Mental health problems are the new normal
Í vikuni fekk løgtingið áhugaverda kunning frá Fólkaheilsuráðnum um sálarheilsu. Tað ræðandi var, at “mental health problems are the new normal” Eisini her í Føroyum. Serliga eru tað tær ungu genturnar, sum hava tað trupult, men nógvir dreingir stríðast eisini. Høgu krøvini, truplu bústaðarviðurskiftini, einsemi og vánaligur trivnaður eru millum orsøkirnar. Hetta kunnu vit gera nakað við.
Men hví eru vit bilsin av hesum. Sálarsjúka hevur altíð verið millum størstu fólkasjúkurnar í Føroyum. Vit hava bara ikki tosað um tað! Tað hevur verið tagt burtur. Tabu.
Tað er neyðugt við eini javnvág millum at fremja góðu heilsuna, og so at greina og viðgera sálarligar ávbjóðingar, og ella sálarsjúku. Í løtuni tørvar okkum at raðfesta bæði.
Longu bíðilistarnir til barnapsykiatriina eru ræðandi fyri tey, sum eru í sálarneyð. Bíðitíðin er 18 mánaðir og 258 børn eru á bíðlista.
Hálvt annað ár í einum barnalívið er leingi. Tað kann gera stóra skaða. Støður, sum kundi verið bøttar kunnu blíva til varandi sjúku. Tað er ikki ok. Har tosa vit ikki um viðgerðartrygd.
Omaná hetta kemur, at Sernám hevur skert hjálpina, og í nøkrum førum tikið tænastuna til smærru børnini burtur í eitt heilt ár.
Hvussu trupult skal tað vera at vera barn við sálarligur avbjóðingum? Og hvussu man tað vera at vera familja. Sjálvsagt verða øll ávirkað.
Tað er nógv eftir at gera fyri at javnseta sálarsjúku við aðrar sjúkur. Staðfestingin av, at fólk við álvarsamari sálarsjúku liva í miðal 15-20 ár styttri enn onnur eigur at geva afturljóð í øllum samfelagnum. Vit góðtaka ikki hetta tá ið tað m.a. snýr seg um krabbamein ella hjartasjúkur. Tíbetur má man siga. Vit mugu bara fáa sama hugburð til sálarsjúkurnar.
Í seinastu samgongu bleiv nógv gjørt á sálarheilsu og á psykiatriska økinum. Stórar raðfestingar blivu gjørdar og nógv er eisini hent. Tó, tá ið eitt økið hevur verið afturúrsiglt í áratíggju so skal nógv til. Eg hevði ynskt mær størri engagement nú enn tað vit síggja. Tað er ikki gott nokk, at bíðilistar bara vaksa.
Okkara greiði málsetningur má vera javnrættindi og javnvirði í heilsu. Góð og nøktandi heilsutænasta til øll og allar sjúkubólkar. Raðfesta vit ikki sálarheilsuna hægri enn nú so náa vit ikki málinum.
Mett er, at sálheilsan- ella óheilsan stendur fyri 25% av sjúku”byrðuni” At 9 milliónir børn og ung í Europa stríðast við sálarligum trupulleikum. Hetta eru ræðandi tøl.
Eitt er hvat vit hvør sær kunnu gera fyri at vera um hvønn annan. Annað er hvat samfelagið kann gera. Og her mugu vit taka nógv størri ábyrgd, tí sálarheilsan og psykiatriin mugu raðfestast nógv hægri. Tað skylda vit bæði komandi ættarliðum, og teimum sum nú líða.
Eg ynski mær sálarheilsudag hvønn dag.
Góðan sálarheilsudag øll somul.