Yvirtaka Íleggingargrunnin – men ikki til at tippa undirskotið hjá samgonguni
Eg taki fult undir við, at vit yvirtaka Íleggingargrunnin fyri Føroyar, sum upprunaliga var ætlaður til íløgur til infrakervið.
Eg taki tó ikki undir við, at Íleggingargrunnurin skal “niðurkapitaliserast” (les: tømast) til at tippa gapandi landskassaundirskotið hjá sitandi samgongu.
Yvirtaka vit Íleggingargrunnin, skulu vit tryggja okkum at hann framvegis tænir endamálinum: At veita lán til íløgur í infrakervið í Føroyum.
Hetta er eitt mál, allur tjóðskaparvongurin í Føroyum eigur at vera samdur um at fremja, og vil eg sum fólkatingslimur seta málið á skrá og arbeiða fyri at fáa hetta málið framt við undirtøku á Fólkatingi.
Rógvi Nybo
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi