Lýsing

uppskot til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning á Krambatanga á Trongisvágsfirði

Ár 2005, 26. januar, legði Hergeir Nielsen , løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at umsitingarbygningur verður bygdur saman við farstøð, landgongd og pakkhúsi á Krambatanga á Trongisvágsfirði. Byggiútreiðslurnar til samlaðu verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 8 mió. kr.
§ 2. Í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1 verða orðini “við landgongd og farstøð” strikað.

2) Í § 1 verður “60” broytt til “ 57”.

§ 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 um samferðsluhavn á Trongisvágsfirði játtaði Løgtingið 60 mió. kr. til bygging av samferðsluhavn við landgongd og farstøð á Trongisvágsfirði. Mett var tá, at kostnaðurin til at byggja farstøð og landgongd fór at verða 5 mió. kr. Havnagerðin er nú liðug, men arbeiðið upp á farstøð og landgongd er ikki byrjað enn.

Í eykajáttanarlóg 1-4 /2004 játtaði Løgtingið 1 mió. kr. til at byrja arbeiðið upp á farstøðina í 2004, men framvegis sæst bara ein gomul bingja vera flutt av Drelnesi út á Krambatanga.

Á fíggjarlógini fyri 2005 er á triðja sinni játtaður peningur, hesaferð 3 mió. kr., til bygging av farstøð. Henda upphædd røkkur ongan veg, og ætlanin er tí at víðka játtanina seinni.

Grein 1 í verklagslógini um bygging av samferðslustøð á Trongisvágsfirði sigur:

“Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at samferðsluhavn við landgongd og farstøð verður bygd eystan fyri Drelnes á Trongisvágsfirði. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió kr.”

§ 1 í verklagslógini um bygging av farstøð á Trongisvágsfirði er sostatt ikki hildin, og lítil tørvur sæst hava verið á eykajáttanini, 1-4/2004.

Tá eingin verklig ætlan enn er komin undir land, er eitt upplagt høvi nú til at víðka verkætlanina, so sum hetta uppskot mælir til, so kostnaðarleyst sum til ber.

Í apríl mánaði verður nýggi Smyril settur í sigling, og í sambandi við viðgerðina av løgtingsmáli nr. 22/2004: Uppskot til samtyktar um støðutakan til sølu av Smyrli hevur Løgtingið umrøtt at seta gamla ella nýggja Smyril í sigling millum Skotland og Suðuroynna.

Fráboðað er, at Farmaleiðir verða einskildar í komandi ári, men at Farmaleiðir í Suðuroynni framvegis verða verandi á almennum hondum.

Í komandi ári verður siglingin um Leirvíksfjørð niðurløgd, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu.

Hesar ætlaðu broytingar fara at hava við sær stórar umleggingar av umsitingini av Strandfaraskipum Landsins, har øll tann umsitingarliga tyngdin fer at viðvíkja Suðuroynni.

Ein meiriluti í vinnunevndini upplýsti í tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, at avleiðingarnar av at flyta funksjónir ella deildir hjá Strandferðsluni til Suðuroyar vóru, at:

– dupultfunksjónir skuldu upprættast,

– nýggj fólk skuldu setast,

– dagliga samskiftið og samstarvið gjørdist nógv truplari og kostnaðarmiklari,

– heildaratlit fóru at hvørva,

– umsitingaruppgávur verða fluttar frá yvirskipaðu leiðsluni til skipararnar at umsita.

Ein eftirmeting av forsagnunum hjá vinnunevndini hevði í dag sagt okkum, hvussu víðfevndar hesar broytingar hava verið.

Leiga, viðlíkahald og skattir til felags fyrisiting av Strandfaraskipum Landsins liggja millum 1½ og 2 mió. kr. árliga. Ein samanbygging av umsitingarhølum, farstøð, pakkhúsi og landgongd á Krambatanga kemur so sjálvandi at strika leiguútreiðslurnar av felags fyrisitingini í Havn, og verður fyrisitingin tá flutt til Suðuroyar.

Sjálvandi stendst ein beinleiðis rakstrarfyrimunur av at flyta alla umsitingina av Strandfaraskipum Landsins nærri tí stóra talinum av brúkarum, og lokalsamfelagið fær tá eisini fleiri viðkomandi størv, samstundis sum tænastustøðið verður hækkað munandi.

Skilagott er, um tað almenna bjóðar út ein samferðslubygning av hesum slagi fyri ein ávísan kostnað. Byggiútreiðslurnar verða væntandi 8 mió. kr. Verður hildið, at 8 mió. kr. er ov lágt sett, ber til at broyta upphæddina undir viðgerðini, ella at eftirmeta tey tilboð, ið inn koma, og síðani venda aftur til tingið.

Samlaði fíggjartørvurin verður roknaður til 8 mió. kr. Í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 er ásett, at byggiútreiðslurnar til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, íroknað farðstøð og landgongd, í mesta lagi kunnu vera 60 mió. kr. Løgtingsfíggjarlógin fyri 2005 vísir, at 57 mió. kr. eru nýttar til samferðsluhavnina í Suðuroy, og at tað í 2005 eru settar 3 mió. kr. av, sum skulu nýtast til bygging av farstøð og landgongd. Av tí at hettar arbeiðið ikki er byrjað, verður skotið upp at lækka hámarkið fyri upprunaligu verkætlanina til 57 mió. kr. Mett verður, at 3 mió kr. nøkta tørvin fyri hesi nýggju verkætlanini fyri 2005, og sostatt verður fíggjartørvurin fyri 2005 til samferðsluhavnina óbroyttur, Neyðugt verður tó at seta 5 mió kr. av á komandi fíggjarlóg.

Tað er upplýst, at nýtslan pr. 31/12-2004 fyri samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði er omanfyri 59 mió. kr. Men av tí at tað eru játtaðar 3 mió. kr. fyri 2005, skuldi hettar ikki fingið avleiðingar fyri hetta uppskotið.

Uppskotið er ikki sent til hoyringar.

Yvirlit yvir avleiðingar:

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikar
Fyri pláss/øki í landinum
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir
Fyri vinnuna

Fíggjarligur/ búskaparligur vinningur
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja

Avleiðingar mótvegis altjóða samfelagnum
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei

Umsitingarligur fyrimunur
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja

Umhvørvisligar avleiðingar
Nei
Nei
Nei
Nei
Nei

Økismenning
Ja
Ja
Ja
Ja
Ja

Sosialir fyrimunir

Ja
Ja

Serligar viðmerkingar:

Til § 1

Við ásetingini fær landsstýrismaðurin heimild til at byggja ein bygning til Strandfaraskip Landsins, sum skal fevna um ein umsitingarbygning saman við farstøð, landgongd og pakkhúsi á Krambatanga á Trongisvágsfirði, og at byggiútreiðslurnar í hesum sambandi í mesta lagi kunnu vera 8 mió. kr. Endamálið við umsitingarbygninginum er at útvega Strandfaraskipum Landsins hølisumstøður til at flyta fyrisitingina til Krambatanga á Trongisvágsfirði. Farstøðin og landgongdin skal geva teimum, sum ferðast til og úr Suðuroynni nøktandi umstøður í sambandi við ferðingina, so at ferðin til og úr Suðuroynni lýkur tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setir til hølisumstøður hjá ferðandi. Pakkhúsið skal húsa øllum farminum, sum kemur og fer um samferðsluhavnina.

Til § 2
Nr. 1
Í § 1 í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði er ein heimild til at byggja landgongd og farstøð. Hetta verður strikað við hesi broyting og sett inn í nýggju heimildarlógina ístaðin.

Nr. 2
Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 kundu byggiútreiðslurnar til samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, íroknað farstøð og landgongd, í mesta lagi vera 60 mió. kr. Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005 er upplýst um samferðsluhavnina í Suðuroy, at sjálv havnagerðin er liðug, og nú er bara eftir at gera farstøð. Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg vísir, at 57 mió. kr. eru nýttar til arbeiðið, og at 3,0 mió. kr. eru játtaðar til endamálið í 2005. Tískil verður hámarkið fyri byggiútreiðslurnar í løgtingslóg um samferðsluhavn á Trongisvágsfirði broytt til 57 mió. kr. og fluttar til verkætlanina undir hesum uppskoti.

Til § 3

Áseting um gildiskomu.

1. viðgerð 11. februar 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 10. mars 2005 legði fram soljóðandi

Álit

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 26. januar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 11. februar 2005 er tað beint vinnunevndini

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. februar og 3. og 9. mars 2005.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum saman við stjóranum fyri Landsverk og landsstýrismannin í innlendismálum saman við stjóranum í Strandfaraskipum Landsins.

Frá landsstýrismanninum í vinnumálum fekk nevndin byggiroknskapin fyri byggingina av samferðsluhavnini í Trongisvági. Frá stjóranum í Strandfaraskipum Landsins fekk nevndin tekningar av farstøðini og landgongdini, sum ætlanin er at fara í gongd við at byggja.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) vísir á, at tað fyriliggur ein verkætlan um bygging av farstøð og landgongd. Nevndin hevur fingið tekningar av, hvussu farstøðin skal síggja út, og leggur við tekningar av bygninginum, sum klárt er at fara undir at byggja, tá Løgtingið hevur samtykt løgtingsmál nr. 39/2004.

Eftir fyrispurningi frá nevndini hevur stjórin fyri Landsverk upplýst, at tað er ivasamt, um pláss er fyri umsitingini hjá Strandfaraskipum Landsins í farstøðini, sum ætlanin er at byggja.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum upplýsti fyri nevndini, at hann arbeiður við víðfevndum privatiseringum í Strandfaraskipum Landsins, serliga í farmaleiðum, og at hettar fer at hava við sær umsitingarligar broytingar í Strandfaraskipum Landsins. Fyrireikingarnar byrja longu í næstu viku, og tað fer helst at taka meginpartin av hesum árinum at fáa hetta endaliga avgreitt. Landsstýrismaðurin ráddi frá at taka nakað stig til at flyta umsitingina hjá Strandfaraskipum Landsins, til endaligi bygnaðurin fyriliggur.

Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið og vísir samstundis á, at umráðandi er, at løgtingsmál nr. 39/2004 verður avgreitt skjótt, soleiðis at farstøðin kann verða bygd skjótast gjørligt.

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 31. mars 2005. §§ 1, 2 og 3 fullu 21-0-9. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad