

Hall, hall og aftur hall.

Vorðið sum borgarligur politikkur, at bara borga fyri halli í landshúsarhaldinum! Hatta ballið er búið, og nú mugu vit tryggja haldførið í kassanum enn eina ferð! Vónandi verður ikki ov leingi, áðrenn veljarin sleppur at sópa út aftur.

So kunnu Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin koma á banan aftur og lova skattalætta – eitt tað mest forútsigiliga politiska trekkið í allari verðini, tí nógvar skattalættar hava teir eftirhondini lova. Men skattalættarnir hjá Fólkaflokkinum eru ikki fyri tey, ið bara hava eina vanliga arbeiðsinntøku og bara gjalda arbeiðsskatt. Tað eru altíð tveir til mín og ein hálvur til tín, tá Fólkaflokkurin roknar skattin, og helst skulu kommunukassarnir eisini standa við rokningini.

Lat okkum endiliga fáa arbeiðsskattin longur niður, tí hann svíður mest og har lættir mest um at lækka. Men so má fíggjarligi ruðuleikin eftir Fólkaflokkinum ruddast upp áðrenn!

 

Rógvi Nybo

Tjóðveldi

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad