Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1, stk. 1, nr. 2) verður orðað soleiðis:
"2) Galdandi frá 1. januar 2005:
Er inntøkan minni enn kr. 22.000,00, verður latið 0%
Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kapittul 1: Almennar viðmerkingar
Skotið verður í hesum lógaruppskoti upp at lækka øll stig á landsskattastiganum við 0,9 prosentstigum. Orsøkirnar til hesa lækking eru tvinnar:
Ein orsøk er, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um barnavernd. Eftir hesum uppskoti verður ábyrgd og umsiting av barnaverndarøkinum flutt frá landi til kommunur frá 1. januar 2005 at rokna.
Uppskotið merkir eftir útroknungum frá Almannamálaráðnum við metingum fyri 2004 sum grundarlagi, at kommurnar samanlagt fáa eina meiraútreiðslu upp á 47,8 mió krónur, meðan landið sparir eina samsvarandi upphædd.
Fyri at rætta hetta uppaftur verða lækkingar gjørdar í landsskattastiganum soleiðis, at kommunur kunnu gera samsvarandi hækkingar í kommunuskattaprosentunum
Hin orsøkin er, at í samband við at viðbótin til fólkapensjonistar varð hækkað í 2002, varð eisini skattalætti veittur pensjónistum. Skattalættin varð veittur á tann hátt, at pensiónsfrádrátturin, sum var í skattinum, varð tikin burtur, og grundupphæddin í fólkapensjónini bleiv gjørd skattafrí. Henda broyting kostaði kommununum skattainntøku, og varð tí avgjørt at kommunurnar skuldu fáa eina kompensatión upp á 5,5 mió. kr. Henda kompensatión var í fyrsta umfari givin við at broyta býtislutfallið millum land og kommunur í FAS- skipanini, men orsakað av at FAS-skipanini ikki er serliga væl egnað til endamálið, verður ístaðin skotið upp at gera lækkingar í skattastiganum soleiðis, at kommunurnar kunnu gera samsvarandi hækkingar í sínum skattaprosentum.
Útrokningar hjá Toll- og Skattstovu Føroya vísa, at verða øll stig á landsskattastiganum lækkað við 0,9 prosentstigi, og hækka allar kommunur sín skatt við 0,9 prosentstigi, gevur hetta landinum eina minniinntøku upp á uml. 53 mió. kr. og kommununum eina meirainntøku upp á 53 mió. kr. Fyri einstaka borgaran merkir hetta onga broyting í samlaða skattinum.
Kapittul 2: Avleiðingar av uppskotinum
Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar umsitingarliga, umhvørvisliga ella í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar.
Fíggjarligu avleiðingarnar av at lækka øll stig á landsskattastiganum við 0,9 prosentstigi og hækka øll kommunuskattaprosent samsvarandi verða, sambært útrokningum hjá Toll- og Skattstovu Føroya, at landið í 2005 fær eina minniinntøku upp á uml. 53 mió. kr., ímeðan kommunurnar í 2005 fáa eina samsvarandi meirinntøku.
Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri einstaka borgaran ella vinnuna.
Kapittul 3. Serligar viðmerkingar
Nr. 1
Í § 1, stk. 1, nr. 2) verður broyting gjørd soleiðis, at øll prosenttøl fyri inntøkur frá kr. 22.000,00 og uppeftir verða lækka við 0,9 prosentstigi. Tað vil siga at:
7,0 % verður broytt til 6,1 %, 19,0 % verður broytt til 18,1 %, 23,0 % verður broytt til 22,1 %, og 36,0 % verður broytt til 35,1 %.
Broytingin kemur í gildi 1. januar 2005.