Lýsing

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður § 29, stk. 10 orðað soleiðis:

 

"Stk. 10. Fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar við heimild í hesi grein, skulu avreiða øll rogn og alla livur í sambandi við hesa veiðu. Fyri livur verður fram till 31. august 2012 avreitt samsvarandi hesum skiftisleisti:

 

Í fiskiárinum 1. september 2009 til 31. august 2010 er avreiðingarskyldan avmarkað til 25%.
 

Í fiskiárinum 1. september 2010 til 31. august 2011 er avreiðingarskyldan avmarkað til 50%.
 

Í fiskiárinum 1. september 2011 til 31. august 2012 er avreiðingarskyldan avmarkað til 75%.

 

Avmarkaða avreiðingarskyldan er galdandi samanlagt fyri alt viðkomandi fiskiárið."
 
§ 2

Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2009.

Viðmerkingar:
Fyri nøkrum árum síðani varð avgjørt, at útlutast skulu eyka fiskidagar til teirra, sum taka livrina til lands. Úrslitið av hesum átaki prógvar, at lógarbroytingin ikki motiveraði vinnuna. Hetta sæst sjónliga aftur í nøgdini, sum síðani er komin til høldar og til virkingar. Hon minkar heldur enn veksur.
 
Táverandi minnilutin í Vinnunevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mælti til at broyta uppskotið soleiðis, at tað við eini skiftistíð skuldi verða álagt øllum, sum fáa tillutað fiskidagar, at avreiða alla livur og øll rogn.
 
Minnilutin hevði tá soljóðandi viðmerkingar til broytingaruppskotið:
 
"Tað kennist eitt sindur løgið, at veiðiflotin skal premierast við øktum veiðitrýsti fyri at taka til lands tilfeingið, sum hesin hevur fingið frammíhjárættindi til ígjøgnum almennu fiski- & veiðiloyvini, sum hann hevur um hendi. Lógin um vinnuligan fiskiskap leggur upp til, at alt sum veitt verður, kemur til sættis og verður gagnnýtt, tí mátti tað verið skilabetri at lóggivið fyri hesum við eini skiftistíð soleiðis, at flotin fær høvi til at fáa sær ta útgerð, ið eru neyðug fyri, at hetta kann gerast i praksis. Minnilutin skjýtur tí upp, at lóggivið verður soleiðis, at skip og bátar í fiskiárinum 2005/2006 skula taka 25% av livrini og rognunum til lands, og at skipað verður soleiðis fyri frameftir, at talið veksur við øðrum 25%´um hvørt av komandi árum soleiðis, at øll livurin og øll rognini koma til høldar um 4 ár. Víst verður í hesum sambandi á, at tað í § 40, stk. 1, nr. 4 er ásett revsing við bót fyri tann, ið ikki fylgir treytum, knýttum at loyvum, latin eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. Eisini ræður um, sum skjótast at skipa so fyri, at alt tað, sum veitt verður, kemur til lands og verður gagnnýtt. Bara haðani kann ein komandi virðisøking koma í okkara høvuðsvinnu í mun til tær nøgdir, vit í dag kenna. Hetta eru útlitini í øðrum fiskiveiðitjóðum, øðrvísi verður tað ikki her. Vantandi motivasjónin og munurin ímillum hugburðin á hesum øki landanna millum kemur kanska av tí sannroynd, at vit hava lættari atgongd til innspræningar av deyðum kapitali uttaneftir."

Uppskotið vann ikki frama, og síðani er onki hent hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum virkaði ítøkiliga við hesum í CHE-samgonguni, og tilgongdin var komin væl áleiðis, tá tann samgongan gekk sundur, og ein nýggjur politiskur veruleiki sá dagsins ljós.

Tað eru mong ymisk sjónarmið um hetta mál, serliga um háttin og hvussu motivasjónin skal skipast. Meirilutin, sum feldi uppskotið á sinni, og mong onnur við honum halda, at lóggáva á økinum ikki er rætti vegurin at fara. Tingið er øðrvísi mannað nú, og tí kann væntast, at ein hugburðsbroyting er hend til frama fyri uppskotið og harvið til miklan frama fyri búskapin hjá vinnuni og samfelagnum.

 

Fiskimálaráðið hevur í mong ár rikið tríggjar almennar granskingarkjarnur, og tilmælini um júst viðurskiftini, sum hetta uppskotið snýr seg um, eru rættiliga greið. Tað liggur eitt øgiligt búskaparligt potentiali í tí partinum av tilfeinginum, serliga av Føroyagrunnunum, sum í stóran mun verður tveitt fyri borð aftur. Av nógvum ymiskum orsøkum hava vit skyldu til at taka henda partin av tilfeinginum til lands. Ásetingin frá heimssamfelgnum um burðardygga veiði er longu nú so mikið konsekvent, at vit undir ongum umstøðum sleppa undan, at taka dik á okkum í málinum. Gerst tað ikki á annan hátt, má lóggevast fyri hesum, tað er skyldan hjá teimum, sum varða av fólksins ognum.

 

Tað kann kanska tykjast løgið, at uppskotið bara fevnir um rogn og livrar, og hartil at ein skiftistíð er løgd inn í avreiðingina av livrum. Sjálvandi hevði tað rætta verið, at alt varð tikið til lands, og eigur at verða soleiðis fyriskipað frá almennari síðu, at lógin um vinnuligan fiskiskap ger greiðar ásetingar um, at skip, sum fáa almenn veiði- og fiskiloyvi, skulu fremja neyðugar tøkniligar innstallasjónir, til tess at hetta gerst møguligt. Ásetingin eigur beinanvegin at gerast fyri skip, sum koma inn í flotan ella verða handlað. Av tí at rogn og livur er ein stórur partur av tí, sum ikki kemur til høldar, og eru av serligum búskaparligum týdningi, hava vit miðað eftir at fáa henda partin til høldar beinanvegin. Tað er neyvan nakar tøkniligur trupulleiki viðvíkjandi rognunum, meðan viðurskiftini viðvíkjandi livrini er annað mál, sum tøkniligar loysnar verða funnar á í hesum døgum. Uppskotsstillararnir eru av tí fatan, at gongdin í málinum higartil prógvar, at lóggáva má til, fyri at leggja trýst á prosessina.

 

Almennur stuðul hevur í mong ár verið eitt ókvæmisorð í politisku skipanini. Sveiggini hava verið so stór, at alt gjørdist svart ella hvítt. Tó átti at verðið umhugsað nóg rúgvismiklan og skipaðan almennan stuðul til menningina av tøkniligum nýbrotum sum hesum, ið nú eru 
ávegis viðvíkjandi m.a. kryvjimaskinum, sum kunnu hava stóran fyri ikki at siga heilt avgerandi fíggjarligan týdning fyri fiskimenn, vinnuna og samfelagið.

 

Á Løgtingi, 3. mars 2009

Hergeir Nielsen                    Annita á Fríðriksmørk          Høgni Hoydal

Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Bjørt Samuelsen

Tórbjørn Jacobsen               Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad