Uppskot til samtyktar um nýggja byggilóggávu
Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at smíða og leggja fyri tingið tíðarhóskandi lóggávu fyri alla bygging, umbygging og umvæling av bygningum.
Viðmerkingar
Eitt av yvirskipaðu endamálunum við lóggávuni skal vera at minka um orkunýtsluna í bygningum, umframt at fáa tryggar og dygdargóðar bygningar.
Eingin dagførd lóggáva er, sum skipar byggivirksemið her í landinum. Virkað verður eftir einari elligamlari byggilóg, sum er frá 1954 (lóg nr 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni dagføringum), umframt eftir kommunalum byggireglugerðum. Lógin snýr seg fyrst og fremst um fysisk krøv og planlegging í sambandi við bygging, men setir ikki sentral krøv til bygningarnar.
Ein tíðarhóskandi byggilóggáva má gerast fyri alla bygging – nýbygging eins væl og umbygging. Hetta er bráðneyðugt, ikki minst í mun til málið at minka um orkunýtsluna og við hesum eisini útlátið av CO2.
Neyðugt er at smíða eina rammulóg og gera reglugerðir, sum hóska til føroysk viðurskifti – eitt nú veðurlagið – og sum seta krøv til orkunýtslu, konstruksjónir, innrætting, brunatrygd, inniluft/ventilasjón, innlegging av orkukeldum og so framvegis.
Málið við hesum uppskoti til samtyktar er at vísa vilja Løgtingsins til at fáa ferð á hetta arbeiðið, so ein dagførd lóggáva fyri føroyskt byggivirksemi verður raðfest so frammarlaga, sum yvirhøvur til ber. Í hesum liggur eisini, at um neyðugt, mugu umraðfestingar gerast fyri at fáa arbeiðsorku at fremja hetta lóggávuarbeiðið.
Á Løgtingi, tann 3. mars 2009
Bjørt Samuelsen Annita á Fríðriksmørk Bergtóra Høgnadóttir
Heini O Heinesen Hergeir Nielsen Høgni Hoydal
Tórbjørn Jacobsen Sjúrður Skaale