Lýsing

Uppskot til samtyktar um kringvarpsgjald

 

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot, ið ásetir, at kringvarpsgjaldið verður kravt inn gjøgnum skattaskipanina

Grundgevingar
Síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman, og ein fjølmiðlasemja síðani varð gjørd í tinginum, hevur tann nýggi stovnurin, Kringvarp Føroya, hingið í leysum lofti.
Eitt er, at avgerð landsstýrisins um at leggja stovnarnar saman og avgerð tingsins um at halda tíðindadeildirnar atskildar, toga hvør sín veg. At stovnurin á hendan hátt verður tvingaður í eina spagat-støðu, sum brøkurnar illa halda til, er avleiðing av ómetaliga klossutari framferð hjá undanfarna ABC-landsstýrið. Veruleikin hevur víst seg at vera, at landsstýrismaðurin handlaði fullkomiliga uttan mál og mið, tá sjónvarpið og útvarpið vórðu løgd saman.

Annað er, at tann public service sáttmáli, sum gerast skuldi um uppgávur stovnsins, framvegis ikki er gjørdur. Uppskot um hann verður tó, sum skilst, lagdur fyri løgtingið í mars.
Og alt verður ikki betri av, at fíggjarliga grundarlagið undir stovnunum er serstakliga ótrygt. Fjølmiðlasemjan sigur heilt greitt, at inntøkur frá lýsingum skulu niðurlagast. Hetta, tí atlit verða tikin til aðrar, privatar miðlar. Men samstundis sum stovninum verður noktað at fáa til vega egnar inntøkur, verður stovninum noktað at hækka kringvarpsgjaldið.

Fjølmiðlar verða í dag mettir at hava minst líka stóran týdning fyri mentan og tjóðskaparligan samleika, sum skúlaskipanin. Allastaðni verður roynt at dubba landsins egnu miðlar til tess at menna, sameina, og styrkja tjóðarsamleikan, tí ein sterkur tjóðskaparligur samleiki, har øll hava á leið sama fatanarkring og kenna seg at hoyra saman, gagnar øllum samfelagslívi, frá vinnulívi til mentan og sosialt medvit.
 

Men í Føroyum verður ikki dubbað. Ein ógvuliga stórur partur av tí, føroyingar síggja teir mongu dagligu tímarnar, tá sjónvarpið er frá, er tilfar, sum er framleitt í Danmark. Á donskum. Um Danmark. Av dønum. Til danir. Um talan ikki er um ensktmælt tilfar, sum málsliga er tillagað danska hyggjaranum.

Sum sjónvarpshyggjarar hoyra føroyingar ein stóran part av tíðini til donsku hyggjarafjøldina. Hyggjarin í Kolding og hyggjarin í Kaldbak eru í júst somu støðu. Teir fáa sama fatanarkring og verða báðir partur av danskari tjóðarbygging.
Hetta ávirkar alt alment kjak í landinum. Føroysk bløð, sum mugu skriva um tað, ið lesarin hevur áhuga fyri til tess at selja bløð, skriva dagliga um tær mongu donsku sjónvarpsrøðir, ið eru partar av danskari tjóðarbygging. Tey skriva um tað, sum fólk hava áhuga fyri – og flyta seg innanfyri tann fatanarkring, ið fólk hava. Og hann er í stóran mun skaptur av donskum sjónvarpi.

Tað er eisini lítil ivi um, at tann ovurhonds ávirkanin frá donskum sjónvarpi er við til at gera, at nógvir føroyingar flyta til Danmarkar. Tí ikki fyrr enn teir eru har, er samsvar millum andaligu føðina og samfelagið kring teir. 

Vit fáa aldrin eina stóra føroyska sendiflatu – men sjónvarpið kann nýtast nógv meira enn nú til tess at menna samfelagsliga tilvitið í landinum. Og stóru hyggjaratølini og tann stóri áhugin fyri teimum føroysku sendingum, ið sjónvarpið / kingvarpið megnar at framleiða við verandi orku og verandi bygnaði, vísir, at fólkið hungrar eftir heimligum tilfari.

Fyrsta stig á leiðini er ein public service sáttmáli, sum skal seta kringvarpinum strong og greið krøv um framleiðslu. Tá hesin sáttmáli kemur til viðgerðar, má allur bygnaðurin og øll skipanin takast upp til viðgerðar. Finnast má fram til, hvussu hyggjarin fær sum mest av mongd og dygd fyri pengarnar.

Men hetta nyttar alt lítið, um eitt trygt fíggjarligt grundarlag ikki er til staðar. Tí verður skotið upp, at sjónvarpsgjaldið verður kravt inn gjøgnum skattaskipanina. 
Ein annar vinningur av hesi broyting er, at hetta hevði vent sosialt rættari enn nú, tá øll húsarhald fáa somu rokning.

 

Á Løgtingi, 3. mars 2009

 

Hergeir Nielsen                    Annita á Fríðriksmørk          Høgni Hoydal

 

Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Bjørt Samuelsen

 

Tórbjørn Jacobsen               Bergtóra Høgnadóttir Joensen

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad