Tjóðveldi slóðar fyri
Dømini eru so mong. Eitt nú yvirtøka av loftrúminum. Nú sær tað endiliga út til at vera meiriluti fyri at fáa loftrúmið á føroyskar hendur. Og tað er sera gott. Tað eru bara fyrimunir við tí. Tað er ongin sum helst orsøk at lata danir hava ræði á loftrúminum, sum enntá lata íslendingum loftrúmið at umsita. Tað skulu vit sjálvi gera. Vit skulu sjálvsagt vita, hvat gongur fyri seg í loftrúminum og hava heimildina at læsa loftrúmið um neyðugt. Við egnum ræði á loftrúminum fylgja førleikagevandi størv og peningur til tilbúgving v.m. Tað mennir okkum sum tjóð. Og tað er altíð tað, sum hendir, tá ið vit taka fulla ábyrgd. Tí við ábyrgdini hvessast vitið og tilvitskan, og tað mennir.
Tað er ikki altíð, man sær úrslit av politiskum arbeiði beinanvegin, men tolin trívst. Tá ið vit hava arbeitt leingi við einum máli, og tað kann tykjast vónleyst, tá brestur knappliga fyri nev. Tá síggja onnur týdningin av málinum. Onkursvegna er tað okkara lutur.
Á Fólkatingi fara vit tí miðvíst at fyrireika yvirtøkur av seinastu málunum. Vit fara, sum vant, at slóða fyri. Og vit fara at hava ein virknan leiklut í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum. Tað hevur ongantíð verið meira umráðandi enn nú. Vit fara ikki at góðtaka at frætta um radarar í miðlunum, ella at vit ikki ana, hvat gongur fyri seg í okkara sjóøki ella loftrúmi. Hetta er okkara land, og vit skulu hava fult innlit og avgerðarrætt.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi