Uppskot til samtyktar um arbeiðsmarknaðin fyri øll
• at gera ein “rúmligan arbeiðsmarknaðarpakka”
• at bøta lógarkarmin, so arbeiðsmarknaðurin veruliga gerst rúmligari
• at seta krøv um, at almenn arbeiðspláss við minst 20 starvsfólkum skulu seta fólk við skerdum førleika í starv. Talan skal vera um fólk, sum í verandi løtu standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin.
• at seta krav um, at fólk, sum eru sjúkrameldað, skulu til samrøðu við arbeiðsgevara sín ella Almannastovuna seinast 8 vikur eftir, at tey eru vorðin sjúk.
At virka fyri, at mentorskipanir eisini fara at virka í Føroyum.
Viðmerkingar:
Grundgevingin fyri uppskotinum er, at ásannast má, at:
• Føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki er nóg rúmligur. Føroyingar í hópatali, sum fáa sjúkradagpening, pensjón ella forsorgarhjálp, kundu hugsað sær eitt starv, sum tey megna, og har atlit verða tikin til skerda førleika teirra.
• ST sáttmálin, sum verjir rætt teirra sum bera brek skal eftir ætlan eisini setast í gildi í Føroyum. Grein 27 í sáttmalanum, snýr seg um, at limalondini viðurkenna og virka fyri rættindunum hjá teimum sum bera brek at fáa útbúgving og starv. Grein 27 e sigur beinleiðis: “virka fyri starvsmøguleikum og framflyting í arbeiði fyri fólk, ið bera brek, á arbeiðsmarknaðinum at hjálpa teimum at finna, útvega sær, halda fast um og venda aftur til arbeiðið”
• Tað er týdningarmiklari nú enn áður, at arbeiðsmarknaðurin veruliga gerst rúmligur.
Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í stóran mun skipaður, so at fólk antin arbeiða samsvarandi við fulla tíð ella eru pensjónistar – og bara tað. Rúmligi arbeiðsmarknaðurin er fyri øll, sum vilja vera á arbeiðsmarknaðinum.
Almenn arbeiðspláss mugu ganga á odda og vera ein fyrimynd, um væntast skal, at privati arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari. Fleiri privat arbeiðspláss eru í dag nógv rúmligari í mun til fólk við skerdum førleika enn almenn arbeiðspláss. Tí er skilagott beinleiðis at lógarfesta, at almenn arbeiðspláss skulu seta fólk í starv við skerdum førleika. Orsøkin til, at talan skal verða um fólk, sum í dag standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin, er, at royndir úr øðrum londum vísa, at um hetta er eitt krav, verður úrslitið, at arbeiðspláss seta fólk í vard størv, sum longu eru á arbeiðsplássinum. Hesi høvdu helst fingið vart starv undir øllum umstøðum.
Greitt er, at ein týdningarmikil háttur at fasthalda fólki á arbeiðsmarknaðinum hóast sjúku er, at tey hava samband við arbeiðsgevaran undir sjúkraleguni, og at sjúkrasamrøður fara fram. Hetta kann fyribyrgja uppsøgn. Hugburðurin eigur at vera, at sjúkusamrøðan er umsorgan og ikki sneyt. Altavgerandi er tó, at leiðarar og fegin álitisfólk verða “ílatin” til hesa uppgávu. Tey skulu ikki hava ta fatan, at ætlanin er smoygd niður um høvdið á teimum, men í staðin finna ein frymil, sum hóskar væl til júst teirra arbeiðspláss – sjálvandi eiga tey eisini at fáa íblástur til, hvussu uppgávan kann skipast.
Ein mentorur er ein, sum hjálpir menniskjum sum hava trupult við at koma inn á arbeiðsmarknaðin ella varðveita eitt starv. Mentorurin hjálpir persóninum við tí praktiska, fakliga ella sosiala partinum. Tað kann til dømis vera at hjálpa einum persóni, sum er heilaskaddur at minnast til, hvørjari røð uppgávurnar skulu losysat, ella at stuðla einum persóni við sosialum trupulleikum at finna seg til rættis á einum arbeiðsplássi. Kannast skal, um ALS, Almannastovan ella onnur skulu umsita skipanina. Mentorskipanin hevur víst seg at rigga sera væl í øðrum londum. Fá meir at vita á WWW.socialtengagement.dk
Samgongan hevur gjørt greitt, at ætlanin er at samtykkja ST sáttmálan. Um hetta upskotið verður samtykt, er tað avgjørt eitt fet á leiðini, at ST sáttmálin um rætt teirra, sum bera brek, verður væl implementeraður.
Arbeiðsloysið er vaksandi, og ein sannroynd er, at tey við skerdum førleika oftast eru tey, sum missa størvini fyrst, tá arbeiðspláss skulu spara. Ætlanin við hesum uppskotinum er eisini at forða fyri hesum.
At uppskotið er tvørpolitiskt er sera ynskiligt. Hetta, so endamálið ikki druknar í trætum og óneyðugum togaríi millum andstøðu og samgongu, og tí at eingin ivi er um, at hetta er eitt mál, allir flokkar sjálvsagt vilja loysa sum skjótast. Her snýr tað seg ikki um fullveldið, samband, blokk, vinstra ella høgra, men at geva øllum møguleikan fyri at gerast virkin og varðveita arbeiðssamleikan.
Á Løgtingi, 3. mars 2009
Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal
Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen
Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen