Øll mugu hava ráð at liva
Fíggjarliga sperdar familjur rópa neyðarróp. Pengarnir strekkja ikki til meira enn at yvirliva, nóg illa tað. Landsstýrið og Løgtingið mugu traðka til við átøkum beinanvegin, soleiðis at tað enn ber til at liva, ikki bert at yvirliva.
Maturin er dýrkaður heilt nógv, oljan er dýrkað heilt nógv og rentan hækkar fleiri ferðir komandi tíðina. Tað fíggjarliga rásarúmið, summi høvdu áðrenn, er etið upp av inflatiónini.
Landsstýrið og Løgtingið mugu beinanvegin seta átøk í verk, sum kunnu lætta um hjá teimum, ið eru ringast fyri. Í øllum førum fram til summarið, soleiðis at vit koma gjøgnum veturin og fáa tíð at fóta okkum.
Tað eru fleiri uppskot, ið raka sosialt rætt og lætta mest um hjá fíggjarliga sperdum familjum. Her eru trý ítøkilig uppskot.
· Strika oljuavgjaldið fram til 1. Juli 2023
· Strika meirvirðisgjaldið av mjólkavørum og grønmeti fram til 1. Juli 2023
· Veit eitt kontant ískoyti til øll, ið bert hava fólkapensjón ella eina inntøku at liva av
Landskassin fær stóran ágóða av hækkandi prísunum. Milliónirnar fossa í landskassan gjøgnum hækkandi meirvirðisgjald, og hetta eigur ikki at vera neyðugt.
Koyr pengarnar út aftur til tey, ið hava størsta tørvin á tí.
Sjálvandi skulu vit tillaga okkum ein nýggjan veruleika, men sum støðan er beint nú er ongin kjansur hjá vanligum fólki at fylgja við príshækkingunum.
Øll mugu hava ráð at liva í Føroyum, ikki bara at yvirliva.
Og beint nú kunnu Løgtingið og Landsstýrið gera nakað ítøkiligt við tað!
Rógvi Nybo
Tjóðveldi