Lýsing

uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.

Ár 2006, 3. mars, legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi
uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.

Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001 verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 1 verður orðað soleiðis:
”§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persónur, sum
1) er undir fullari skattskyldu í Føroyum,
2) er búsitandi í Føroyum,
3) hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart,
4) hevur eina ferðaleið aftur og fram hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 kilometrar, og
5) hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.”

2) § 2 verður orðað soleiðis:
”§ 2. Stuðul verður veittur í mun til bíligastu almennu ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað, tó soleiðis at stuðul ongantíð verður størri enn veruligar útreiðslur.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta upphæddirnar eftir hesi grein umframt neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.”

§ 2
Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Endamálið við hesum lógaruppskoti er at dagføra og javnseta stuðulin, sum verður rindaður fólki, ið av arbeiðsávum hava regluliga farleið fyri hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 km.

Allir borgarar landsins, sum hava ferðast til og frá arbeiði, hava ikki havt javnbjóðis stuðulsmøguleikar. T.d. er rættiliga stórur munur á endurgjaldinum/stuðlinum, sum borgarar fáa, um eitt nú fjørður skilir heim og arbeiðspláss, ella ikki.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum
Avleiðingin av uppskotinum verður eitt ørðvísi býti millum tey, sum til dagliga noyðast at ferðast til og frá arbeiðstaði. Landsstýrismaðurin ásetir innan fyri eitt hægstamark stuðulin í kunngerð, tað er tí hann, sum avger, hvussu stórar tær samlaðu útreiðslurnar verða.

Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar
Til § 1:
1) Broytingin er bara ein avleiðing av, at stuðul nú ikki longur verður latin fyri hvønn km., sum ferðast verður, men í mun til hvat ferðin kostar við almennum flutningsfari.

2) Her verður ásett, at stuðulin skal ásetast í mun til veruligar útreiðslur við almennum flutningsfari.
Áður var stuðul bara latin fyri tann part av ferðaleiðini, ið var meir enn 15. km. Um hetta framvegis skal verða soleiðis, so má landsstýrismaðurin heimilast at áseta ein frádrátt, sum samsvarar teimum fyrstu 15 km.

Til § 2:
Áseting um gildiskomu.
1. viðgerð 23. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi
Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 23. mars er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18., 20. og 24. apríl 2006.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Landsstýrismaðurin hevur víst við fleiri dømum, at stórur munur er á stuðlinum til ferðaútreiðslur alt eftir, um farleiðin er yvir land ella sjóvegis. Stuðulin er munandi minni fyri tey, sum ferðast sjóvegis og gjøgnum tunnil, enn fyri tey, sum bara ferðast yvir land.

Ein samd nevnd heldur, at rættari er, sum uppskotið eisini leggur upp til, at grunda stuðulin á útreiðslurnar í staðin fyri longdina av farleiðini.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 2. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Deil hesa grein umvegis
468 ad