Uppskot til løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
§ 1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um
innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006
verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður strikað.
2) Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka”
broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60
rúmprosentum av alkoholi”.
3) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann
einans fara fram á góðkendum
framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær
heimild í kunngerð at áseta neyðugar
treytir fyri góðkenning.”
4) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum”
broytt til ”góðkenningini” og orðini
”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”.
5) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur
meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og
annað” strikað.
6) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í
Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í
Føroyum”.
7) Í §§ 7, stk. 2 og 8, stk. 1 verða orðini
”smbr. § 3, stk. 2” strikað.
8) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi”
broytt til ”loyvi ella góðkenning”.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar
2009.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Uppskotið til broyting í rúsdrekkalógini hevur til endamáls at geva bryggjarívinnuni møguleika at
mennast og taka burtur tann missmun, sum henda vinna er fyri í egnum landi.
Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekkalógin at verða broytt
soleiðis, at til ber hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 %.
Eisini skal vera loyvt at bryggja annað enn øl.
Í Føroyum er í dag ikki loyvt at bryggja øl, sum í sær hevur meiri enn 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Hinvegin er tað loyvt at innflyta, selja og drekka annað rúsdrekka – t.d vín og spiritus – sum er upp til 60 rúmprosent. Vit innflyta stórar mongdir – meira enn 100.000 litrar árliga – av útlendskum rúsdrekka, samstundis sum vit nokta okkara egnu bryggjarívinnu at bryggja sterkari enn 5,8%.
Í løtuni er bert eitt bryggjarí í landinum eftir. Eingin ivi eru um, at føroyska bryggjarívinnan hevur trongt rásarúm og sera avmarkaðar møguleikar at vaksa – bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum.
Ójavni í mun til Hoyvíkssáttmálan
Hoyvíkssáttmálin letur upp fyri kapping, og meginreglan er, at somu kappingartreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg. Íslendsk bryggjarí kunnu framleiða og selja á íslendska
marknaðinum og útflyta til onnur lond bæði øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín.
(Íslendsk bryggjarí kunnu tó ikki innflyta sterkt øl til Føroya). Men føroysk bryggjarí hava als ikki somu menningarmøguleikar, tí teimum er noktað at bryggja og selja øl sterkari enn 5,8 %.
Møguleikin at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar er tí sera avmarkaður.
Hetta er ikki einans óheppið fyri bryggjarívinnuna, men missa vit sum land eisini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kunnu nýta at branda føroyska framleiðslu.
Føroya Bjór hevur sum kunnugt vunnið fleiri kappingar uttanlands fyri gott øl. Men henda fyritøka er skerd frá at luttaka til átøk uttanlands, har ymisk bryggjarí kappast um heiðurin at vera tann besti framleiðarin av tí mest vælsmakkandi ølinum – um talan er um øl, sum er sterkari enn 5,8%.
Hesi átøk í útlandinum hava stóran týdning fyri bryggjaríið, tí vinnarin gerst kendur og fær harvið økt um sín marknaðarpart. Trupulleikin er, at treytin fyri at luttaka í tílíkum átøkum oftani er, at ølið skal hava eitt rúmprosent, sum liggur nakað hægri enn 5,8 %. Viðmerkjast skal, at øl sjáldan verður bryggjað sterkari enn 10%.
Øl partur av gourmetvinnu
Omanfyrinevnda bryggarí hevur eisini slóðbrótandi ætlanir í mun til at bryggja serstakt øl, har føroysk rávøra verður nýtt – til dømis hvonn, tari og rabarbur. Eisini er føroyska vatnið serliga væl egnað til hesa framleiðslu.
Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari vaksandi gourmetvinnu í
londunum kring okkum. Lítil ivi er um, at Føroyar her hava eina nissjuvinnu, har vit kunnu gera okkum galdandi. Men sum er, hevur føroyska bryggjaríið ikki atgongd til henda spennandi vaksandi marknaðin, og tað er ein missur bæði fyri vinnuna og fyri okkum sum land.
Sterkari løgir
Í løtuni er einki bryggjarí, sum bryggjar aðrar vørur enn øl. Men, havandi í huga, at loyvt er at innflyta og selja vín, heitvín og brennivín, eigur hetta eisini at verða loyvt at framleiða í Føroyum.
Strangar treytir skulu setast til góðkenning av framleiðsluvirkjum og umstøður at bryggja sterkt.
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1
Ad. 1) Rúsdrekkalógin verður í dag flokkað sum ein partur av vinnulógávuni, við eini almennari
einkarsølu, ið á fíggjarlógini er skrásett sum landsfyritøka og sostatt skal hava eitt virksemi, sum í høvuðsheitum er vinnuligt og sum kann laga verksemið eftir marknaðarviðurskiftunum.
Harumframt hevur rúsdrekkasølan seinastu árini sambært fíggjarlógini skula havt knappar 12 mió. kr. í yvirskoti. Sambært viðmerkingunum til upprunalógina varð ætlanin annars, at “raksturin av
Rúsdrekkasølu Landsins skuldi hvíla í sær sjálvum, umframt at peningur skuldi nýtast til
fyribyrging og upplýsing.”
Tá skotið verður upp at strika endamálsorðingina, so er ikki ætlanin, at hendan broytingin skal innibera, at endamálið, at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan av rúsdrekkanýtslu, verður slept sum eitt av endamálunum við lógini. Broytingin inniber einans, at andsøgnin, sum er íkomin við flokkingini av lógini og stovninum, serliga í sambandi við fíggjarlógina, og sum hevur staðfest onnur endamál enn tað, sum er nevnt í endamálsgreinini til lógina, verður rættað.
Tær viðmerkingar, sum gjøgnum tíðirnar eru gjørdar um endamálið við ásetingunum í lógini, standa sostatt óbroyttar og kunnu framhaldandi nýtast sum tulkingarískoyti til viðkomandi ásetingar í lógini.
Ad. 2) Við broytingini verður forboðið at bryggja og framleiða rúsdrekka tikið av fyri rúsdrekka við í mesta lagi 60 rúmprosentum av alkoholi.
Ad. 3) Krav verður ikki sett um loyvi til framleiðslu av øli ella rúsdrekka, men slík framleiðsla
kann hinvegin einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Eru treytirnar fyri góðkenningini loknar, kann landsstýrið ikki nokta góðkenning. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta
neyðugar treytir fyri góðkenning. Tað kann til dømis verða neyðugt at áseta treytir við atliti til
trygd, framleiðsludygd, umframt møguliga serligar treytir til einstakar framleiðslur.
Ad. 4) Konsekvensbroyting til nr. 2 og 3.
Ad. 5) Avmarkingarnar fyri innflutningi av øli, sum hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, verða tiknar av. Hervið verður innflutt øl javnsett við føroyskt framleitt øll, har forboðið í § 3 at bryggja og framleiða rúsdrekka við í mesta lagi 60 rúmprosentum av alkoholi verður tikið av, sí ad. 2.
Ad. 6) Heimildin at selja Rúsdrekkasølu Landsins øl, bryggjað í Føroyum, verður víðkað til
rúsdrekka, framleitt í Føroyum.
Ad. 7) Tilvísingin til § 3, stk. 2 er ein tilvísing til avmarkingina í rúmprosentinum av alkoholi í øli, sum mælt verður til at taka burtur við broytingini í § 1, nr. 2. Tí verður mælt til at taka tilvísingina burtur. Heimildin í § 7, stk. 3 hjá bryggjaríum at selja føroyskum provianteringsfyritøkum øl og í § 8, stk. 1 til at útflýggja egna framleiðslu av øli verður hinvegin ikki víðkað til eisini at fevna um rúsdrekka frá føroyskum framleiðsluvirkjum og framleiðlsuvirkjum, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum.
Ad. 8) Revsiásetingin í § 22, stk. 1, nr. 2 verður víðkað til eisini at fevna um framleiðsluvirkir, sum seta til síðis treytir fyri góðkenning.
Til § 2
Gildiskoman er sett til 1. januar 2009 fyri at geva landsstýrinum stundir at gera neyðugar
ískoytisásetingar, umframt tillagingar í galdandi kunngerðum.
Á Løgtingi, tann 6. oktober 2008
Vegna Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna