Lýsing

Tað søguleysa fólkatingið

Vanliga verður triði hvør sessur á fólkatingi mannaður við nýggjum umboðum, tá val hevur verið, men hesaferð verða tey kanska fleiri, tí 39 fólkatingslimir stilla ikki uppaftur.

Teirra millum eru nógvir royndir politikarar, sum hava sitið leingi á fólkatingi og kenna søgugongdina millum Føroyar og Danmark.

Vitanin um Føroyar fer at minka, tí tey, sum nú takka fyri seg, vóru har, tá bankakreppan var í 90’unum, tá føroyski javnaðarmaðurin í 1998 gjørdi vinstramannin, Ivar Hansen, til formann í fólkatinginum, tá fullveldissamráðingarnar vóru í 2000, tá føroyingar av sínum eintingum lækkaðu blokkin í 2002, og tá Danmark boykottaði Føroyar í makrelstríðnum í 2013.

Orsakað av hesum søguloysinum og áhaldandi sambandstrúttan er vandi fyri, at parolan um, at yvirtikin málsøkir skulu skírast trygdarmál og soleiðis flytast undir danskt málsræði aftur, vinnur frama á fólkatingi. Hetta kann henda, líkamikið um næsta stjórnin verður blá ella reyð.

Eitt nú hevur tann konservativi flokkurin, sum Fólkaflokkurin samstarvar við, ein rættiliga avoldaðan hugburð til Føroyar og Grønland. Í sambandi við byrjanarorðaskiftið fyrr í mánaðinum kom undan kavi, at formaðurin, Søren Pape Poulsen, hevur kallað Grønland ”Afrika på is” í sambandi við, at sosiala støðan í grønlendska samfelagnum varð umrødd.

Fyrrverandi starvsfelagi mín í fólkatinginum, Aaja Chemnitz Larsen úr IA, spurdi Pape, um hetta var rætt, og síðan hevur hann biðið um umbering fyri niðrandi orðalagið.

Konservativi flokkurin legði eisini fyrr í ár fram uppskot um at draga Føroyar og Grønland longur inn í danskan politikk við einum nýggjum ríkisráðharra. Rasmus Jarlov legði uppskotið fram vegna flokkin og segði, at nýggja aðalráðið skuldi savna øll mál um Føroyar og Grønland á einum stað hjá donsku stjórnini.

Heldur ikki liggur fjart hjá fleiri at tala fyri herskyldu til føroyingar og grønlendingar.

Útsagnir og ætlanir sum hesar benda á, at nýggj ættarlið eru farin at mynda danskan politikk, sum onga virðing hava fyri sjálvstýrisstigunum, sum Føroyar og Grønland søguliga hava tikið. Tí er umráðandi at velja umboð á fólkating, sum stútt og støðugt tala Føroya søk og eru óheft av øllum donskum flokkum.

Verður Tjóðveldi valt á fólkating, verða nevndu uppskot vend í hurðini frá fyrsta degi, tí okkara mál er, at allar avgerðir í málum viðvíkjandi Føroyum skulu takast í Føroyum.

Haraftrat siga vit, at verða vit tungan á vágskálini, fella vit ikki eina stjórn, sum viðurkennir okkara rætt at skipa okkum sum fullveldi og góðtekur eina føroyska grundlóg uttan uppíblanding av nøkrum slag.

Magni Arge, Tjóðveldi

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad