Lýsing

Onki um okkum – uttan um okkum!

Vit liva í tíðum, har fólkaræði, sjálvsavgerðarrættur og rættindi hjá fólki eru undir stórum trýsti um allan heim. Eisini hjá okkum.

Avgerðir flúgva yvir høvdið á okkum hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri okkara land, okkara samfelag og okkara gerandisdag. Avgerðir, sum onnur taka uttan um okkum, og sum vit fáa fráboðað frá øðrum, tá ið tær eru tiknar. Vit síggja tað bara knappliga henda – uttan at vit eru spurd ella hava samtykt tað. Standa sum áskoðarar.

–          Vit fáa at vita gjøgnum danskar fjølmiðlar, at Danmark og danskir flokkar hava avgjørt at seta hernaðarútgerð upp hjá okkum.

–          Vit síggja kavbátar og herskip og flogfør á okkara firðum – uttan at Løgtingið og Føroya fólk hava samtykt tað ella viðgjørt tað.

–          Vit fáa fráboðan um, hvør kann sleppa inn og út um okkara landamørk – tildømis undir korona – uttan nakra viðgerð og avgerð í Føroyum.

–          Vit fáa fráboðan um, at løgreglan í Føroyum verður broytt og at fregnartænastur kunnu avlurta allar føroyingar – eisini lógligar felagsskapir.

–          Strategiir verða kunngjørdar um, hvat skal henda í okkara sjógvi og okkara landi, uttan at Løgtingið og okkara fólkavaldu verða spurd ella hava nakra ávirkan.

–          Danmark hevur fráboðað, at eisini á yvirtiknum málsøkjum skal Danmark nú taka avgerðir, tí nú er tað “trygdarmál”: Telesamskifti, fiskivinna, handil, mentan.

Summi kalla hetta fyri “tryggar karmar”. Tey siga seg ofta vilja verja fólkaræði, fullveldi og mannarættindi í ávísum pørtum av heiminum. Men ikki aðrastaðni. Og ikki hjá okkum. Tey siga, at nú skulu vit verja demokratiið við at seta demokratiið til viks.

Okkara fólkatingsumboðan verður brúkt til akkurát hetta. Tey verða brúkt til at flyta okkara fólkaræði niður til Danmarkar. Tey verða brúkt til at súgva okkum inn í danskan politikk og at gera okkum til áskoðarar til tað, sum hendir í okkara egna landi. Og at draga okkum inn í danskan pening og gera okkum meira heft og minni sjálvbjargin.

Tí stillar Tjóðveldið upp til Fólkatingsvalið. Vit vilja umboða ta føroysku tjóðskaparsøkina og øll, sum vilja hava fólkaræði og egna ábyrgd sum tjóð.

Vit krevja í øllum, at avgerðirnar verða tiknar í Føroyum, og at føroyska fólkið verður virt sum  tjóð við sjálvsavgerðarætti. Ikki viðfarin sum áskoðarar, ið vilja geva sítt sjálvræði og sína ábyrgd burtur fyri pening til økir, ið vit sjálv hava vunnið ræði á.

Vit fara niður fyri at flyta fólkaræðið og avgerðirnar heim. At vinna okkum virðing og rættindi sum tjóð.

Tað er tað einasta trygga: Onki um okkum – uttan um okkum!

X við E

Høgni Hoydal

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad