Lýsing

Hví eg stilli upp?

Eg stilli upp, tí eg ætli mær á Fólkating.

“Tekur tú av fólkatingssessinum, um tú verður vald?” Eru tað fleiri, sum hava spurt. Og svarið er heilt greitt: “ja! Tað geri eg!!”.

Veri eg vald, so fari eg at umboða Føroyar á Danating fulla tíð.

Sum er, eri eg hvørki í landsstýrinum ella í løgtinginum ella í kommunustýri, og veri tí ikki órógva av tí. Veri eg vald, komi eg at røkja sessin til fólkatingsval verður útskrivað aftur.

Tíðin gongur skjótt, og eftirhondini tala royndirnar fyri seg:

• Við 18 árum í Løgtinginum,

• royndir sum forkvinna í uttanlandsnevndini,

• verið varafólk á fólkatingi í tvey valskeið, og havi sitið sum avloysari har í nakrar vikur.

• veri framsøgufólk vegna flokkin í løgtinginum í uttanríkismálum, yvirtøkumálum og stjórnarmálum

Alt royndir, sum hava givið ta barlast, sum er neyðug, um tú í nóg góðan mun skalt røkja uppgávuna sum fólkatingsumboð.

Føroyski fólkatingssessurin eigur eisini:

• At virka sum sparringspartnari hjá tí landsstýri, sum vil økja um rættindini hjá føroyingum herheima og úti í heimi.

• At arbeiða fyri, at øll málsøki verða yvirtikin.

• Gera upplýsandi kanningar, sum lýsa støðuna og rættindini hjá føroyingum.

• Dagliga at hjálpa teimum, sum onkursvegna koma í klemma, tí lógin gloymdi tey, ella myndugleikarnir misskiltu eitthvørt. Hetta kemur ofta fyri, tá ið fólk flyta millum lond í styttri og longri tíðarskeið. Hetta krevur, at tú sum umboð umboðar ein og hvønn, sum vil hava ta neyðugu hjálpina.

 

Hvør eri eg?

Annars er at siga um meg sjálva, at eg eri 54 ár, eri ættað av Strondum, arbeiði sum fólkaskúlalærari og eri bachelor í sjórnmálafrøði, eri gift við Páll Olsen av Skála. Vit bæði eiga 4 hálvvaksin og vaksin børn. Tvey tey yngstu búgva framvegis heima. Vit búgva í Hoyvík.

Áhugamálini eru:  politikkur, føroyska náttúrun, at ferðast, ítróttur, sum børnini eru virkin í og at verða saman við vinfólkum og familju.

Vilt tú vita meir um, hvat eg meini og standi fyri, havi eg skrivað nógv um politikk og samfelagsviðurskifti millum ár og dag, og er nógv av hesum at síggja á m.a. facebookprofilinum hjá mær.
Tú ert eisini hjartaliga vælkomin at senda mær eina viðmerking ella sláa upp á tráðin til eitt prát. J

Síðani fari eg at ynskja tær og tínum og okkum øllum eitt gott val. J

 

X við Tjóðveldi / Annita á Fríðriksmørk

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad