TJÓÐVELDI ER TJÓÐVELDI ER TJÓÐVELDI
Við Tjóðveldi á Fólkatingi, veit veljarin júst, hvat hann fær. Tjóðveldi er og verður okkara tjóðskaparrødd á Fólkatingi. Uttan mun til, hvør situr í landsstýrinum heima í Føroyum ella í stjórnini í Danmark.
Aðrir flokkar vilja vera við, at fólkatingsumboðini skulu vera forlongdi armurin hjá føroyska landsstýrinum. Óansæð, hvørjir flokkar eru umboðaðir í landsstýrinum.
Tað er ein misskiljing.
Vil tað so siga, at teir báðir flokkarnir, sum hava havt umboð á Fólkatingi seinastu trý árini, hava verið forlongdi armurin hjá Fólkaflokkinum? Ella hjá Miðflokkinum, kanska? Tað er ikki tað, sum veljarin í Føroyum valdi til seinasta fólkatingsval.
Fólkatingsumboðið umboðar sjónarmiðini hjá tí flokkinum, sum fekk flestar ella næstflestar atkvøður á valinum. Soleiðis er skipanin. Soleiðis virkar fólkaræðið. Og tað vil veljarin.
Tjóðveldi á Fólkatingi er Tjóðveldi. Tjóðveldi á Løgtingi er Tjóðveldi. Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu er eisini Tjóðveldi.
Tjóðveldi er altíð Tjóðveldi!
Eitt fólkatingsumboð hjá Tjóðveldi fer at luttaka í parlamentariska arbeiðinum á Fólkatingi á jøvnum føti við øll hini 178 fólkatingsumboðini. Tað er okkara rættur. Tað er álitið, sum veljarin hevur latið okkum upp í hendi. Tað er okkara arbeiði.
Og vit eru altíð til arbeiðis fyri Føroyar!
Liljan Weihe
Valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi