uppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum
Ár 2004, 8. september, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
Løgtingið staðfestir:
At miðvísur politikkur fyri gransking, tøkni og menning er alneyðugur, um Føroyar skulu fóta sær og mennast sum eitt nútímans og sjálvbjargið vælferðarsamfelag í 21. øld.
At tørvur er á at samskipa framtøk fyri gransking, tøkni og menning millum almennar myndugleikar og vinnu.
At mál mugu setast, ið til dømis skulu røkkast yvir eitt 10-ára skeið
Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu vit náa hesum málum:
Samstarv kann fáast við vinnulívið (arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg o.o.) um at økja realvirðið á tí tilfeingi, sum verður nýtt til gransking, tøkni og menning við 10 % um árið næsta 10 ára skeiðið. Har landsins íkast at røkka málinum verður við:
At økja um játtanir á fíggjarlógini til grundgransking, endamálsgransking og menningarætlanir.
At bøta um møguleikarnar hjá feløgum og einstaklingum at gera íløgur í gransking og nýskapan.
At umskipa Framtaksgrunnin soleiðis, at hann kemur undir føroyska lóggávu, og at minst helvtin av stovnsfænum verður markað til gransking, tøkni og menning.
Landsstýrið innanhýsis kann samskipa hetta arbeiðið millum stovnar, sum liggja undir ymiskum aðalstýrum.
Undirvísing við denti á gransking, tøkni og menning kann verða styrkt bæði í fólkaskúla, miðnámsskúla og hægri lestri.
Upplæring av granskarum kann verða styrkt við eftirútbúgving av granskarum og við øktum stuðli til hægri lestur.
Luttøka í millumlanda og altjóða vísindaligum samstarvi kann stuðlast eftir raðfestari ætlan.
Bygnaðurin í Granskingarráðnum kann endurskoðast, so ráðið verður ført fyri at loysa hesar uppgávur:
Meta um støðið í vísindum og tøkni í Føroyum, nágreiniliga at fylgja við tørvinum á gransking, menning og útbúgving innan nýggjar greinir í Føroyum og at tryggja, at úrslitini av føroyskari og altjóða gransking røkka teimum røttu brúkarunum ígjøgnum vitanardeplar.
Gera uppskot um, hvussu øktar játtanir skulu býtast millum verkætlanir í framtíðini innan útvald øki og eisini gera uppskot um meira bráðfeingis raðfestingar og býti av árligum játtanum.
Gera uppskot um, hvussu vinnulívið og onnur uttan fyri hitt almenna kunnu bera ein størri part av fíggingini og stuðla upp undir nýskapan í føroyskum vinnulívi.
Gera metingar um, hvussu fíggjar- og mannatilfeingi verður nýtt, og gera uppskot til at økja um gagnið av játtanum.
Regluligir hálvárligir ella fleiri fundir kunnu fáast í lag millum landsstýrið, umboð fyri politisku flokkarnar og granskingarráðið saman við umboðum fyri arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini, har endamálið skal vera:
at Granskingarráðið hvørt ár á tí fyrsta av hesum fundum leggur fram eina støðumeting av arbeiðnum innan gransking og menning, og úrslitinum av tí politikki, sum er lagdur út,
at Granskingaráðið hvørt ár á tí næsta fundinum leggur fram uppskot um, hvussu játtanirnar á fíggjarlógini skulu býtast.
Viðmerkingar
Hetta uppskotið varð lagt fram á ting í mars mánaði 2004, og fekk góða undirtøku á tingi. Ein samd Mentanarnevnd mælti til at samtykkja uppskotið við ávísum broytingum. Nakrar av hesum broytingum eru framdar í fyriliggjandi uppskoti.
Málið varð undir 2. viðgerð beint aftur í nevnd, har tað ikki kom aftur á tingborð og fall tískil burtur.
Innihaldið í uppskotinum er tó av alstórum týdningi fyri føroyska samfelagið, og tí verður uppskotið við teimum tilmæltu broytingunum lagt fram aftur til tingsins viðgerð.
Uppskotið er við ávísum broytingum og uppískoytum tikið burtur úr frágreiðingini "Føroyskur førleiki", sum sonevnda Útbúgvingarpolitikknevndin læt úr hondum í 1999.
Menningin frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag hevur árin á karmar, krøv og raðfestingar á øllum samfelagsmótum. Altjóðagerðin, økt samskifti, handil og skjóta menningin innan tøkni og yvirhøvur ein heimur í broyting gera tað torførari at leggja ætlanir.
Ávís almenn eyðkenni kunnu staðfestast í gongdini:
Ídnaðarsamfelagið Vitanarsamfelagið
Vøruframleiðsluvinna Tænastuvinna
Rótfest á staðnum Altjóðagerð
Hópframleiðsla Liðilig framleiðsla
Tøknilig endurnýggjan Kunningartøknilig kollvelting
Miðsavning Miðfirring
Útbúgving í ungdómsárum Lívlong læra
Undirvísingargreinaøki sundurskild Samskipan millum lærugreinir
Siðvenja Broytingar og menning
Framtøkini í vísindum og gransking hava størri ferð enn nakrantíð, og vitan manna um sjálvan seg, um heimin og hansara livandi tilfeingi, mannamentan og samfelag veksur støðugt. Tey samfeløg, sum ikki støðugt mennast, halda ikki tørn, men eru í vanda fyri at detta burturímillum.
Vísindi og tøkni eru undirstøði í nútíðarsamfelagnum, og nýggj vitan er týdningamesta keldan til framburð. Vísindalig og tøknilig vitan er meira og meira ein treyt fyri at taka skilagóðar avgerðir og fyri at skilja eitt vaksandi tal av serøkjum í búskaparligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum. Vísindaligt áræði á so nógvum økjum sum gjørligt er avgerandi fyri at menna og varðveita eina tjóðarmentan í Føroyum.
Glottar í Føroyum
Føroyingar hava fyrr prógvað, at tøknilig framtøk kunnu skapast í vinnuni sjálvari. Dømini um nýggja veiðitøkni, ið føroyingar hava skapt, eru mong. Eisini innan alivinnuna hevur gransking átt sín natúrliga part av menningini.
Seinastu árini hava vit sæð meira skipaðar ætlanir, har tøkni í fiskiídnaðinum er ment. Og nýggjar vinnur, ið virka meira burtur úr tilfeinginum, verða mentar við átøkum í vinnuni sjálvari – eitt nú við høvdavirkinum í Leirvík.
Kunningartøknin hevur eisini vunnið seg fram við átøkum úr vinnuni. Bit-land verkætlanin, útflutningur av telduskipanum hjá Føroya Tele og Formula Føroyar eru bert seinastu dømini.
Hetta eru bert dømir um, at tilfeingið er stórt í Føroyum, um samstarv verður skipað millum almennar myndugleikar og vinnuna.
Útbúgvingarstøðið mennist
Ein vaksandi partur av hvørjum ættarliði í Føroyum leitar sær útbúgving fram til lærdan háskúla, og eitt vaksandi lið av føroyingum vinnur sær kunnleika um skapandi og vísindaligt arbeiðslag í nógvum ymiskum greinum. Hetta er týdningarmikið tilfeingi, sum skuldi komið til nyttu í mentanarligum og búskaparligum framburði í Føroyum. Arbeitt eigur at verða fyri at skapa møguleikar at nýta hesa vitan í Føroyum.
Fíggingarmynstrið
Vísindi og tøkni tæna sosialum framstigum best, tá ið tey mennast í tøttum sambandi við gerandisdagin og ynskini hjá fólki í Føroyum. Men neyðugt er at útvega fígging til granskingina og loyva tí granskingarfrælsi, sum er treyt fyri vísindaligum og tøkniligum framburði. Eftirmetingar og dyggur bygnaður í granskingarverkinum skulu tryggja virkisførið í granskingini. Á henda hátt kunnu vísindi og tøkni bjóða bæði bráðfeingisloysnir og loysnir fyri framtíðina.
Føroyar hava altíð nýtt minni fíggjar- og mannatilfeingi til gransking og menning enn aðrar tjóðir, sum vit samanbera okkum við. Alt bendir á, at gransking og tøknilig menning mugu styrkjast fyri at tryggja áhaldandi búskaparligan vøkstur og ein støðugari og meira fjøltáttaðan búskap í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um vaksandi kappingina millum lond og heimspartar í handli, tøkni og mentan.
Vit eiga tí at birta upp undir breiða samfelagsliga menning, sum byggir á vísindaliga og tøkniliga vitan, ið skal koma aftrat tí eintáttaða búskapinum, sum nærum bert byggir á at gagnnýta náttúrutilfeingið á føroyskum land- og sjóøki.
Føroyar eiga at føra ein politikk, sum víðkar um leiklutin hjá vísindum og tøkni í búskapinum við at økja um tann partin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum fer til hetta endamál.
Føroyskir myndugleikar eiga at bjóða tí endurnýggjaða vinnulívinum í Føroyum til samstarv um at økja realvirðið á tí tilfeingi, sum verður nýtt til G&M við 10 % um árið næsta 10 ára skeiðið. Um hetta eydnast, so nærkast Føroyar støðinum í hinum Norðanlondunum. Hetta mál verður rokkið við at økja um játtanir á fíggjarlógini til grundgransking, endamálsgransking og menningarætlanir og at bøta um møguleikarnar hjá feløgum og einstaklingum at gera íløgur í gransking og nýskapan.
Harafturat er greitt, at í Framtaksgrunninum liggur eitt stórt fíggjarligt tilfeingi til gransking, menning og tøkni. Verður hesin grunnurin fingin undir føroyska lóggávu, og í minsta lagi helvtin av stovnsfænum verður nýtt til gransking, tøkni og menning, so er endamálið um at nýta sama part av BTÙ til gransking sum okkara grannalond nærum rokkið.
Samskipan og upplýsing
Um parturin hjá gransking og menning verður øktur, verður tørvur á at samskipa hetta arbeiðið við tørvin í samfelagnum, sum alla tíðina broytist. Samfelagslig raðfesting má ganga hond í hond við stuðlinum til at leita eftir kunnleika í grundgransking, har dygdin á granskingini má hava meira at siga enn samfelagsliga raðfestingin.
Landsstýrið eigur innanhýsis at samskipa hetta arbeiðið mest møguligt millum stovnar, sum liggja undir ymiskum aðalstýrum.
Upplýsing um vísindi og tøkni eigur eftir skipaðum leisti at verða borin fram alment, so fleiri og fleiri hava ávirkan á gongdina.
Fyri at geva hesum arbeiði politiska tyngd, kundi landsstýrið tvær ferðir um árið kalla saman landsstýrið, umboð fyri politisku flokkarnar og Granskingarráðið saman við umboðum fyri arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini.
1. viðgerð 15. september 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 20. oktober 2004 legði fram soljóðandi
Álit
Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 8. september 2004, og eftir 1. viðgerð tann 15. september 2004 er tað beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 12. oktober 2004.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.
Mentanarnevndin staðfesti enn einaferð, at breið politisk semja er um at samskipa granskingina í Føroyum. Tí heitir nevndin á landsstýrismannin um, at hetta arbeiðið verður greitt úr hondum skjótast gjørligt.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Andrias Petersen, Olav Enomoto, Marjus Dam, John Johannessen, Rúna Sivertsen) staðfesti, at landsstýrismaðurin vísti á ítøkilig stig, sum eru tikin fyri at samskipa granskingina, síðani mentanarnevndin í vár viðgjørdi eitt líknandi uppskot til samtyktar. Eitt uppskot um, hvussu granskingin í Føroyum kann samskipast, er í løtuni til hoyringar í Granskingarráðnum.
Meirilutin er tí av teirri fatan, at samskipanararbeiðið er farið í gongd, og væntast at koma til politiska viðgerð í hesi tingsetu. Tí er óneyðugt at samtykkja fyriliggjandi uppskot, og mælir meirilutin tí frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) tekur undir við uppskotinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 27. oktober 2004. Uppskot til samtyktar fall 10-0-17. Málið avgreitt.