Lýsing

Til føroyska tjóðskaparvongin

Í løtuni verða avgerðir tiknar dagliga av donsku stjórnini, sum saktans kundu verið tiknar herheima.

Men hetta er ikki dønum fyri at lasta. Ongin fer longur enn, man sleppur. Loyva vit teimum at taka avgerðir yvir høvdinum á okkum, so gera tey tað. Hvat vald hevði ikki gjørt tað, kundi ein spurt.

Og vit hava eisini verið vitni til, hvussu føroysku fólkatingsumboðini biðja Fólkatingið um pengar til yvirtikin málsøki. Ikki tí, at vit mangla pengar her heima og heldur ikki fyri at vinna okkum vald. Hví teir gera tað kann man bara gita um. Men teir undirminera í øllum førum føroyskt sjálvræði, við at pointera, at sjálvt í yvirtiknum málum, klára vit okkum ikki uttan danska hjálp.

Tað er ikki í lagi, at lata føroysk umboð brúka Fólkatingið til at taka sjálvræði frá føroyingum. Fólkatingssessurin skal brúkast til at varpa ljós á týdningin at vinna okkum sjálvræði. Loysingin verður ikki framd á Fólkatingið. Men fullveldi og sjálvbjargni kann gera afturstig ella framstig – eisini á Fólkatingi. Alt eftir hvat málið er hjá tí, sum umboðar Føroya fólk á Danatingi. Tí er tað ikki líka mikið, hvør umboðar okkum.

So leingi vit hava umboð á Danatingi, hevur tað týdning, at umboð okkara er føroyska talirørið hjá føroyska tjóðskaparvonginum.
Lat okkum standa saman um tann flokk, sum sannlíkt kann vinna okkum umboð og sum kann verða okkara tjóðskaparliga rødd uttan fyri landoddarnar.

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad