Lýsing

Kósin er røtt og málið er í eygsjón

Lutfalsliga smá mál skulu ikki skugga fyri teimum stóru og glæsiligu málunum, sum Tjóðveldi stendur fyri og sum eiga at vera krumptappurin í politikkinum

Eg havi játtað at stilla upp til fólkatingsvalið hin 31. oktober á listanum hjá Tjóðveldi. At tað er Tjóðveldi, eg stilli upp fyri, er eingin tilvild. Í fleiri ár havi eg verið í nevndini hjá Sandoyar Tjóðveldisfelag, og eg havi eisini verið formaður í felagnum.

Hjartað er á røttum staði, sum vit plaga at siga. Eingin ivi skal vera um tað. Hetta er okkara land – og ikki landið hjá nøkrum øðrum. Her búleikast vit, og her búleikaðust tey, ið undan okkum fóru. Oyggjar, fløtur, hamrar, berg og tindar eru okkara, og tað er havøkið kring Føroyaland eisini.

Her er nógv ríkidømi, bæði á landi, haga, urðum og til havs, og okkara land-og sjóøki er nógv størri enn tað, sum mong evropeisk lond eiga til sínar íbúgvar, sum oftast telja miljónir. Í Føroyum eru vit 55.000 fólk, sum eiga eitt nógv størri ríkidømi enn mangar aðrar tjóðir eiga til sínar íbúgvar.

Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til eitt fólkatingsval, og eg havi ongantíð stillað upp til eitt løgtingsval. Men, eg havi áður stillað upp til kommunuval her í bygdini, og í hesum valskeiði eri eg formaður í tveimum nevndum, teknisku nevnd og havnarnevndini í Sands kommunu.

Í Sandoynni vita fólk, hvør eg eri, og hvat eg geri. Men, tá tú stillar upp, og valøkið er allar Føroyar, kundi eg hugsað mær at sagt nøkur orð um meg sjálvan. Eg kann ikki biðja um tykkara stuðul – uttan at tit fyrst vita, hvør tað er, tit seta krossin við á valdegnum.

Politiskar royndir eru eitt, og hjá mær eru tær higartil bert í bygdaráðshøpi. Mítt ynski er, at veljarar vísa mær álit og geva mær høvi eisini at royna meg í enn størri politiskum samanhangi, sum sessurin á Fólkatingi er.

Samfelagsviðurskifti í breiðari merking – alt frá børnum, ungum og tilkomnum til gomul, sjúk og veik – hava mín stóra áhuga. Børnini eru tað besta, vit eiga, og tey eru okkara framtíð. Tí brúki eg eisini part av mínari frítíð sum flogbóltsvenjari hjá okkara ungdómum, eins og eg havi verið í nevndini bæði í Ungmannafelagnum Virkinum og í B71.

Men, aftur til veljaran, sum eg vil skal vita, hvør eg eri, nú eg stilli upp til fólkatingsval.

Eg eri útbúgvin skipsførari og sigli fyri Strandfaraskip Landsins. Í nøkur ár sigldi eg fyri Tor Shipping, og seinni fekk eg starv á skrivstovuni hjá felagnum.

Royndirnar á skrivstovuni hjá Tor Shipping, har eg serliga hevði við manningarnar at gera, hava gjørt, at eg av og á eisini avloysi á SSL sum manningarsamskipari, har eg havi við allar manningar umborð strandfaraskipunum at gera.

Meðan vit umrøða sigling, kann eg leggja aftrat, at eg eisini eri í nevndini í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.

Eg eri jarðbundin við nógvum lívsroyndum, har tað bæði gekk væl og minni væl á lívsleiðini.

Lívið hevur eisini lært meg, at lutfalsliga smá mál ikki skulu skugga fyri stórum og glæsiligu málum, hvørki í dagsins stríði og strevi, ei heldur í politikki.

Tjóðveldi hevur frá fyrsta degi sett sær stór mál, sum í dag – nú vit eru komin so langt fram á leið – meira tykjast sum avgreiðsluspurningar. At vinna tað lítla, sum eftir er til einar frælsar Føroyar, eigur at vera krumptappurin í okkara politikki í komandi tíð.

Tað er langt síðan, at kósin er sett, og nú er málið er í eygsjón!

Eg vildi ynskt, at veljarin gav mær høvi at verða á brúnni, tá føroyska skútan flaggskrýdd leggur til bryggju í einum frælsum Føroyum.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad