Lýsing

Hugsa, hvat tú kanst gera fyri Føroyar

Hugsa ikki, hvat Danmark kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri Føroyar.

Nú blokkurin er minkaður niður í lítið og onki, royna ávísir politikarar at kompensara hendan miss við at leita eftir pengum í lummum og grunnum aðrastaðni – í Danmark. Blokk-niðurskurðurin skal gerast til onki við orðunum: “hygg, hvat Danmark kann gera fyri okkum, teir rinda framvegis fyri okkara vælferð”.

 

Hesir sambandssinnaðu politikarar síggja ikki førleikarnar í Føroyum. Teir siga so forhánisliga, at vit liva ikki av virðing, stoltleika og hugsjónum, men av (lætt vunnum)pengum. Men veruleikin er beint tann øvugti.

 

Tí er spurningurin, um vit vilja bakka frá sjálvbjargni ella taka tey seinastu fetini móti fullveldi? Tað er tað, sum føroyingar svara uppá á valdegnum. Loysingin verður ikki framd eftir einum degi, og hon verður heldur ikki tikin á Danatingi.

Men fólkatingssessirnir kunnu antin brúkast til at tarna sjálvbjargnis-gongdini, bakka, ella seta ferð á.

Fyri Tjóðveldi er ongin ivi um, at fólkatingssessirnir skulu brúkast til at seta ferð á. Vit skuluverða á varðhaldi, so vit ikki bakka og varpa ljós á týdningin at vinna okkum størri sjálvræði.

Valið er tí millum at velja tvær sambandsrøddir. Ella eina ella kanska enntá tvær Jtjóðveldisrøddir.

Sum er, eru fullveldisrøddir at hoyra í fleiri flokkum. Men best var um allar hesar røddir stóðu saman um tann flokk, sum sannlíkt kann fáa eina fullveldisrødd niður á Danating.

Hetta fer møguliga at eydnast.

Tjóðveldi er komið nógv best frá byrjan í hesum valstríðnum. Halda vit hesi gongdini fram til valið, er sannlíkt, at føroyingar velja eina fullveldisrødd niður á Danating. Eina rødd, sum vil umboða viljan at klára okkum sjálvi. Og viljan at vinna okkum virðing millum aðrar tjóðir.

Og viljan at umboða lykilin til at menna okkum sum tjóð: á uttanríkisøkinum, á rættarøkinum, á fíggjarøkinum osfr.

Hugsa ikki, hvat Danmark kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri Føroyar. Tá menna vit land okkara.

X við Tjóðveldi

Annita á Fríðriksmørk

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad