Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
til
samtyktar
Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón soleiðis, at veitingin fyri lægstu fyritíðarpensjón verður á sama støði sum fyri miðal fyritíðarpensjón.
Viðmerkingar
Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var – og er framvegis – alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga var lægsta avlamispensjónin – nú fyritíðarpensjónin – mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr.
Í dag er heldur ikki lætt, heldur at kalla ógjørligt, hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá teimum flestu, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum samsvarar við lægstu fyritíðarpensjón.
Tað er grundhugsanin í pensjónslógini, at pensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni, at fólk fáa pensjón, tí tey eru ikki før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna peningin. Hugsanin í lógini hevur verið, at tey, sum hava mist 50% av arbeiðsførleikanum, hava størri møguleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin enn tey, sum hava mist 2/3 ella allan arbeiðsførleikan. Men soleiðis er ikki rættiliga í føroyska samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin er als ikki liðiligur ella rúmligur soleiðis, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava lætt við at sleppa inn. Tað almenna ger eisini alt ov lítið til tess at bøta um støðuna. Tað eru snøgt sagt alt ov fáir arbeiðsmøguleikar til teir føroyingar, sum so ella so hava fingið síni arbeiðsevni skerd. Tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, hava tí heldur ikki stórvegis møguleikar at forvinna nakað umframt sjálva pensjónina.
Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at bert tvey sløg av fyritíðarpensjónum kunnu veitast. Nevniliga hægsta og lægsta. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar skulu vera eftir broytingina. Tó metir uppskotsstillarin, at lægsta fyritíðarpensjónin í krónum og oyrum í minsta lagi samsvarar við tað, vit í dag kalla miðal fyritíðarpensjón.
Tað áliggur eisini landsstýrismanninum at skjóta upp, um treytirnar fyri at fáa játtað fyritíðarpensjón skulu vera tær somu, hetta tá hugsað verður um skerdan arbeiðsførleika. Tó metir uppskotsstillarin, at tað hevði verið bæði skeivt og meiningsleyst, um landsstýrismaðurin fer at skjóta upp ta broyting, at lægsta avlamispensjón bara verður játtað, um umsøkjarin hevur mist minst 2/3 av arbeiðsførleikanum. Uppskotsstillarin heldur, at markið fyri lægstu fyritíðarpensjón framvegis skal vera 50%, meðan tað kanska er vert at umhugsa at lækka markið fyri hægstu fyritíðarpensjón niður í 2/3.
Kostnaðurin av teirri broyting, sum er beinleiðis skotin upp, fer at verða, at øll tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensjón (í umroknaðum upphæddum). Umframt liggur ávísur kostnaður eisini í játtanum frameftir. Tað fer at kosta umleið 18 milliónir árliga at hækka verandi lægstu fyritíðarpensjónirnar upp á eitt støði, sum samsvarar við miðal fyritíðarpensjónir.
Fíggingin kann fáast til vega við at raðfesta inntøkur landskassans soleiðis, at tey lægstløntu eisini fáa part í hesum. Tí eiga allar útreiðslur, sum standast av at seta hetta uppskot í verk, at fíggjast beinleiðis úr landskassanum.
Mett verður, at tey tiltøk, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá, muna alt ov lítið, og nú tá so langt er liðið á árið, væntast ikki, at eitt møguligt broytingaruppskot frá landsstýrismanninum nær at verða samtykt.
1. viðgerð 12. oktober 2007. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 28. november 2007 legði fram soljóðandi
Tjóðveldi hevur lagt málið fram tann 21. september 2007, og eftir 1. viðgerð 12. oktober 2007 er tað beint trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 6. og 27. november 2007.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) vísir á, at landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið uppskot um broyting í lógini um almannapensjónir fyri at hækka pensjónsveitingina hjá lægstu fyritíðarpensjónistum. Tað gevur tí onga meining at heita á landsstýrismannin at leggja uppskot fyri tingið, tá tað longu er gjørt.
Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen) vísir á, at livikosnaðurin hjá fyritíðarpenjónistum er vaksin munandi, og tí heldur minnilutin, at veitingarnar til fyritíðarpensjónistar verða øktar í einum og ikki, sum landsstýrið ætlar, í tveimum.
Minnilutin tekur tí undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.