Lýsing

uppskot um misálitisváttan

Ár 2005, 14. mai, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen vegna seg sjálvar fram soljóðandi

Vísandi til grein 30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til grein 47 í Tingskipan Føroya Løgtings samtykkir Løgtingið, at Løgtingið ikki longur hevur álit á Jóannes Eidesgaard, løgmanni.

Viðmerkingar:

Hetta er fyrstu ferð uppskot um misálitisváttan á løgmann er lagt fram á Løgtingi.

Og tað er eitt grundleggjandi mál, ið hevur týdning fyri alla okkara politisku skipan og fyri fólkaræðið í Føroyum, sum er orsøkin til hetta fyrsta uppskotið um misálitisváttan.

Misálitisváttanin er grundað á handfaringina hjá løgmanni av samráðingunum, avtalunum og lógaruppskotunum í sambandi við ríkisrættarligu støðu Føroya.

Løgmaður hevur í hesi gongd sett grundleggjandi tjóðarrættindi føroyinga í vanda, og allar vanligar mannagongdir eru settar til viks í royndini at skunda týdningarmiklar broytingar gjøgnum Løgtingið.

Hetta uppskotið um misálit er tískil eitt uppskot um misálit á landsins stjórn og ábyrgd løgmans fyri hesum.

Løgtingið hevur valt løgmann sum leiðara fyri útinnandi valdið í Føroyum og hann hevur evstu politisku og rættarligu ábyrgd mótvegis Løgtinginum og Føroya fólki fyri øllum, ið landsstýrið ger.

Løgmaður situr somuleiðis fyri samskifti, samráðingum og avtalum Føroya við onnur lond.

Ein tann týdningarmesta uppgávan hjá løgmanni er at tryggja álit á landsins politisku leiðslu og landsins politisku skipan og at verja grundleggjandi fólkaræðisligu skipanirnar og rættindini hjá fólkinum í landinum.

Tað kunnu bæði vera politiskar og rættarligar grundgevingar fyri at leggja fram uppskot um misálit á eina stjórn. Síðani hetta landsstýrið tók við í februar 2004, eru ein røð av ivasomum hendingum og mannagongdum farnar fram, sum hava máað burtur av álitinum á landsins politisku leiðslu.

Nevnast kunnu:

– Málið um at seta leiðara á frítíðarskúlanum á Tvøroyri, har landsstýrismaðurin hevur havt ábyrgdina av teimum skeivu avgerðunum, ið Løgtingsins Umboðsmaður hevur átalað harðliga

– Málið um Miðnámsskúlan í Suðuroynni, har løgmaður hevur verið beinleiðis partur í málsøkjunum hjá landsstýrismonnum

– Fíggjarstýringin hjá landsstýrismonnum hevur verið sera ivasom, har meirnýtsla er staðfest

– Landsstýrið boðar frá felags avgerðum í málum, sum ávísir landsstýrismenn sita fyri, so ábyrgd landsstýrismanna kámast og kollegialstýri tykist verða sett í verk aftur

Talan er her um mál, ið hava við vanligu og dagligu fyrisitingina og eftirlitsskylduna at gera, og tey eru nóg álvarsom í sjálvum sær.

Men seinastu mánaðirnar er álitið á sjálvt grundarlagið undir føroyska fólkaræðinum sett í vanda.

Avtalur eru gjørdar, sum seta grundleggjandi og vunnin rættindi hjá Føroya fólki í vanda, og sum kunnu avmarka heimildirnar hjá Løgtinginum.

Talan er um avtalurnar og uppskotini um yvirtøkulógir og altjóðarrættarligar heimildir føroyinga (Løgtingsmál nr. 91, 92, 95 og 96/2004)

Hetta eru mál av slíkum týdningi, at høvdu føroyingar havt samtykt sína egnu grundlóg, var talan um mál, ið kravdu serliga viðgerð frá fleiri tingum, drúgva viðgerð í almenninginum, og sum høvdu verið løgd til fólkaatkvøðu.

Í øðrum londum hevði verið talan um eina drúgva fólkaræðisliga viðgerð sambært galdandi stjórnarskipan. Upplýsing hevði verið væl fyriskipað og allir politiskir flokkar høvdu tikið lut í viðgerðini av málunum. Og allar hugsandi metingar og serfrøði høvdu verið tikin við upp á ráð, áðrenn ein slík avgerð varð tikin.

Vísast kann eitt nú til mannagongdirnar, tá ES-lond lata fullveldi frá sær, og vísast kann eisini til mannagongdirnar, tá Føroya landsstýri frá 1998 til 2001 samráddist við donsku stjórnina um ein frælsan felagsskap.

Men í viðgerðini av málunum um yvirtøkulógir og altjóðarættarligar heimildir hevur løgmaður staðið á odda fyri at seta allar vanligar fólkaræðisligar mannagongdir til viks:

– Samráðingar eru farnar fram í duldum, og tingið hevur als ikki fingið nøktandi kunning

– Løgmaður hevur ikki tikið stig til at kunna ella at royna semju við andstøðuflokkarnar á tingi

– Løgmaður hevur góðtikið øll krøv frá donsku stjórnini

– Løgmaður hevur ikki tikið stig til at fáa eina breiða almenna viðgerð av so týdningarmiklum stigi sum at binda Løgtingið og Føroya fólk í sínum tjóðskaparligu rættindum og sínum altjóðarættarliga virkisføri

– Løgmaður hevur ikki gjørt løgfrøðisligar kanningar í málunum um framtíðarstøðu Føroya – eitt nú er ongin meting frá løgfrøðingunum á løgdeildini hjá Innlendismálaráðnum løgd fyri tingið,og málini eru ikki eftirkannað løgfrøðisliga

– Løgmaður hevur givið Løgtinginum ónøktandi upplýsingar – eitt nú um hvussu samráðingarnar eru farnar fram, og hvønn týdning tað hevur at samtykkja donsk ríkislógartilmæli í málunum

– Nýggjar upplýsingar eru eftir trýsti frá andstøðuni komnar á borðið, eftir at málini eru løgd fram og hava fingið nevndarviðgerð

Løgtingið hevur eftir uppskoti frá løgmanni samtykt málið nr. 92/2004, sum er ríkislógartilmæli um yvirtøkulóg. Har hevur Løgtingið fyri fyrstu ferð nakrantíð samtykt eina danska lóg, har sagt verður í viðmerkingunum:

– at Løgtingið hevur bert ”regeludstedende kompetence”

– at ein møgulig yvirtøka av fólkakirkjuni merkir, at fólkarkirkjan framvegis er undir donsku grundlógini

– at vit ikki sambært donsku grundlógini hava heimild at reka okkara egna uttanríkispolitikk, og at danski Hægstirættur skal vera yvir Føroyum

– at Løgtingið hevur ikki heimild at áseta reglur fyri danskt mál í Føroyum

– at Føroyar eru ein samrunnin partur av Danmark og kann onki gera, ið víkir frá donksu tulkingunum av grundlógini.

Løgtingið er nú, eftir uppskoti frá løgmanni, í ferð við endaliga at samtykkja løgtingsmálini nr. 95 og 96/2004, um altjóðarættarligu heimildir føroyinga.

Við løgtingsmálunum nr. 95 og 96 tekur Løgtingið eitt stórt afturstig, og verða Føroyar verri fyri við nýggju lógini enn við avtaluni sum staðfest í Heimastýrislógini, tí samanumtikið kann staðfestast, at nýggja lóggávan í løgtingsmálum nr. 95 og nr. 96:
– ikki letur upp fyri nøkrum sum helst nýggjum, ið ikki kann verða framt við verandi avtalum og politiskum vilja

– staðfestir, at Føroyar eru undir donsku grundlógini, og eru partar av danska eindarríkinum,
– ásetir, at Føroyar ikki kunnu undirskriva og samráðast um altjóðarættarligar sáttmálar vegna Føroyar, men vegna “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”,
– staðfestir, at tað í danska kongsríkinum (Føroyar, Grønland og Danmark) bert er ein tjóð, og tað er tann danska,
– ásetir nógv fleiri ítøkiligar treytir og bindingar enn verandi heimastýrisskipan,
– staðfestir, at Løgtingið bert fær delegerað vald frá donskum myndugleikum, og ikki øvut.

