Lýsing

Sjálvandi klára vit okkum í Føroyum

Alt lívið høvdu hon, maðurin og børn klárað seg sjálvi. Teimum nýttust ikki nakran danskan ríkisstuðul, og tey vóru ein vanlig føroysk familja, eins og mangar aðrar familjur í Føroyum

 

Hvat er tað, ið vit, sum stilla upp til fólkatingsval, vilja siga? Er tað bara soleiðis, at vit vilja siga okkurt hissini fyri, at veljarin skal síggja okkum í miðlunum? Kanska halda vit, at bara myndin av okkum er nóg mikið.

Skulu vit halda okkum til eina valskrá, sum floksleiðslan hegnisliga hevur sett saman, ella skulu vit siga tað, sum okkum liggur á hjarta?

Ella kanska nakrar íslettir av báðum?

Í mínari verð er eingin ivi um, hvar hjartað er. Tað liggur hjá okkara fólki og landi – frá tí yngsta til hin elsta.

Um tjóðskap sigi eg, sum ein eldri kvinna segði, tá hon varð spurd, um hon fór á val, og hvønn hon fór at velja.

Stillfør, men álvarsom og haldføst helt hon fyri: “Eg haldi, at vit mugu royna at klára okkum sjálvi…”

Hon avdúkaði ikki sín politiska lit, tí sjálvur liturin hevði helst ikki størsta týdningin í hennara hugaheimi.

Og tó.

Hon visti, hvørjir flokkar eru fullveldisflokkar beint undan vali – og síðan sleppa sínum læntu fjarðrum, tá valið er av. Tað hevði hon sæð ígjøgum eitt langt lív.

Her er einki broytt – og enn minni nakað nýtt undir sólini.

Alt lívið høvdu hon, maðurin og børn klárað seg sjálvi. Teimum nýttust ikki nakran danskan ríkisstuðul fyri at klára seg, og tey vóru ein vanlig føroysk familja, eins og mangar aðrar familjur í Føroyum.

Í Føroyum er bara ein flokkur, sum er stovnaður við tí endamáli at vinna føroyingum og Føroyum fult tjóðarfrælsi.

Hetta hevur einki við isolering frá øðrum tjóðum at gera, men heldur, at vit sum ríki kunnu vinna okkum nýggj samstørv og nýggjar pallar, sum vit ikki kunnu náa í dag í okkara ríkisrættarliga støðu.

Okkara fólkatingsumboð verða aktivt brúkt til at verja avgerðir og dagsskráir her heima í Føroyum, sum eru tiknar á Christiansborg.

Um eg fái veljarans stuðul á fólkatingsvalinum, verður sessurin ikki – soleiðis sum vit síggja tað í dag – brúktur til at flyta okkara fólkaræði til Danmarkar.

Í mínari verð er tað sólarklárt, at allar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, skulu takast í Føroyum – og av Føroya løgtingi.

Alt annað er tvætl og uttanumtos.

Sum onnur í Tjóðveldi eisini hava ført fram, verður tað uppgávan hjá okkum at fara niður til Danmarkar at flyta fólkaræðið og allar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, heim til Føroya løgting.

Uppgávan verður at verða til arbeiðis allan sólarringin – alt fyri Føroyar!

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad