Lýsing

Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
§1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at fiskivinnuskúli verður bygdur í Vestmanna. Byggiútreiðslurnar skulu í mesta lagi verða 22 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

1. Endamál við lógini
Endamálið við lógini er at fáa eina breiða viðgerð av málinum og síðani at fáa staðfest undirtøku tingsins at fremja ætlaniana av 1. byggistigi av nýggjum fiskivinnuskúla í Vestmanna. Víst verður eisini til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna um fleiri fíggjarár.Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár.

Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja nýggjan fiskivinnuskúla í Vestmanna. Útreiðslurnar hjá landskassanum kunnu í mesta lagi verða 22. mió. kr. Fiskivinnuskúlin er skipaður sambært løgtingslóg nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 hevur Løgtingið játtað 1,2 mió. kr. til at fyrireika hesa verkætlan og er neyðugt eisini at játta pening fyri 2004 sum næsta stig fyri at fáa verkætlanina framda í verki.

2. Gongdin í málinum
Nýggjar útbúgvingar
Á sumri 2002 varð ein nýggj lærlingaútbúgving sett á stovn til fiskiídnaðar- og alivinnuna, og ætlanir eru eisini um at seta á stovn eina lærlingaútbúgving innan landbúnað. Støðisárið í hesum útbúgvingum skal vera á Fiskivinnuskúlanum. Roknast kann við, at komandi summar verður byrjað við einum lærlingaflokki og einum yrkisgymnasium flokki. Hetta setir krøv til fleiri flokshøli.

Í álitinum um útbúgvingar innan fiskivinuna frá 2001 verður eisini mælt til, at næmingarnir í yrkisgymnasialu útbúgvingini kunnu velja millum eina fiskiídnaðar- ella alibreyt.
Verða allar hesar ætlanir, ella partar av teimum, settar í verk, hevur Fiskivinnuskúlin ov fáar skúlastovur til næmingarnar. Skúlin hevur, sum er, heldur ikki umstøður at geva næmingunum nøktandi undirvísing í yrkislærugreinum og í lærugreinum, har starvsstovuroyndir er kravdur partur av undirvísingini.

Tørvurin á hølum er serliga sjónskur, um Fiskivinnuskúlin í framtíðini skal geva næmingunum verkliga frálæru innan fiskiídnað og aling, sum er vanligt á líknandi skúlin í grannalondunum (t.d. í Hetlandi og í Noregi).

Hølistørvurin
Virksemið og hølistørvurin á skúlanum í dag eru kend. Tað er hesin hølistørvurin, ið eigur at verða loystur í einum 1. byggistigi, eins og at lagt verður upp fyri øðrum virksemi og broyttum undirvísingarhættum.

Hetta merkir, at skúlin eigur at hava rúmd fyri uml. 100 fulltíðar næmingum og einum øktum skeiðsvirksemi í mun til í dag.

Mett verur, at skúlin hevur tørv á uml. 1200 fermetrum til hesi endamál.

Í fyrstu syftu kunnu teir 1200 fermetrarnir útgreinast soleiðis:

Undirvísingarhøli
Starvsstova og royndarhøli
Goymslurúm og tøknirúm
Starvsfólkarúm
WC og umklæðing
Umsiting
Matar- og felagshøll
Gongir, trappur o.l.

Tilsamans 350
200
100
50
50
100
100
250

1200 fermetrar

Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina fyribils kostnaðarmeting av 1. byggistigi, og er hon grundað á ein byggiprís upp á kr. 15.000 fyri fermeturin. Samlaða íløgan fer tí at liggja um 22 mió. kr.

Staðsetingarspurningurin
Vestmanna kommuna hevur boðið Mentamálaráðnum øki í bygdini at byggja Fiskivinnuskúla og sjódepil á. Talan er um øki við ferjuleguna Inni á Fjørð.

2. byggistig
Tá ið fiskivinnuskúlin er bygdur, er ætlanin at fara undir eitt 2. byggistig, sum fevnir um ein komandi Sjódepil. Viðvíkjandi virkseminum hjá Sjódeplinum hevur arbeiðsbólkurin ikki kunnað sett eitt nágreiniligt fermetratal á, av tí at virksemið enn ikki er lýst nóg ítøkiliga. Við støði í "Álitinum um fiskivinnuútbúgvingar frá 2001" verður tó mett, at tørvur verður á skrivstovuhølum, umframt eini royndarhøll. Arbeiðsbólkurin metir í hesum sambandi, at møguligt skal vera at byggja einar 1000 fermetrar afturat.

Hoyring
Uppskotið er ikki sent til hoyringar

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjartørvur
Metti fíggjartørvurin verður 7 mió. kr. í 2004, 8 mió. kr. í 2005 og 7 mió. kr.í 2006.

Neyðugt er, at játtanin fyri 2004 áljóðandi 7 mió. kr. verður tikin við í uppskotinum fyri fíggjarlóg fyri 2004.

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

Til § 1
Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu verða 22 mió. kr.

Til § 2
Áseting um gildiskomu.

Deil hesa grein umvegis
468 ad