Málini um yvirtøkur og altjóðarættarligar heimildir eru løgd fram ávíkavist meira enn ein mánað eftir og knappar tveir mánaðir eftir seinastu framløgufreist í tingsetuni sambært § 54 í tingskipanini.

Tey hava sostatt fingið eina sera stutta og ónøktandi viðgerð, og ongi svar eru fingin til tey reistu ivamálini.

Uppskot hevur verið sett fram um at beina málini í eina serliga grein 25 nevnd sambært tingskipanini, har allir flokkar vóru umboðaðir, men hetta var felt.

Nevndarviðgerðin í Uttanlandsnevndini hevur verið lítil og ongin, og uppskot frá andstøðulimum um at fáa altjóða serfrøðingar at taka lut í nevndarviðgerðini hava ikki vunnið frama.

Uppskot hava verið sett fram um at beina málini aftur í Uttanlandsnevndina, til tess at fá greiði á ivamálum, men hesi eru feld.

Sambært uppriti frá løgfrøðingi hjá Løgtinginum, dagfest 14. apríl 2005, er ikki samsvar millum uppskotið til føroyska løgtingslóg og uppskotið til danska ríkislóg um yvirtøkur. M.a. verður staðfest, at føroyska løgtingslógin er meiningsleys, um Løgtingið samtykkir danska ríkislógartilmælið, og at ivi valdar um, hvør heimild er fyri at samtykkja uppskotini.

Sambært uppriti frá altjóðarættarligum serfrøðingi, sum er hjálagt nevndarálitunum í løgtingsmálunum nr. 95 og 96/2004, verður m.a. sagt um danska ríkislógartilmælið:

“Uppskotið ber somuleiðis í sær sterkar avmarkingar í innihaldi og vavi av altjóða avtalum, sum føroyska stjórnin kann gera, ikki minst í sambandi við limaskap í altjóða felagsskapum. Úrslitið er, um lógaruppskotið verður samtykt, at tað kann metast sum eitt amboð til at endurvinna danskt fullveldi og yvirvaldsrætt yvir Føroyar, til bága fyri núverandi og framtíðar føroysk krøv um tjóðarrættindi og rætt at stovna egið ríki.”

Og: “Møguleikar, sum bert byggja á danska lóg, tæna ósvitaliga til at styrkja um løgfrøðisliga samansjóðing við Danmark. Eftirsum vandi er fyri, at danskir løgfrøðingar og politikarar á onkrum stigi fara at grundgeva fyri, at ikki vendst aftur frá samansjóðingini, eigur at forðast fyri, at møguleikar undir danskari lóg verða góðtiknir, tí teir kunnu seta valfrælsi í vanda hjá bæði børnum og abbabørnum tykkara til at taka víðari stig enn tey, sum verða góðtikin ella vrakaði av núverandi ættarliði.”

Hetta eru so mikið álvarsamar metingar, at løgmaður í minsta lagi átti at kannað og lýst fyri tinginum og Føroya fólki, hvørjar metingar og avleiðingar hann hevur fingið frá altjóða serfrøðingum.

Men hóast óteljandi royndir frá andstøðuni at fáa málini lýst og viðgjørd nøktandi, hevur alt verið kveistrað til viks uttan haldgóðar grundgevingar.

Ongin grundgeving finst fyri, at Løgtingið skal góðtaka slíka mannagongd, og at Løgtingið í blindum verður sett í vanda fyri at samtykkja avmarkingar í sínum egnu heimildum og í tjóðarrættindunum hjá Føroya fólki.

Tí verður skotið upp, at Løgtingið samtykkir misálit á løgmann.

Tann 14. mai 2005 var orðaskifti í málinum. Við atkvøðugreiðslu fall málið við 9-1-18 atkvøðum. Málið avgreitt.

Deil hesa grein umvegis
468 ad