Lýsing

Vælafturkomin Nólsoyar Páll!

Lítið mundi Nólsoyar Páll vita um sína undirtøku og um tað uppstandilsi, sum eftirkomarar hansara fóru at vísa honum soleiðis umleið 250 ár eftir velmakt sína.
Men í gjár varð hann aftur heiðraður í góðveðrinum í Vágsbotni.

Mong mundu annars vera skeptisk um lagnuna hjá standmyndini. Mótstøðan móti manninum var jú ikki ongin.
Men hetta skepsis varð gjørt til skammar í gjár. Undirtøkan og virðingin fyri manninum var sjónlig. Býráðið gjørdi nógv burtur úr. Har var góður harmonikutónleikur og Heðin Mortensen helt eina fína røðu.
Tað bestu móttøkuna ein íløga ella eitt politiskt arbeiði kann fáa, er tá ið allir teir politisku flokkarnir hava staðið saman um arbeiðið.

Tilgongdin at flyta standmyndina til eitt betri stað, byrjaði tá ið undanfarna býráð tók avgerðina um at broyta Vágsbotn og at flyta NP.

Og nú arbeiðið er so gott sum liðugt hava aðrir flokkar tikið yvir á Vaglinum og hava fylgt málinum upp.
Tað vísir fyri tað fyrsta, at tað er semja um projektið og ikki minst, at tað er semja tvørtur um politisku flokkarnar um at heiðra Nólsoyar Pálli.

Hvat Nólsoyar Páll sá í breiðum semjum og undurtøku frá fólkinum, kann man ivast í. Men í dag hevur tað týdning at semja er um málið – tvørturum øll floksmørk.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad