Lýsing

Noy, hr.minister!

Einaferð varð ein ensk skemtirøð, ið kallaðist Javel, hr.minister.

Kom at hugsa um hana í samband við fólkatingsvalið.

Tykist, sum føroysku fólkatingsumboðini seinastu árini bara hava sagt: ”Javel, hr.minister.”

Danmark boykottaði Føroyar. ”Javel, hr.minister”, var svarið.

Radari skal setast  upp í Føroyum, uttan um Føroya fólk. ”Javel, hr.minister”, er svarið.

Hetta er púra burturvið. Føroyskir politikarar skulu røkja Føroya áhugamál.

Tí má svarið hjá føroyskum fólkatingsumboðum verða: ”Noy, hr.minister!”

Og tað verður mítt svar í slíkum førum, um eg verði vald á Fólkating.

Beinta Løwe, valevni, Tjóðveldi, Listi E.

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad