uppskot til samtyktar
Ár 2004, 16. november, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
Heitt verður á landsstýrið um at kanna og leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið sum grundarlag fyri støðutakan til sølu av Smyrli.
Viðmerkingar:
Samgongan boðar í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005 frá, at hon fer at selja Smyril fyri 1 mió. $, t.e. uml. 6,75 mió.kr., tá ið nýggja Suðuroyarskipið er komið.
Havandi í huga at eitt nýtt skip skal til eftirlit, og havandi í huga, at eitt nýtt skip kann hava ymisk brek, sum gera tað neyðugt at taka skipið úr sigling í styttri ella longri tíðarskeið, verður tað ikki hildið ráðiligt í bráðskundi at selja einasta skipið, ið kann sigla um Suðuroyarfjørð sum avloysaraskip.
Ófriður valdar á skipasmiðjuni, har nýggi Smyril verður bygdur, og tað liggur á ljóði, at alt er ikki so væl frágingið, sum tað eigur at vera.
Hesi tíðindi eiga at elva til serligt umhugsni og varsemi í arbeiðslagnum hjá einum reiðaríði, sum ábyrgdast fyri einum tryggum og regluligum rakstri um Suðuroyarfjørð.
Siglingin um Suðuroyarfjørð kann ikki leggjast still ein einasta dag, og ivasamt er, hvørja trygd vit hava fyri, at finna rætta avloysaraskipið røttu løtuna.
Smyril er ikki kostnaðartungur at hava liggjandi. Honum tørvar ein maskinmann til eftirlits, meðan hann liggur, og stórvegis aðrar útreiðslur standast ikki av hesum.
Hugsandi er, at tá Smyril hevur søluvirði, so hevur hann eisini útleigingarvirði, og ber tað tá eisini til at vinna Strandfarskipum Landsins inntøkur og arbeiðspláss á hendan hátt.
Tá størru skipini eru keypt til Strandfarskip Landsins, hevur Løgtingið viðgjørt hesi mál og síðani tikið støðu. Líka so sjálvsagt er tað, at ein viðgerð og ein samtykt fer fram, áðrenn somu skip verða seld aftur.
Løgtingið hevur ræði á landskassanum, og aktiv hjá landskassanum kunnu tí ikki avhendast uttan Løgtingsins viðgerð og vilja.
Tá Teistin varð seldur, fór sølan fram í heimildarloysi, tí Løgtingið hevði ikki givið loyvi til at selja hetta aktiv hjá landskassanum.
Um landsstýrið ger av at selja eitt aktiv hjá landskassanum, má hetta verða sambært heimild frá Løgtinginum, og verður henda heimild vanliga givin sum ein játtan, so sum ætlanin nú er at gera við søluni av Smyrli, sum er inntøkuførd við 6,75 mió.kr. á konto 15.38.2.11.
Hildið verður hinvegin ikki, at rætta løtan at selja út er samstundis, sum nýtt og ókent skip kemur inn. Samferðslan um Suðuroyarfjørð er alt avgerandi fyri vinnulívið og virksemið í Suðuroynni, og tolir lokalsamfelagið har ikki ein einasta dag, har eingin samferðsla er.
Fekk sambandsflokkurin soleiðis sín vilja, tá ið vit keyptu Smyril, ella tá ið vit keyptu Teistan, høvdu vinnuligu karmarnir verið so trongir, at als einki lívføri hevði verið í Suðuroynni í dag.
Tíbetur vunnu hesar afturhaldskreftir ikki á framburðinum, men máttu tær lúta, soleiðis at Suðuroyggin fekk teir neyðugu karmarnar at virka undir.
Kortini eyðnaðist teimum at avhenda Teistan (Moby Ale) til útlandið fyri lítið og lætt, og uttan at Løgtingið slapp at taka støðu.
Sama vanlukkan má ikki henda í hesum umfari, nú samgongan boðar frá, at hon ætlar sær at selja Smyril uttan aðra viðgerð, enn eina inntøkuføring í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005.
Formaðurin fyri størsta flokki í samgonguni hevur havt fyri munni, at um fíggjarlig trongstøða tekur seg upp, er hugsandi at selja nýggja Smyril.
Fíggjarlig trongstøða hevur tikið seg upp, og rímiligt er tí, at Løgtingið hevur eina greiða støðu til, hvussu flotin hjá strandfaraskipum landsins er settur saman, áðrenn ein tilvildarlig samgonga í trongstøðu avhendar partar av strandferðsluflotanum uttan Løgtingsins viðgerð og vilja.
Nýggja skipið um Skopunarfjørð er tikið úr rakstri fleiri ferðir og onkuntíð í upp til tríggjar mánaðir. Havandi í huga, at tað sama hendir einum nýggjum Smyrli, verður tað ikki hildið ráðiligt í bráðskundi at selja einasta skipið, ið kann sigla um Suðuroyarfjørð sum avloysaraskip.
1. viðgerð 30. november 2004. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 8. desember 2004 legði fram soljóðandi
Álit
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 16. november 2004, og eftir 1. viðgerð tann 30. november 2004 er tað beint rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. desember 2004.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum, Jógvan við Keldu.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin í nevndini (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, Sverre Midjord, Marjus Dam og Vinjard Johansen) tekur ikki undir við málinum grundað á, at gamli Smyril fer at verða tøkur ta fyrstu tíðina aftaná, at nýggi Smyril er komin, og mælir Løgtinginum frá at taka undir við uppskotinum.
Minnilutin (Finnur Helmsdal) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 17. desember 2004. Uppskot til samtyktar fall 6-0-22. Málið avgreitt.