Uppskot til samtyktar um list í sambandi við almenna bygging
Løgtingið heitir á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum ásetir, at í hvørjum einstøkum føri, har tað almenna er byggiharri, ella varðar av nýbygging, umbygging ella uppíbygging, skulu í minsta lagi 2% av endaliga byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list, sum føroysk listafólk hava skapað. Listin, ið skal brúkast í prýðingini av almennum bygningum, skal annaðhvørt vera skapt til høvið ella vera keypt samsvarandi skikkaðari meting hjá bólki, sum Mentamálaráðið setir at viðgera mál av hesum slagi í hvørjum einstøkum føri. Hartil eigur landsstýrið at skipa soleiðis fyri, at kommunali geirin eisini gerst partur av hesi áseting.
Viðmerkingar:
Yvirhøvur hava tær almennu Føroyar verið pírnar í sínum stuðli til føroyska list. Onkuntíð hevur tað eydnast at víðka fíggjarkarmarnar fyri ávís øki í mentanarlívinum, men oftast er dragnað aftur, tá ið sveiggini í samfelagsbúskapinum eru farin skeiva vegin. Og tá hevur tað næstan verið vónleyst at ment fíggjarliga grundarlagið undir mentanarlívinum aftur. Fyri tað mesta hevur búskaparpolitikkurin og fíggjarlógargerðirnar verið soleiðis háttaðar, at natúrligi lønarvøksturin hevur fingið treytaleysa raðfesting, ímeðan stuðulsjáttanirnar, eitt nú til mentanarøkið, hava liðið undir hesum, orsakað av tí, at karmurin ikki rakk til eitt framtak á hesum øki, sum meira enn nakað hevur havt og hevur tørv á tí.
Hetta uppskotið snýr seg í mestan mun um myndlist. Myndlistin er lutfalsliga nýggj mentanargrein í Føroyum. Og tær almennu Føroyar, teir almennu kassarnir, hava ikki havt nakað skipað atlit til hennara. Í stóran mun hava myndlistafólkini við tógvið stríð og so dánt hórað undan materielt, besta dømið sóu vit í Listaskálanum fyri nakað síðani, har framsýning varð hildin um lívið og listina hjá úrmælinginum Ruth Smith, sum oftani var í troti fyri tað mest grundleggjandi hjá einum listafólki, nevniliga amboðini, ið eru treytin fyri, at tað í heila taki skal bera til at virka. Tey flestu mundu standa eftir við spurninginum, hvørji avrik hevði hendan myndlistakvinnan kunnað framt, høvdu møguleikar hennara verið optimalir, og hon stendur neyvan í einingi í so máta.
Tað stendur sjálvandi betur til í dag. Peningaumfarið í samfelagnum er rúgvusmeira, og tað dryppar sjálvandi í umfarið hjá listafólkunum. Nøkur kunna so dánt liva av sínum arbeiði, onkur betur annar verri, men yvirhøvur er støðan hon, at áhugin á privata marknaðinum, hjá fólki, vinnufyritøkum, fíggjarstovnum, útlendingum o.ø. er avgerandi fyri, at føroysk myndlist er í menning. Almenn íløga í føroyska list hendir bara so hissini, tá ið almenni myndugleikin heldur seg hava tørv á tí, og hesi viðuskifti hava á ongan hátt verið skipað eftir nøkrum ásettum leisti, hvørki í regluverki ella í áseting av fíggjarorku í mun til m.a. almenna bygging.
Tey viðurkendu nøvnini í listini skáksigla sær kanska onkursvegna ímillum skerini, ímeðan serliga yngru spírarnir standa ella falla við, at viðurskiftini kring myndlistina verða skipað. Nýggja løgtingshúsið og serliga umsitingarbygningurin eru gott dømi um, hvussuleiðis føroysk listafólk kunna broyta ein annars fýrhyrntan bygning avgerandi. Ingálvur av Reyni í tingsalinum og Hansina Iversen í umhvørvinum kring gamla telefonhúsið. Hetta er tó eitt einstakt dømi, har byggiharrin, arkitekturin og listafólkini hava tikið lógvatak saman. Nýggi skúlin í Runavík er annað dømið, har ein kommunalur myndugleiki hevur tikið stig av hesum sama jaliga slagi.
Í mongum øðrum londum varð fyri nógvum árum síðani farið til eina skipan, har lógásett er, hvussu myndlistin skal vera umboðað, tá ið almenni myndugleikin fer undir at byggja, umbyggja og at byggja uppí. Í flestu førum er ásett, hvussu stórur prosentpartur av samlaða byggingarkostnaðinum skal vera umboðaður í prýðingini við listarverkum. Eitt meðaltal er á leið 2% av samlaða byggikostnaðinum av hvørjum einstøkum byggimáli. Hetta er tað, sum Tjóðveldi við hesum uppskotinum mælir tinginum til at samtykkja, í áheitanini á landsstýriskvinnuna í mentamálum, har heitt verður á hana, um at fyrireika lóg um hesi viðurskifti, ið skal vera løgd fyri Løgtingið skjótast til ber.
Á Løgtingi, 3. mars 2009
Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal
Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen
Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen