Lýsing

Vit vita, hvønn vit vilja verja

Tjóðveldi heldur, at vit skulu verða á varðhaldi, tá ið onnur royna at taka avgerðir fyri okkum. Er ongin, sum ansar eftir, at avgerðir á Christianborg tæna føroyskum áhugamálum, so missa vit vald og gerast minni og minni sjálvstøðug.

Hvørja ferð roynt hevur verið at gjørt seg inn á føroyskt sjálvræði seinastu árini, hevur hvørki verandi umboð á Christiansborg ella verandi samgonga gjørt vrøvl.  Í staðin hava teir latið staðið til og latið donsku stjórnina fingið sín vilja.

Vit sóu tað í radarmálinum, og í boykottinum.  Stuðulin hjá føroysku fólkatingsumboðunum til donsku stjórnina var treytaleysur, óansæð hvussu man fór við føroyingum og við Føroyum.

Løgmaður líkaglaður

Sama reaktión var, tá ið hernaðarflogfar fleyg lágt inn yvir Skálafjørðin. Løgmaður segði seg onki vita um hetta. Men helt hinvegin, at tað var í lagi, tí tað vísti, at vit vóru í tryggum hondum.

Dømi um royndina at flyta telesamskifti aftur til Danmarkar at umsita  vísir eisini, at danskt vald fær onki mótspæl. Heldur ikki frá føroysku umboðunum á Christiansborg.

Fokusið er aðrastaðni

Í staðin fyri at verja føroysk áhugamál, hava teir verið meira upptiknir av, at finna pengar á donsku fíggjarlógini til at fíggja yvirtikin málsøki. Og soleiðis hava teir verið við til óbeinleiðis at hækka blokkstuðulin við uml 85 mió kr uppá eitt valskeið, og soleiðis verið við til at flyta danskt vald innyvir aftur føroyskt ræði. Hetta verður gjørt hóast fleiri samgongur og flest fólkavald á Løgtingi ynskja, at vit við tíðini gerast búskaparliga sjálvbjargin.

Vit verja Føroyar

Slíkur framferðarháttur er eitt fólkaræðisligur trupulleiki.

Tað er ikki í lagi at ikki-vald-løgtingsumboð gera seg inn á fólkaviljan í Føroyum.

Tjóðveldi heldur tí, at tað er av týdningi, at vit eru á varðhaldi, tá ið onnur royna at flyta mál av føroyskum hondum og royna at taka avgerðir um Føroyar yvir høvdið á føroyska fólkaræðinum.

 

Annita á Fríðriksmørk, fólkatingsvalevni

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad