Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk
Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar, og listafólk annars, samsvarandi eini kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroym.
Viðmerkingar:
Tað er helst eitt undur, at føroysk tunga er til í dag. Treiskni í fólkinum, tjóðskaparrørslan og rithøvundar okkara eiga stóran heiður fyri, at fólkið í dag kann tosa sítt egna mál, sum er evsti samleikin í tjóðini.
Leikluturin hjá skrivandi fólkinum er ein áhugaverd søga. Um allan heim. Hesi hava virkað sum varðhundar fyri fólkaræði, verið í broddi fylkingar sum varðveitarar og mennarnar av tjóðarmálum og ikki minst hevur framleiðslan úr hondum teirra verið brúkt sum undirvísingartilfar í lægri og hægri skúlum.
Føroyskir rithøvundar hava virkað undir sera trongum korum. Talið av teimum, sum tosa og skilja málið, er somikið lítið, at marknaðurin ongantíð kann gerast undirstøðukervi undir teirra virksemi. Hóast hetta, er tað undrunarsamt, at framleiðslan av føroyskum skaldskapi er lutfalsliga nógv størri enn í londum, vit annars kunnu samanbera okkum við.
Hesi fólkini, sum skapa bókmentir og aðra list, leggja eina øgiliga orku í sítt verk. Sum oftast eru hesi tey einastu, sum ongan materiellan vinning fáa burturúr sínum verki, og sum frálíður kann tað hava við sær, at talentini torna upp av hesi orsøk. Táið forløg, bókhandlar, prentsmiðjur o.o. hava fingið sín part av eini bók, er sjáldan nakað eftir til fólkið, sum skapti allan møguleikan.
Tær almennu Føroyar hava skipað nakrar møguleikar, m.a. við Mentanargrunninum og nú Týðaragrunninum. Hetta er tó ikki nógmikið. Í politisku skipanini hevur eisini verið rímilig semja um, at fæið, ið Mentanargrunnurin fær á fíggjarløgtingslógini, ikki røkkur nóg langt, serstakliga ikki í mun til tað, sum ætlanin var, táið grunnurin varð umskipaður.
Í øðrum londum er tað fatanin, at m.a. rithøvundar eru mentanararbeiðarar, sum eiga at fáa samfelagsins størstu viðurkenning og virðing. Tí hevur staturin skipað eitt undirstøðukervi, har kvalifiseraðar dygdarmetingar avgera, um listafólkini skulu fáa samsýningarrætt úr almenna kassanum.
Fleiri føroyingar hava fingið hendan rætt á donsku fíggjarlógini, síðani danir skipaðu hendan møguleikan. Tað hevur verið ein generøs viðurkenning til mentanararbeiðarar í øðrum landi, men hetta gevur samstundis eina greiða ábending á, at vit sjálvi eiga at fáa skil á hesum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum.
Vit hava brúk fyri at gera eitt alment undirstøðukervi, sum tryggjar hesum partinum av tjóðarbyggingini lívføri. Landsstýrið eigur at finna útvegir fyri, hvussu hesi viðurskifti á besta og tryggasta hátt verða skipað.
Á Løgtingi, 3. mars 2009
Tórbjørn Jacobsen Bjørt Samuelsen Høgni Hoydal
Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Annita á Fríðriksmørk
Hergeir Nielsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen