Uppskot um hvussu vit minka um útlátið av CO2 á sjógvi og landi
Løgtingið heitir á landsstýrið um í hesi tingsetuni at leggja fyri Løgtingið frágreiðing við uppskoti um, hvussu vit minka um útlátið av CO2 á sjógvi og landi.
Frágreiðingin eigur at fevna um:
– Mál fyri minking av CO2-útláti stuttskygt og fram til 2020
– Hvussu útlátið skal minkast á landi og í fiskivinnuni á sjógvi
– Hvørji ítøkilig átøk skulu setast í verk alt fyri eitt og hvørji komandi árini
– Nágreiniliga tíðarætlan fyri átøkini
– Hvussu átøkini verða knýtt at vinnumenning
– Hvørji búskaparátøk – tvs møguligar avgjalds- og stuðulsskipanir ætlanin er at fremja til tess at minka um CO2-útlát
Viðmerkingar
Veðurlagsráðstevnan COP15 verður í Keypmannahavn í desember í ár. Her verður væntandi avtalan undirskrivað, sum skal avloysa Kyoto-frumskjalið. Væntandi fara londini at semjast um at minka um útlátið av veðurlagsgassum millum 20 og 30%. ES hevur longu bundið seg til at minka útlátið við 20% í miðal fram til 2020, og við upp til 30% alt eftir hvør altjóða semjan í Keypmannahavn verður. Minkingarnar eru settar í mun til 1990-útlátið.
Krøvini til Føroyar eru gróthørð. Fyri at lúka treytirnar mugu vit minka okkara útlát við millum 30 og 40%. Hetta tí tað er vaksið við á leið 11% síðani 1990.
Tí er alneyðugt sum skjótast at fáa lagt eina politiska langtíðarætlan, ið hevur breiða politiska undirtøku. Realistisk mál mugu setast, og avgerðir takast um, hvussu málini skulu røkkast – stuttskygt og langskygt. Neyvar strategiir eru púra avgerandi, skulu vit hava nakran møguleika at røkka málunum.
Hugskotskatalog
Í apríl 2008 setti CHE-landsstýrið við táverandi landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum ein arbeiðsbólk at gera eina virkisætlan, sum skuldi vísa á møguleikar at minka um CO2-útlátið. Arbeiðið varð gjørt í samstarvi millum Vinnumálaráðið, Fiski- og tilfeingismálaráðið, Fíggjarmálaráðið og stovnar undir hesum. Úrslitið er "Skjótt syftir seiðir og tunga takið”, sum varð lagt fram í desember 2008.
Virkisætlanin, sum hetta verður kallað, er meira at meta sum eitt hugskotskatalog, ið er frálíkur íblástur til at gera eina veruliga politiska langtíðarstrategi fyri økið.
Neyðugt av velja vegin
Enn er eingin greið politisk ætlan stungin út í kortið. Hinvegin hava ymiskar útmeldingar verið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur talað fyri møguleikanum við kjarnorkuverki, og nógv tos hevur eisini verið um el-kaðal til Íslands – sum bæði eru ovurstórar íløgur.
Samstundis eru einstakar granskingarverkætlanir í gongd viðvíkjandi sjóvarfallsorku, alduorku og sólorku. Ein ávís útbygging av vindorku fer fram, samstundis sum SEV fer undir vatnorkuútbygging í milliardaflokki.
Tað ber ikki til at ríða á øllum hestum samstundis, og tí er ómetaliga týdningarmikið, at funnið verður ein konsensus um, hvør rætta leiðin er at ganga. Nógv má leggjast fyri beinanvegin, skulu vit hava eina skjóta og dygdargóða menning av varandi orkukeldum.
Sera gleðiligt er, at Løgtingið valdi at seta 20 milliónir krónur á Fíggjarlógina fyri 2009, fyrst og fremst til bjálving av almennum bygningum (15 mió. kr.), men eisini til verkætlanir viðvíkjandi alternativari orku (5 mió. kr.). Hesir pengar muna tó alt ov lítið, skal verulig ferð fáast á menningina av varandi orkukeldum.
Vinnumenning
Stórar íløgur í menning av varandi orkukeldum og orkusparing eiga at vera partur av vinnupolitiskari ætlan. Átøk fyri skipaflotan, framleiðslu á landi, almennar bygningar, privatu húsarhaldini v.m. skulu skapa arbeiðspláss – og geva vinnuni menningar- og inntøkumøguleikar.
Búskaparstýringsátøk
Eitt annað, sum tørvur er á, er, at landsstýrið kemur við einari ætlan fyri búskaparligari stýring av atburði hjá borgarum og vinnuni til tess at minka um CO2-útlátið. Her verður serliga hugsað um umhvørvisavgjøld og møguligar stuðulsjáttanir.
At gera okkara búskap óheftan av oljuni er ein hin týdningarmesta uppgávan, vit hava í løtuni – bæði fyri at framtíðartryggja okkara búskap og fyri at minka um CO2-útlátið.
Men neyðugt er at leggja meira fyri, til tess at fáa lagt eina miðvísa ætlan fyri, hvussu vit røkka ætlaðum málum. Tað hevur skund, skulu vit hava nakað ítøkiligt at vísa á á veðurlagsráðstevnuni í desember.
Ætlanir mugu leggjast fyri Løgtingið til støðutakan sum skjótast, og soleiðis at munadyggar raðfestingar fyri økið kunnu gerast á fíggjarlógini fyri 2010 og frameftir.
Á Løgtingi, 3. mars 2009
Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal
Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen
Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen